• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Húsa Pætur

Í gomlum døgum, ja, vit kunnu siga inntil fyri 25-40 árum síðani vóru í bygdum altíð nøkur fólk, sum hildu meira av at ganga um og biðja enn arbeiða fyri kost og klæðir. So við Húsa-Pæturi.

Einaferð um vetrartíð kom Pætur til Mikladals. Hann var væl tikin ímóti og fekk ull og kjøt o. a., hvar hann kom. Ullin hevði tá í tíðini mest virði, og tí fekk hann minst av henni, men hann var kortini líka fróur, tí skuldi sannleikin sigast, so hevði hann ongan óføran lyst til ull. Hon skuldi jú arbeiðast til, og arbeiði hugaði honum einki. Tí takkaði hann enn meira hjartaliga fyri kjøtið og hvat annað, ið honum var unt, heldur enn fyri ullina.

Eftir at hava gingið frá húsi í hús kom Pætur at enda til tey seinastu í bygdini. Hann legði við tað sama til merkis, at yvir grúgvuni hingu nøkur pør av hosum. Hann var ikki seinur at biðja húsfrúnna um eitt par; tá vildi verið gaman í hjá honum, tí so slapp hann frá stríðinum við at virka ull sjálvur til einar hosur. - Men konan í húsinum svaraði honum, at hosur kundi hann ikki fáa. Harímóti kundi hann fáa so mikið av ull, at einar hosur kundu virkast úr henni. Hetta svar dámdi Pæturi lítið. Og hann lovaði, at í longdini skuldi hon fáa at síggja, at ikki var gott at sýta honum eina bøn.

Eftir henda dag kom altíð ein bláur blettur á hvørt hosupar og hvørja troyggju, ið virkað var í hesum húsum. Hann, ið greitt hevur frá hesi søgn, hevur hoyrt sagt, at hetta skuldi vera púra satt. Og av hesum orsakað kundu tey í húsinum, sum sýtt høvdu Pæturi hosur, ikki fáa so nógv av peningi frá handlinum fyri ullvørur teirra sum onnur. Fyrst eftir langa tíð fór tann blái bletturin so við og við burtur.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017