• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

HULDUMAÐURIN OG SEYÐAMAÐURIN - huldusøgn úr Fugloy

Óskepna var komin at vera í einum hagaparti. Hetta helt so við í langa tíð, at seyðurin har vildi ikki trívast, og seyðamenninir doyðu, ein fyri og annar eftir. Menninir, ið áttu hagapartin, fingu fremmant seyðaslag at sleppa upp í hin seyðin; men einki hjálpti. Í endanum kom ein nýggjur seyðamaður, sum seyðurin treivst so væl hjá og varð bæði nógvur og feitur uttan í einum bóli; tann seyður, ið tók støðu har, kundi ikki lukkast. Hesin seyðamaður hevði tann vana, at hann gekk ikki tann vegin, sum hinir altíð vóru farnir, tá ið teir vóru burtur í haga. Ein dagin, sum hann er farin burtur í haga, møtir hann einum huldumanni. Huldumaðurin spyr, hvussu til stendur við seyðinum. “Tað stendur væl til hjá mær,” sigur seyðamaðurin, “uttan í einum bóli; men her hevur altíð verið so ring skepna fyrr.” “Tað vil eg væl trúgva,” segði huldumaðurin, “og eg skal nú siga tær frá, hvussu hetta hevur borið til: Hinir fyrru seyðamenninir hava altíð gingið ein annan veg, enn tú gongur, og beint undir tí veginum, sum teir hava gingið, liggja hús míni. Teir hava traðkað hol á takið hjá mær, so tað er komið at leka; men tú ert farin annan veg, og tí hevur tað eydnast tær so væl at røkta seyðin. Men hitt eina bólið, sum seyðurin ikki vil trívast í, skalt tú bróta niður, taka upp tað, sum liggur undir tí norðasta hornasteininum, og so byggja bólið upp aftur.” Maðurin so gjørdi, og tá ið hann lyfti tí norðasta hornasteininum upp, lá eitt rúnarhorn undir, sum ein annar hevði lagt har av tjóvskum sinni fyri at ganda seyðin. Hann bygdi bólið aftur, og tá doyði ikki ein seyður longur.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017