• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

SNÆBJØRN

Bóndin Jákup við Neyst í Hvalba hevði ein húskall, sum var bæði brøgdigur og djarvur og einsýnamaður til bakkagongu. Hann æt Snæbjørn (Snæbi, Snábi). Bóndin átti tvey fjós, annað heima við Neyst og annað vesturi í bygdini, á Heyggi. Í heimafjósinum hevði hann neytini seinna partin av vetrinum. Eina arbeiðskonu hevði hann, sum slektað var úr Mykinesi; hon ambætaði neytunum, men av tí at tað var nakað langur vegur hjá henni at ganga til tað vestara fjósið, so búði hon helst í tí fjósinum, meðan neytini stóðu har. Tí rópaðu tey hana fjóskonuna, og Snæbjørn var fríggjari hennara.

So hendi tað eitt árið, at teir stóru komu suður til Suðuroyar at halda ting, og komu teir til Hvalbiar. Dómarin gisti hjá Jákupi við Neyst og fekk dúvuungar til mats. Honum fall hesar moyru ungar ógvuliga væl, og spurdi hann bóndan, hvaðan hann hevði fingið teir. Bóndin svaraði, at Snæbjørn hevði fangað teir í einum hválvi í berginum, men so illa var gongt hagar, sum teir áttu, at eingin maður í bygdini tordi at ganga til teirra uttan Snæbjørn.

Árið eftir kom dómarin aftur at gista hjá Jákupi við Neyst. Hann biður bóndan um at koyra sær Snæbjørn út í dúvuholið til at taka nakrar dúvuungar. Bóndin bað Snæbjørn fara, men hann synjaði fyri at gera tað, tí hann var illur um, at dómarin ikki kom til hansara sjálvs og bað hann veita sær tann beina, men vildi hava húsbóndan til at koyra seg avstað sum ein annan hund. Snæbjørn fór tí ongan veg, men dómarin var illa í øgn við hann av hesum.

Eina tíð eftir hetta kom eitt hálendskt skip til Suðuroyar. Tað hevði mangar góðgripir at selja, men eingin tordi at keypa, tí at kongur hevði burturleigað til nakrar keypmenn rættin til at hava handil í oyggjunum. Snæbjørn fekk sær so tigandi fýra turriklæði av hesum skipi, og tey tvey gav hann gentu sínari, fjóskonuni. Hetta kom upp, og Snæbjørn varð stevndur til at møta á Øravíkar tingi at hoyra tann dóm, sum yvir hann skuldi ganga fyri óløgligt keyp. Tingið varð hildið í tinggilinum uppi ímillum Stovur oman fyri Øravík. Snæbjørn visti, at dómarin var sær grummur, og væntaði ein harðan dóm, men kom tó á tingið. Ein góðan píkstav hevði hann hjá sær. Dómarin og fútin báðir sótu oman fyri helluna, ið rópast Tingborðið. Dómarin lesur dómin upp fyri Snæbjørn og dømir hann til at arbeiða í jarni fýra ár á Bremerholm. Snæbjørn kallar hetta ein ómildan og órættan dóm, reiggjar stavin yvir høvdið á sær og ætlar at sláa dómaran kaldan; men dómarin bregður sær undan og niður í fangið á fútanum. Stavurin rakaði fútan í høvdið, so hann small deyður niður. Tá kom róp í at grípa Snæbjørn, tí hann hevði dripið fútan; men Snæbjørn helt til beins alt fyri eitt og flutti, og so fimur var hann á føti, at eingin náddi fram at honum. Hann helt til fjals, upp Klovningar, ígjøgnum Øraskarð og upp á Fjallið Mikla. Nógvir úr mannamúgvuni hildu aftan á hann, men mjørki var uppi á fjallinum, so teir mistu hann brátt úr eygsjón. Vesturi á Fjallinum Mikla er ein heyggjur, nevndur Snavalsheygur; har hoyrdi ein av monnunum stavpíkin hjá Snæbjørni gella í grótinum og rópaði: “Her var hann! Eg hoyrdi píkin glintra hjá honum!” “Hoyrdi tú hann nú, so skalt tú ikki hoyra hann aftur”, svaraði Snæbjørn úr mjørkanum í erva og vendi so stavinum við, píkin upp og knappin niður. Mannaflokkurin gavst at elta hann, tí teir mistu hann burtur aftur, og dagurin kom at kvøldi. Snæbjørn fór suður eftir oynni og í tær røkur, sum eftir honum eru nevndar Snæbjarnarrøkur (í Gjógvaráfjalli í Vági vestarumegin, nakað norður við Fámjinsmarkið). Í miðrókini er ein hola niðurí og hall í berginum útyvir. Í hesum hellinum búði hann eina langa tíð, breyt búr um næturnar og stjól. Eina systur átti hann á Teigum í Fámjin; til hennara gekk hann á loyningum og fekk sær mat, eld og pott. Enn standa steinar í hálvring inn ímóti berginum í Snæbjarnarhelli, og øska finst ímillum. Men tá ið lágætt var, var tað so ógvuliga vátligt hjá honum í rókunum, og hann hugsaði tí um at fáa sær eitt annað skýli. Um heystið tók hann ein oksa av Lopransdali, drap og fletti hann; kjøtið hevði hann til mats, men húðina álaði hann sundur og flutti so norður til Hvalbiar. Uttan fyri Tjørnunes sunnanvert við Vatnsdal er ein brattur ryggur; har kleiv Snæbjørn so langt niður í vøllin, sum hann kundi sleppa, sló hæl niður og legði lesning á av húðálunum, sum hann hevði við sær. So lesti hann seg niður í dúvuholið, sum eftir honum nevnist Snæbjarnarhol. Men eingin gekk so langt niður frá í erva, at hann sá lesningin, tí har er so illgongt. Har var hann, tá ið lágætt var, og gekk um næturnar í Heygsfjósið til gentu sína fjóskonuna, sum var við barn við honum. Frá henni fekk hann mat, eld og pott. Í Snæbjarnarholu í Hvalbø var hann, tá ið lágætt var, og stjól tá helst suðuri á oynni; men tá ið høgætt var, var hann suðuri í Vági í Snæbjarnarrókum og stjól tá helst har norðuri. So gingu trý ár á henda hátt.

