• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Skerpukjøtið

Ein vetur fór Páll bóndi í Toftum í Hósvík (abbi til tann bóndan, ið nú er) til Kaldbaks at vitja gentu sína, Elsu. Um somu stund var móðir Páls eisini farin at ferðast; hon vildi vitja ætt sína í Kollafirði. Eftir heima vóru trý systkin Páls, tað elsta av teimum var Anna (sum seinni giftist við Hans Andrias í Áarstovu í Havn). Faðir Páls var deyður longu, meðan Páll var ungur.

Um niðurfaringartíð, meðan tey trý eftirverandi systkini vóru stødd inni í roykstovuni, hoyrdu tey gátuført ljóð; tað var, sum skuldi tað komið úr hjallinum, ið stóð nærindis roykstovuni. Tey settu seg at lurta, og beint sum tey so sótu, kom ein mongd av smágróti niður ígjøgnum ljóaran.

Tey gjørdust heilt bangin og rýmdu innar í glasstovuna. Og tað varð seint, áðrenn tey tordu at leggja seg.

Tá ið tey fóru út í hjall morgunin eftir, gjørdust tey bilsin. Ein ásur, har sjey krov hingu, eitt gamlaseyðakrov, ið hekk á einum øðrum ási, og annar tann stóri lýsikíkurin var burtur úr hjallinum; hin kíkurin lá á gólvinum, og nakað av lýsi var runnið úr honum.

Søgnin er, at skjótt eftir, at Páll var afturkomin, skuldi hann kunna gruna, hvør tað var, ið stolið hevði úr hjallinum. Men hann var ein friðarmaður; tí tagdi hann.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017