• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

HÚSARÆNARARNIR ELLA HÚSAMANNAHATTURIN

Um eitt ting, sum sløðist illa og verður lænt nógv út, er í Føroyum orðtakið: Hatta er sum Húsamannahatturin. Um henda hatt, sum er vorðin orðtak, og um teir, sum áttu hann, er ein søga.

Einaferð fyrr í tíðini livdu í bygdini á Húsum í Kalsoynni seks menn. Teir bundu saman felag, eitt ringt og óvandaligt partaníggj, sum altíð gjørdi illverk og skaða á aðrar menn, rændi og stjól, so teir vóru einki annað nevndir av øðrum fólki uttan “húsarænararnir”. Teir fingust við at rógva út, men vóru reiðuliga ikki lystarsterkir. Eitt stórt hol er inn í bergið ímillum Húsa og Mikladals, norðanvert við Lunnarsgjógv, sum er mark ímillum hesar báðar bygdirnar; tað er til støddar og í skapilsi sum ein ógvuliga stór stova; sjógvurin gongur inní, og loftið uppiyvir er rundað sum eitt hválv. Har er atdjúpt, so bátar kunnu leggja heilt innundir. Holið er nevnt eftir hesum húsamonnum og kallast enn á døgum “Húsamannaholið” ella “Húsastovan”, tí har høvdu teir oftum tilhald, helst tá ið teir lógu og lúrdu eftir bátum. Einaferð tá ið teir vóru farnir til útróðrar av lítlum huga - dýrdarsjógvur var - løgdu teir seg við bátinum inn í hetta holið og tóku at oysa hvør annan undir við sjógv. So snúðu teir heimaftur, ongul í reyv, og søgdu fyri konufólkinum heima, at tað var ódn í sjónum, so tað var ikki torgandi út við báti; men blikalogn var allan dagin. Einki arbeiði tímdu teir at fáast við. Eina ferð hittu teir uppá, at teir skuldu fara til Kunoyar at stjala tøð, tí teir høvdu frætt, at tøðini har skuldu frukta so ógvuliga væl. Teir fóru eina fyrstu páskanátt, komu væl fram og fyltu bátin við tøðum, sum teir tóku úr Skánakøsti (suðuri á Bø í Kunoy); úr tí køstinum skuldi tað frukta best. Men tá ið teir fóru heimaftur, kyldi hann høgt, og vestfalsbroddur var í firðinum. Tá ið teir vóru komnir nakað miðskeiðis, var tað sovorðið slups og so nógvur sjógvur gekk á tøðini, at teir mundu sokkið, men bjargaðu sær tó við at blaka helvtina av farminum út. - Teir høvdu fyri sið at flyta menn og so seta teir upp á andnes og útnes, har sum teir kundu ikki sleppa frá aftur, men vóru at fløða burtur ella doyggja í hungri. - Einaferð drópu teir ein mann og høvdu hann til agns. Harum er henda frásøgn: Ein morgun, tá ið teir fóru til útróðrar, kom ein maður úr Elduvík, sum ætlaði sær yvir um fjørðin. Hann var nakað seinur á veg, tí teir vóru um at leggja frá landi, tá ið hann kom; hann rópaði á teir og bað lova sær við teimum yvir um fjørðin. Teir øntu ikki aftur, men løgdu frá landi. Hann leyp á sjógvin, treiv eftir bátinum og fekk báðar hendur um æsingina. Har hekk hann afturií, meðan teir róðu teirra leið fram. So hildu teir, at hann darvaði bátin ov nógv, og ein tók ein fótalunn og slerdi hann á skøvningin so dygt, sum hann orkaði. Maðurin slepti og datt niðurfyri. Teir róðu frá honum, men snúðu brátt aftur til hansara og drópu hann, tóku hann so við sær og goymdu hann í “Húsastovuni”, hvar teir høvdu hann liggjandi á floti fastbundnan (summi siga, at teir bundu hann fastan til ein lunn og hongdu henda lunn tvørtur um Lunnarsgjógv). Hvørja ferð teir so fóru til útróðrar, róðu teir til hansara og skóru av honum til agns. Kunoyingar fingu illgruna, tí húsamenn fiskaðu so ógvuliga væl og teir sjálvir einki. Teir fóru tí at ansa eftir, hvussu hetta bar til, og raktu við mannin, ið hinir høvdu til agns. So kom hetta í ljósmála. - Einaferð fóru húsarænararnir at síga eftir lundum norðuri í Dali. Teir lótu ein mann niður í gjónna í bjargalínu, men línan royndist ov stutt; teir tímdu ikki at draga uppaftur, men skóru av í erva og sleptu so línuni. - Eina aðra ferð, tá ið teir vóru farnir til útróðrar, funnu teir úti á havinum ein bát flótandi við einum manni í. Tað var ein útróðrarbátur av Eiði. Tað hevði verið stormur av landsynningi; eiðismenn høvdu vunnið heim undir Torvanes (vestan fyri húsini á Eiði), men vóru so riknir aftur til havs. Teir vóru tá møddir og illa heitnir, neyðarmenninir. Um náttina blíðkaði móti degi, men so brast óveðrið á aftur, og teir róku eystur á Dánialsmiðið (á várleiðini). So strangur hevði andróðurin verið hjá teimum, at av átta monnum vóru teir sjey deyðir, tá ið húsarænararnir raktu við bátin. Hin eini maðurin, ið livdi eftir við neyðarlívi, var formaðurin sjálvur, durhúsbóndin av Eiði, og hann sat við einum bláum tóhatti á høvdinum. Hann var glaður, neyðardýrið, tá ið hann sá bát, og hugsaði, at teir komu honum til hjálpar; men hann skuldi fáa annað at vita. Teir løgdu til hansara, nøktaðu hann úr klæðunum og sleptu honum so aftur í bátin, sum teir oystu fullan av sjógv. Hatt hansara fingu teir hug til at eiga og tóku hann til sín. So rýmdu teir sín veg og lótu bátin við tí nakna manninum í reka, hvar hann vildi. Meðan teir róðu heim aftur, eygleiddu teir alla tíðina mannin. Tá ið teir komu á Húsarákið (mið úti í Kalsoyarfirði, tríggjar fjórðingar uttan fyri norðurendan av Kalsoynni), sótu kalsoyingar (mikladalsmenn) har og royndu miðið. Sum húsarænararnir komu rógvandi fram við teir, hoyrdu teir ein á Húsabátinum siga: “Enn hýkur hann úti í eysturi!” Kalsoyingar góvu sær ikki far um hetta tá við tað sama, tí teir høvdu ikki sæð Eiðisbátin, men seinni, tá ið frættist um hattin, grunaðu teir, hvat ið meint var. Hatturin, sum teir høvdu tikið av durhúsbóndanum, varð skjótt tiltikin, og kallaður Húsamannahatturin. Teir áttu hann allir í felagi og skiftust til at hava hann, tá ið teir fóru at ferðast, so tað man vera satt, sum sagt er, at teir klandraðust ofta illa um hann. Slíkir tóhattar vóru nógv nýttir tá, helst tá ið menn fóru til høgtíðir ella til at fríggja. Hvar ið hesir húsamenn vóru saman í ferðum, høvdu teir hattin hvør sína løtu, til dømis í brúdleypum. Í brúdleypum skuldi hvør maður hava hattin undir hondini, tá ið hann fór til offurs. Bitar vóru tá í tíðini í kirkjunum; har løgdu allir hattarnar uppá og tóku niður av aftur, tá ið teir fóru at offra. Hin fyrsti av húsarænarunum, ið fór at ferðast við hattinum, gjørdi sær ørindi til Eiðis at fríggja til einkjuna eftir durhúsbóndan, sum teir høvdu tikið bæði lívið og hattin av; men hon kendi við tað sama hattin, ið maður hennara hevði átt, og harafturat knívin og slíðrarnar (tað høvdu teir eisini tikið). Hon østist upp av reiði, tí hon kundi nú vita, at hetta húsaslagið hevði forkomið manni hennara, koyrdi hann út og segði, at, so leingi sum teir livdu, hann og tað slagið, sum hann var uppií, skuldu teir vera eyðkendir menn og fjónaðir av øllum.

