• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

JÓGVAN OG EYÐUN TRÓNDARSON

Tróndur bóndi á Kellingargarði í Hattarvík í Fugloy átti tríggjar synir: Eyðun, Heinrikur (eyknevndur “Gorsi”) og Jógvan. Ein suðuroyingur spáddi teimum einaferð, meðan teir vóru á ungum aldri, og segði við teir, at teir kundu spæla á landi og havi, sum teir vildu: einki skuldi vera teimum at skaða - uttan hin yngsti, Jógvan, skuldi hava eina ringa konulukku.

Jógvan Tróndarson var ein hendingsmaður, mestur sum høvdingur í Fugloy, tiltikin bæði sum bjargamaður og sjómaður. Men óskepnuligur maður var hann: tríggjar ferðir giftur og tó ungur maður: tríati ár, tá ið síðsta konan doyði. So gekk spádómurin út. - Tá ið hann giftist aðra ferðina, flutti hann yvir á Kirkju til at búgva, og har varð hann verandi til sín deyðadag.

Eingin bátur fór til útróðrar, uttan Jógvan Tróndarson vildi. Hann hevði útróðrarbát í Skarðsvík á eystursíðuni á Fugloynni, mestur tríggjar fjórðingar frá bygdini á Kirkju, har sum hann búði, og søgnin sigur, at árla um vetrarmorgnarnar, tá ið myrkt var og útróðrarlíkindi tóktust ymis, vóru hattarvíkingar, sum eisini róðu út í Skarðsvík, vanir at fara út fyri dyr og hyggja niðan á Kross (fjallið ímillum Kirkju bygd og Hattarvíkar), um teir kundu síggja lyktarljós Jógvans (tí Jógvan og menn hansara høvdu altíð tendraða lykt hjá sær, tá ið teir gingu til Skarðsvíkar um vetrarmorgnarnar). Sóu teir lyktina uppi á Krossi, so vistu teir, at tað vóru góð útróðrarlíkindi, og gjørdu seg til at fara.

Jógvan fann miðið tað, sum rópast Gjómið (av tí, at gjógv er til ýtis): ein torragruður, tveir fjórðingar frá landi. Har rógva bæði fugloyingar, svínoyingar, viðoyingar og sundamenn tíðum enn.
Einaferð bjargaði Jógvan einari bátsskipan við lendistøðna á Kirkju. Ein boði hevði brotið á bátin, so hann hvølvdist.

Eitt kyrruvant pláss er, sum eitur Tróndarvík, nakað sunnan fyri ta gomlu lendistøðna á Kirkju. Ein dagin, sum Jógvan var á útiróðri sunnanfyri, brast hann á høgt. Jógvan skuldi rógva norður til lendingina, men vann ikki longur enn til Tróndarvíkar og dró upp har. Eingin maður hevur lent har hvørki fyrr ella síðani.

Jógvan Tróndarson fór í fuglapláss, har sum eingin annar tordi at fara. - Eitt summarið, tá ið hann var farin til bjarga at síða við sonarsoni sínum og navna, fall hin yngri Jógvan í Hvannrókini stóru. Hann hevði klintrast upp oman fyri Hvannrókina, var dottin omanaftur og hevði brotið hol á høvdið. Hin gamli fór tá niður eftir honum og lesti seg upp við honum í føvninginum 26 favnar upp á slætt. Sár yngra Jógvans varð afturgrøtt av einum lekjara á einum hálendskum skipi, ið lá í Hvannasundi, men heilin var brekaður, og ongantíð fekk drongurin sína fyrru heilsu aftur. Ofta kom svøvnur á hann, sum hann sat, og tað var hansara deyði, tí á sínum tjúgunda ári, tá ið hann var farin til fugla ein dagin, sovnaði hann út av Enninum, einum fleygasessi í Norðbergi. Líkið rak upp á Húsum á Kalsoynni.

