• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Pætur og Dósi

Pætur og Dósi - báðir húsamenn - ferðaðust ofta saman. Soleiðis verður sagt, at teir báðir einaferð vóru saman í Mikladali. Dósi var leiddur av at bíða eftir felaga sínum og fór undan honum heimaftur. - Nú hetta verður sagt fyri Pæturi, svarar hann blídliga, at Dósi mundi nokk koma at bíða eftir honum kortini. Og hann skundaði sær ikki við at gera seg lidnan. - Tá ið hann umsíðir var liðugur við ørindi síni, fór hann til gongu. Komin niðan á Ennið, var Dósi har. Tað var honum ógjørligt at koma longri, hvussu hann enn royndi, áðrenn Pætur kom.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017