Seyð fingust teir eisini við at ræna sum mangt annað. Bæði Villingadal og Ritudal løgdu teir fyri og kundu síggjast uppi á eggini frá Mikladalsbygd. Einaferð fór bóndin á Sunnanágarði í Mikladali eftir teimum heim á Mjóva (har stóð rætt teirra) og loysti seyð sín, sum teir høvdu bundið; men einki fingu teir gjørt honum.

Tað er sagt um húsarænararnar, at teir vóru annarleiðis mæltir enn hitt fólkið, og helst var tað tað, at teir skurraðu so illa. Tað skuldi koma av tí, at, tá ið Eiðisbáturin var horvin, og tað frættist um henda vælsignaða hatt, so bað prestur Gud um, at tað mátti roynast og kennast á onkun hátt, hvørjir ið høvdu dripið eiðismenninar, annaðhvørt í tosi ella í øðrum atburðum teirra, sum gjørt tað høvdu. Tá broyttist málið hjá húsarænarunum, og teir komu allir til at skurra.

Tað síðsta, ið hoyrdist frá teimum, var, at teir fóru á fjall suður í Haga (sunnan fyri Húsar). Har róku teir seyðin gjøgnum ein dal oman í fjøruna og inn í ein skúta inn undir ein stóran klett. Tað var rætt teirra. Søgn er, at teir komu til ilnar á rættini og tóku at deilast; men sum teir vóru mitt í klandrinum, leyp bergið niður yvir teir og byrgdi teir inni, so alt, bæði menn og seyðir, doyði. Sagt er eisini, at illstøða teirra stóð av einum morreyðum seyðbandi, og tí hava húsamenn til henda dag ikki nýtt móreyð seyðbond. Eitt var tó, sum slapp haðani við lívinum; tað var ein tík, og hildið var, at henda tík hevði gjørt minst ilt av øllum - tí slapp hon.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017