• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

JÚSTINUS LØGMAÐUR

Einaferð fyrr í tíðini búði løgmaður í Fugloy. Hann æt Jústinus og sat sum bóndi á Kellingargarði í Hattarvík. Hann sigst at hava fingið løgmansembæti í Føroyum í løn fyri tað, at hann bjargaði einari bátsskipan niðri við lendistøðina í Hattarvík. Síðan hevur tað plássið verið nevnt Jústinusartangi eftir honum.

Jústinus og ein húskallur hansara fóru eina ferð við bát út í Bispin (stakkur norðan fyri Fugloynna) til at fleyga fugl. Húskallurin kleyv upp í stakkin, men Jústinus var eftir í bátinum. Tá sá løgmaðurin ein steinkóp, sum lá og fetti sær á einari fles, nakað um hálvan fjórðing sunnan fyri stakkin. Hann róði til flesina og bant bátin fastan við tangan, leyp upp á flesina eftir kópinum, men vann einki. Hann vildi venda aftur, men tá var báturin losnaður frá og fór rekandi norðureftir. Húskallurin í Bispinum var varur við bátin, ið kom rekandi, og til alla lukku bar streymurin hann so tætt at stakkinum, at maðurin fekk lagt netið á fleygastongini niður yvir stevnið á bátinum og drigið hann til sín. So róði hann til flesina og bjargaði húsbónda sínum. Henda flesin, sum nevnd hevur verið “løgmansskerið” síðani, er nú burturtikin av brimi.

Einaferð kom Jústinus løgmaður óvart á ein tjóv, rætt sum hann var at bróta inn í eitt gróthús hansara. Tjóvurin bønaði hann einki at gera sær, og Jústinus slepti honum, men varnaði hann ikki at gera slíkt oftari. Sama árið fór løgmaður til Havnar til ólavsøkutingið, men sum hann sat í rættinum, kom hesin sami tjóvur inn og spurdi løgrættismenninar, hvussu mikil sekt ið lá á manni, sum slepti einum tjóvi og segði ikki frá honum. Tá svaraði løgmaðurin, sum kendi skálkin aftur og visti, hvat ið hann hevði í huga: “Eg skal lata tjóvabøturnar, men tú skalt hanga í gálganum.” Og løgmaður galt peningin alt fyri eitt og legði seksti dálar fram á borðið, men tjóvurin varð hongdur.

Um hetta mundið sat ein einkja á Húsagarði í Hattarvík, sum átti ein so frálíkan fuglahund, at tí manni, sum fór til fugla við honum, kravdist einki annað enn at fylgja honum til plássið og so leggja seg at sova. Tá ið maðurin vaknaði, kundi hann fara heim við eini heilari byrði av lundum, sum hundurin hevði fangað. Løgmaðurin bar ofta upp á mál við hana um at selja sær henda hund, men hon sýtti hvørja ferð. So kastaði hann hatur á hana og gjørdi tað í hevnisøk, at hann rak hana burtur av garði hennara í Hattarvík. Hon átti eitt annað festi í Hvannasundi í Viðoy og flutti hagar at búgva. Men løgmaður var eftir henni og fekk gjørt so mikið, at hon misti hetta festið við. So flutti hon inn á Strendur í Eysturoy, hvar hon átti eina hálvmørk í jørð. Men heldur ikki her varð hon verandi. Tá stóð kirkja á Skála við ta ánna, sum rópast Kirkjuá. Men ein sunnudag í kirkjutíð kom eitt vatnlop so dáttliga á, at tað tók kirkjuna út á sjógv, og øll, ið inni vóru, týndu lívið. Tá varð tað lovað, at, har sum tað fyrsta sprekið av kirkjuni kom rekandi, í tí staði skuldi hon verða bygd upp aftur, og tað var beint niðri undir hálvmørkini, sum hin áðurnevnda einkjan átti og búði á. So skifti hon til Nólsoyar. Har náddi løgmaður henni ikki, og síðan livdi hon í friði og náðum alla sína ævi.

Jústinus løgmaður átti tveir synir. Hin eldri fekk Kellingargarð eftir pápan; hin yngri giftist til løgmansgarðin á Steig í Vágum. Við skilnaðin gav løgmaður yngra soni sínum fýra óðalsmerkur innangarðs uttan fyri Tvættá á Kirkju (í Fugloy) og ein hagapart fyri seg sjálvan ytst í Skarðsvík. Festibrævið skrivaði løgmaður “uppi á Krossi”, á fjallinum ímillum Kirkju og Hattarvíkar.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017