• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

MAÐURIN, IÐ VAR EFTIR Í LÍTLU DÍMUN

Eitt heystið um mikkjalsmessutíð vóru hvalbingar í Lítlu Dímun og tóku seyð. Tá ið teir skuldu fara úr aftur oynni, saknaðist ein maður úr Vørðu. Teir bíðaðu eina góða løtu, men eingin maður kom, og teir hugsaðu tí, at hann mundi vera omandottin. Seint var til dags, og tað ókyrraði, so teir tordu ikki at bíða longur, men fóru avstað. Ofta hugsaðu teir um at vitja aftur, men ikki viðraði. Maðurin, sum eftir var á oynni, søkti um náttina inn í eitt helli, har sum fuglamenninir vóru vanir at sova. Mong helli eru í berginum (á sunnaru síðu á oynni), og rók er, sum menn kunnu ganga eftir til teirra; tey eru so long, at væl ber til at liggja í skjóli har fyri regni og vindi. Um morgunin, tá ið hann vaknaði, stóð borðreitt fyri honum við heitum mati, og so var tað hvønn einasta morgun. So mikið stóð um morgunin, sum hann kundi liva við um dagin. Kobbakjøt og fuglakjøt var tað mesta, hann fekk; seyðakjøt onkuntíð ímillumat. Tá ið veðrið var gott, gekk hann og reikaði uppi á oynni. So leið tíðin fram undir jól. Eina nátt, sum hann lá í hellinum og gramdi seg um, at hann visti ikki, nær ið jól mundi vera, ljóðaði ein reyst inn til hansara: »Náttin ein og dagarnir tveir til jóla.« Jólamorgun stóð ein kobbagrúkur fyri honum. So leið veturin og várið kom. Eina nátt droymdi hann, at í morgin kom hann at sleppa burtur úr oynni, men nú átti hann at leggja sær væl í geyma ikki at siga nøkrum menniskja frá, hvussu hann hevði livað; tí um hann segði frá tí, skuldi hann ikki gangast av árinum. Dagin eftir kom ein bátur at sita undir oynni; tá rópaði hann til teirra og segði, hvør hann var. So tóku teir hann inn í bátin, men vildu illa kennast við hann í fyrstuni, tí hann var vorðin so feitur. Í eitt ár gekk hann rætt sum í dula og talaði einki. Einki brekaði honum tó til heilsuna. Men konan gekk og amaðist uppá hann í heilum og fekk lokkað hann umsíðir til at siga sær nakað lítið frá. Tá livdi hann ikki aftur í árið.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017