• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

ÓLI SEYÐAMADUR

“Seyðamaður á Sondum

kendi knív sín burtur í øðrum londum”

er eitt gamalt ørindi í Føroyum.

Óli seyðamaður búði í Húsavík í Sandoy og er sagdur at hava verið næsti maður frá teirri viðgitnu húsfrúnni.

Ein dagin var hann farin burtur í haga undir Vestfelli (vestan fyri Húsavík) til at hyggja eftir seyði. Sum hann gekk, slitnaði onnur æsin úr skónum hjá honum; hann settist niður til at gera sær eina nýggja æs og legði so knívin frá sær, meðan hann bant tveingin. Í hesum sama bragdi kom ein kráka, tók knívin og fleyg burtur við honum. Óli leit upp og sá krákuna flúgva í eystur við knívinum í nevi sínum. Hann var ikki meira enn heimkomin, so kom slík trá á hann at fara til Noregs, og henda trá var alt at vaksa dag undan degi. Um summarið var hetta, og sama heyst fór hann í skipi til Noregs. Komin hagar søkti hann sær hús upp og fekk innivist hjá einari einkju. Hon var bæði blíð og týð við hann, setti valamat fyri hann og legði knív hjá. Hann tekur at skoða knívin og snýr honum ymsar vegir. Hon spyr hann, hví hann ger so. Hann sigur, at hann hevur átt henda knív. Hon spyr hann eftir, hvussu hann misti hann. Hann sigur, at ein kráka stjól hann frá sær, sum hann hevði gjørt sær æs á skógvin ein dagin burturi í haga. Tá læði hon, og við tað sama skildist honum, at tað var hon, sum hetta hevði gjørt: skapað seg um í krákulíki, stolið knív hansara og drigið hann sjálvan til sín við gandi.

Ein dagin fór hann inn hjá einari grannakonu. Hon spyr hann, hví hann sær so neyðarsligur út: hann mátti verið fitnaður, sum hann lá fyri einki. Um hann fekk so lítið at eta? Hann helt, at hann fekk bæði nógv og gott: fisk, breyð og smør og kjøt. Hon spyr, hvat fisk hann fær. Hann sigur henni. Um matmóðir hansara segði nakað við hann, áðrenn hann fór at eta? Ja, hon bað seg ikki bróta ryggin sundur í fiskinum, tá ið hann hevði etið uttan av honum, segði Óli.”Síggi eg tað! alt er einans fiskur, ið tú etur; tað, ið tú hevur etið, villir hon aftur á beinið. Nú skalt tú bróta ryggin sundur í trý fyrstu ferð, ið tú fært fisk aftur at eta.” Hann so gjørdi. Tá ið matmóðir hansara tók fatið útaftur, segði hon: “Skamm fái tann, ið teg lærdi hetta!” Tá fekk maðurin annan lit.

Tá ið veturin var uppi og várið komið, hugsar Óli um at sleppa sær aftur til Føroya. Hann vitjar innum hja hesari somu grannakonu, sum hann hevur gingið til áður. Hon spyr, um matmóðir hansara einki hevur givið honum í gávu, nú hann er búgvin til heimferðar. Hon hevur givið honum ein vakran nýggjan saðil til ein reiðrarhest. Einki annað? spyr hon. Og so ein greiðkamb, sigur hann. “So; men segði hon einki við teg, tá ið hon gav tær kambin?” “Tað gjørdi hon; hon segði: tú skalt ikki taka hárið av kambinum, tá ið tú hevur greitt tær, men lata tað sita uppiá.” “Tað hugsaði eg”, sigur hon; “tú skalt taka hárið av kambinum og brenna tað, síðan taka og greiða kambin aftur í kálvskinnið tað lodna, sum er fast undir saðlinum og lata kálvsullina vera uppi á kambinum; so kant tú seta hann upp undir bjálkan í skipinum, har sum tú liggur.” Óli takkar henni fyri ráðið. Síðan fer hann í skipi heim til Føroya og hevur knív sín aftur við sær. Tá ið teir eru komnir so nær, at teir síggja Føroyar, fer Óli at vaska og greiða sær. Síðan greiðir hann kálvskinsullina og setur kambin aftur í kálvskinnið. Nú hann er ílatin, gerst sovorðið buldur í lastini, so teir vita einki annað enn, at skipið gongur sundur. Skiparin biður opna lastina til at vita, hvat tað er. Teir taka lúkuna av — huts! nú flýgur saðilin uppúr. Tá ið Óli kemur niður aftur til sín sjálvs, er kamburin horvin við. Hetta mundi hon, gandakellingin, hava gjørt til at villa hann aftur til Noregs, hugsaði hann. Síðan er einki um ferðina at siga uttan tað, at teir komu væl fram.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Slóðir
Viðkomandi sagnir
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017