• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Songarmatur

At geva songarmat hevur verið vanligur siður í Føroyum.

Ein kona í Fugloy, sum hevði átt tíggju børn, segði frá, at hon hevði fingið songarmat úr báðum bygdunum í Fugloy. Men í krígsárinum hildu summi uppat at geva nakað, serliga í tí eini bygdini. Við summum børnum hevði hon fingið songarmat úr fimtan húsum.

Hesin siður - sum so mangir aðrir - hevur verið ymiskur í teimum ymsu bygdunum her á landi. Vanligt var tó, at tey meira múgvandi góvu sokallaðan fullan songarmat og tey fátæku hálvan.

Fullur songarmatur var: eitt lambskrov, fýra breyð, eitt pund av smør og ein stampur við mjólkgreyti. - Hálvur songarmatur var: eitt hálvt krov, tvey breyð, eitt pund av smøri og ein stampur við mjólkgreyti. - Eitt eyðskilt fat ella træílat varð havt til mjólkgreytin. Eg havi sæð eitt slíkt av steintoyi, honk var tvørtur um hetta fat.

Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017