• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

JANSAGUTTARNIR

Dógvin búði í Hovi í Suðuroy. Hann keypti nógv í loyndum av útlendskum skipum, sum sigldu hagar, men kom í endanum í so stóra skuld, at hann noyddist at flytja vesturum til at krógva seg og setti búgv í Herdali í Vesturvík (sum Fámjin tá kallaðist).

Eina ferð lá eitt fransaskip (summi siga íraskip) fyri vestan, og Dógvin og sonur hansara fóru út til tað við fiski at avreiða. Tvey konufólk av skipinum fóru niður í bátin til stuttleika til at síggja fiskin, men rætt sum tað var, tóku menninir til árar og róðu burt við teimum beint í sólina, at einki skuldi síggjast til bátin (tí bjørt skein sólin og stavaði niður í sjógvin). Ikki varnaðu skipmenninir, fyrr enn ovseint var. Í eina viku lógu teir undir landinum, men ikki bar til hjá teimum at lenda. Síðan fóru teir sín veg.

Dógvin og sonur hansara giftust við fransakonunum. Av teimum eru komnir merkismenn og ítastir millum teirra Jansin og synir hansara, Gilbert og Albert, ið kallaðir vóru jansaguttarnir. Lágir vóru teir brøður í gøtuni, tá ið teir sýndu reystleika sín. Momma teirra spurdi ein dagin eina aðra konu, um hon hevði sæð nakað til lítlarnar; hon fann teir ongastaðni. “Ja,” segði konan, “teir fóru hvør við sínum snøri í báti út fyri Steinin at fiska”. Tá vóru teir enn í barnaklokku.Í teirri tíðini herjaðu útlendskir ránsmenn nógv í Føroyum og eina mest í Suðuroy. Jansaguttarnir og hargarbrøðurnir í Sumba vóru tá sum landaverjur fyri Suðuroy. Einaferð vóru írar komnir til Hvalbiar og gjørdu nógv óskil. Boð var sent til Fámjins eftir jansaguttunum at biðja teir koma til Hvalbiar sum skjótast at hjálpa til at verja. Tá ið teir komu, sótu írarnir í roykstovuni hjá bondanum við Neyst og ótu oksakjøt. Teir høvdu tikið ein oksa og slaktað og trúað bóndan til at lata hann kóka til teirra. Jansaguttarnir settu seg stillisliga niður beint innan fyri dyrnar. Í skinnstúkubulum vóru teir klæddir. Írarnir, sum hildu hetta vera neyðardýr, ið komin vóru at biðja sær okkurt, blakaðu knúturnar á gólvið til teirra at piða, tá ið teir høvdu etið kjøtið burturav. Jansaguttarnir tóku upp beinini, ið blakað vóru til teirra, bitu tey sundur og tugdu upp í mjøl, sum tað hevði verið kókað epl. Harum er yrkt ørindi:

“Jansaguttin sterki og Olbuttin (Albert hin) føri,

tá ið annar hevði klovið (kloyvt),

hevði annar tað í mjøli.”

Írarnir vóru bilsnir og spurdu, hvat menn hatta vóru. »Tað vóru rossadreingirnir hjá presti,« varð teimum svarað. Tá fullu írar rættiliga í fátt: tá ið hesi neyðardýrini kundu knaska so hasi hørðu beinini, mundi onkur vera sterkari, hildu teir. Teir, ið vóru so sterkir í tonnunum, mundu vera sterkir í hondunum eisini. Og írarnir høvdu tá ikki meira óhógv í hesari ferð, men skundaðu sær aftur til skips.

Eingin bygd var so illa viðfarin av útlendskum ránsmonnum (helst turkum og írum) sum Hvalba. Eina aðra ferð, ið írar komu har og løgdu inn undir Ranan, fór uppaftur boð til Fámjins eftir jansaguttunum at koma til at verja. Teir alt fyri eitt til gongu til Hvalbiar og høvdu teirra fjallstavir við sum vápn. Á Fitjasondum (tætt uttan fyri træbrúnna í Hvalba) komu nakrir írar ímóti teimum. Annar jansaguttin stakk ein íran í búkin við píkinum á stavi sínum, so at garnarnar hingu út. Albert tók um ein og klípti hann so fast oman fyri hupparnar, at hann fekk deyðamein. Annar av hesum, ið so høvdu fingið banasár, var so harðbóligur, at hann gekk langan veg kortini. Hann fór til gongu suður eftir oynni og fanst síðan liggjandi deyður við Íradamm í sunnara parti av Hvalbiarhaganum. Annar jansaguttin noyddist at halda undan tveimum fíggindum. Teir runnu tvørtur undir húsunum hjá presti um Leirabø, jansaguttin undan og írarnir aftaná. Vestureftir runt um fjallið hildu teir suður um Økslina. Har vendi jansaguttin sær við og ætlaði at geva írunum mótitøku. Sum teir stóðu og hóttaðust — hvørgin tordi at sláa annan — tá brast á aftanífrá. Tað var hin jansaguttin, sum var runnin aftaná og nú kom til hjálpar. So fingu teir bast fíggindunum.