Jógvan var av fótfimastu monnum. Eitt árið slepti hann fimm veðurlombum, einum í hvørt pláss (Hóurskor, Eysturskor, Hvannrókin stóra, Valstakkurin og Grønaskor), og tók so øll hesi veðurlomb aftur eftir einum degi uttan tað størsta, sum fór útav í Hvannrókini. Hann fekk í ryggin á tí, men sá sær ikki føri til at halda tí.

Um styrki Jógvans er ein stutt frasøgn. Ein bóndi í Hattarvík, kallaður eiðismaðurin, var óføra sterkur, men eitt óvætti. Eitt árið bóru kirkjumenn hoyggj hjá honum, og Jógvan, sum tá var gamal og gekk við putt (prukku), var við. Eiðismaðurin bant sær eina hoybyrði, sum hann ikki orkaði at bera sjálvur, og heldur eingin annar. Tá kom hin gamli Jógvan út á bøin og bað hoymenninar skúgva byrðina upp á seg; “hann skuldi tó vita, um hann var ikki mentur at standa undir henni,” helt hann. Tá ið teir høvdu fingið byrðina upp á hann, bar hann hana beint í hoygarðin, sum desin stóð. Tá segði beiggin Gorsi, sum lá uppiá: “Ja, bróðir, væl hevur eggjastropin rinið á okkum!” - oftum høvdu teir verið saman og drigið lundar, fingið brotin egg og latið stropan niður í dyllur.

Nú er at greina frá Eyðun, elsta bróður Jógvans Tróndarsonar. Hann var niðri upp á landsins besta einaferð saman við øðrum monnum, ið valdir vóru til tess at gera ferð niður og biðja kong geva føroyingum tann konguliga handilin aftur í staðin fyri rættin tann, ið junkar Gabel hevði til handils í oyggjunum. Meðan teir vóru í Danmark, brast ófriður á ímillum Danmarkar og Svøríkis, og teir fóru við í kríggj. Tá ið kríggið var endað, komu allir heim aftur til Føroya uttan Eyðun. Hann leypst, sigur søgnin. Meðan hann var niðri, lá hann saman við einum øðrum føroyingi um næturnar, men ein morgunin var hann horvin, og síðan spurdist hann ikki upp aftur. Altíð hevði hann tráað eftir at sleppa suður, har sum urtirnar gróðu. Einans ferð skal hann tó hava vitjað Føroyar aftur, og harum er henda frásøgn:

Eitt útlendskt skip sást ein dagin uttan fyri Fugloy, og bátur kom í land eftir vatni. Fugloyingar undraðust á, so kunniliga sum hesir skipsmenn stýrdu ímillum boðarnar og inn at lendingini. Tá var tað Eyðun, sum stýrdi. Hann fór niðan at húsum og inn í “niðaru stovu”, har sum móðir hansara og bróðirin búðu (nú rópast húsið “suðuri í túni”). Sum hann traðkaði á helluna, ið lá fyri durunum, rillaði hon og glintaði. Tá hevði hann fyri munni á sær: “Tú glintar enn sum áður.” Mamman, sum tá var avgomul og blind og lá í seingini, var einsamøll inni; Jógvan var á útiróðri. Eyðun fór so tigandi og stakk eitt turriklæði niður við songarstokkin og fór so út aftur. Vant var tá í tíðini, at útlendsk víkingaskip komu til Føroya at rána, men hetta skipið gjørdi einki óskil; tað sigldi burtur aftur sama dag og Eyðun í tí, og síðan er einki frætt um hann. Tá ið Jógvan kom heim av útiróðri um kvøldið, fann hann turriklæðið og spurdi: “Mamma, hevur bróðir verið her í dag?” Men hon bara eymkaði seg við. Hellan hevur ligið og rillað til stutt síðani, og smábørn hava havt tað til stuttleika at traðka á hana og fáa hana til at glinta; men nú er bygt út yvir hana

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017