Jansin og jansaguttarnir búðu í Jansagerði (í Fámjin). Ein stór fýrhyrnd hella lá fyri durunum. Hon var holað eitt sindur niður í miðjuna, og so høvdu teir hana í staðin fyri trog at eta av. Matarløgin stoyttu teir altíð hará. Bæði í kavaroki og í góðum veðri ótu teir sín mat á hesari hellu. Ikki var stórt kókingarstarv í húsinum: tá ið skræðan skryktist, og tá ið lopið var á gron á fiskinum, tá var kókað hjá teimum.

Jansaguttarnir høvdu konur úr Sumba. Eina tíð giftist úr Fámjin bara til Sumbiar og úr Sumba bara til Fámjins — í hesum bygdunum var tað menniligasta fólkið í Suðuroy.

Eina ferð, sigur søgnin, hitti Jansin ein kobba á rivinum í pollinum, treiv um fitjurnar á honum við báðum hondum og helt fast. Teir drógust so leingi, at Jansin maktaðist í endanum og var at sleppa, og kobbin fór frá honum út aftur á sjógv. “Kobbin mundi føla tað kortini”, helt hann. Nakrar dagar eftir rak kobbin upp í Fámjin undir húsunum og var deyður. Hann var brotin í mjórygginum, og blóð lá eftir hvørjum fingri, sum Jansin hevði hildið um fitjurnar. So fast hevði hann trýst.

Giljabóndin í Hvalba sendi eitt heystið boð eftir jansaguttunum, at teir skuldu koma og fáa sær hendur á eitt vargafylgi av seyði, sum eingin var førur fyri at reka. Hann lovaði teimum góða løn afturfyri. Teir so gjørdu eftir bøn hansara og komu til Gilja. Song fingu teir at sova í, men ikki svav meira enn annar í senn — annar vakti, tí teir ræddust svik av bóndanum. Um morgunin fóru teir av stað fastandi; bóndin vísti teimum á, hvar teir skuldu leita. Seint á kvøldi annan dagin fingu teir fylgið at einari rætt og bundu tað niður. So komu teir aftur og søgdu bóndanum frá; ikki høvdu teir vætt mat tá í tveir dagar. Bóndin fór út aftur við teimum á rættina og gav teimum lov til at taka burtur úr seyðinum so mikið, sum teir kundu bera: tað skuldi vera løn teirra. Teir tóku tá sjey lomb hvør og bóru norðast av endanum á Suðuroynni til Fámjins.

Guttans støð eitur ein lendistøð í Fámjin (beint innan fyri rivið í pollinum). Hon er nevnd eftir hinum eldra jansaguttanum. Har vóru Jansin og synir hansara vanir at leggja at landi, tá ið teir komu av útiróðri.

“Trossurin” er eitt mið, átta fjórðingar frá landi, uttan fyri Fámjin. Haðan róði Jansin eina ferð landið upp í mjørkakóvi og kom beint á flesina í Fámjin. Tá kendist ikki kumpass enn í Føroyum, men útróðrarmenn kundu í mjørka finna beint á landið kortini, tá ið teir fylgdu sjóalduni í neðra, sum altíð gongur at landi. Hesin kunnskapur doyði burtur, tá ið kumpassin kom, og eingin maður sigst nú at vera so kønur, at hann dugir at finna land í mjørka bert eftir alduni.

Einaferð tá ið jansaguttarnir vóru út at rógva, vildi hin eldri ikki taka á við árini. Hin yngri var tá illfýsin, tí at hin róði ov lítið. Tá ið teir komu inn á sundið (Fámarásund), tá fyrsta tók hin eldri rættiliga á og breyt við tað sama árina. “Hvat hevði nú verið burtur úr okkum, um eg hevði brotið árina úti á sjónum?” helt hann.

Eitt ómenni, sum eyknevndist Larri, kappróði eina ferð við Jansan frá Lomviarsundinum (fyri Hvalbiarskorum) og út á Gólegg - tveir fjórðingar til longdar. Tá ið teir komu at miðinum, breyt Jansin árina. Tá segði Larri: “Skítt nú! Nú vanst tú ikki kortini,”

Síðsta frásøgnin um Jansan er henda: Ein dagin, sum hann var út at rógva við einum soni sínum, brast óveður á, stormur og kavarok av landnyrðingi. Teir søktu til lands, og tað var so, at teir slitu inn á Brimstøð á norðaru síðu á Fámjinsvág, einasta stað, sum teir sluppu at. Tá var mátturin gingin frá teimum. Teir sleptu bátinum og bjargaðu sær sjálvum. So fóru teir til gongu upp eftir brekkuni upp ígjøgnum Múlan, ið er so brattur, at í besta veðri kann neyvan ein tann besti maður bera ein annan har. Ein fjórðingur er brattin upp at ganga. Tá ið teir komu upp á Røkur, var hin gamli deyðlúgvaður; hin yngri tók hann tá á bakið og bar hann upp á Knúk. Tá ið teir komu oman Kirkju vestan Brunn, og hin yngri skuldi leypa um ánna, tá var hin gamli deyður.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017