Snæbjørn var væl kendur við ein gamlan mann í Smillum í Vági, sum atti tríggjar synir. Eina nátt, ið vágbingar vóru á útiróðri, sóu teir eld í Snæbjarnar-rókum og fóru at tosa saman um hetta. Teir hildu, at har mundi Snæbjørn vera. Tá ið útróðrarmenninir vóru afturkomnir, fór hin gamli í Smillum til Snæbjarnar og sigur við hann, at nú er hann uppdagaður og verður tikin í kvøld, um hann ikki flytur. So velti Snæbjørn pott og alt, sum var, út av rókini, rýmdi og kom ikki aftur í Snæbjarnarrøkur. Stutt aftaná kom eitt skip inn á Hvalba um kvøldið og var horvið um morgunin. Uppá somu tíð var ein bátur horvin av Skálamøl í Hvalba, og so visti eingin meira um Snæbjørn. Men søgn er, at hann spurdist upp eftirsíðan í Hetlandi.

Drongur Snæbjarnar og fjóskonuna vaks upp hjá mommu síni í fjósinum á Heyggi, og so loyniliga gekk hon um tað, at eingin visti av, at arbeiðskonan við Neyst átti nakað barn, fyrr enn drongurin var so stórur, at hann kom oman á sandin at spæla ímillum aðrar óvitar. Tey spurdu hann, hvør ið hann var, men hann svaraði, at hann var sonur mommu sína — annað visti hann einki at siga. So varð fjóskonan spurd og mátti ganga við, at hon átti hann. Síðan vaks Jákup Snæbjarnarson, ið kall-aður varð “fjósbarnið”, upp á Neystagarði og varð seyðamaður í Hamrahaga uttan fyri Tjørnunes. Ein dagin, sum hann hevði verið í haganum og rikið, sat hann og seymaði sær eitt tjúkt lendaskøði. Hann heldur fyri, um nakar mundi kunna ganga so ein dag, at hann traðkaði hetta á hol. Tað hildu menn vera ómøguligt. Fyri dag helt hann aftur í hagan, at fuglur skuldi ikki seta á seyðin. Tá ið hann var komin ein góðan fjórðing frá húsum, sá hann ein mann koma ímóti sær, men legði einki í hann í fyrstuni. Hin ókunnigi hevði hund við sær líkasum Jákup, og í somu stund sum teir møttust, fóru hundarnir saman at bítast. Hundur Jákups drap hin, men tá gjørdi hin heidni — tí huldumaður var tað — seg inn á Jákup, og báðir at berjast. Kirkjan var afturundir, og einki av bygdini sást. Eina ferð datt hin kristni og rópaði: Jesus! Tá minkaði styrkin hjá hinum heidna til helvtar, so Jákup kom aftur á føtur og fekk otað hin so langt upp ímóti brekkuni, at kirkjan kom undan. Tá misti huldumaðurin megi sítt og kom at liggja undir. Hann bað hin kristna ikki drepa seg og lovaði honum tríggjar góðar kostir hvørt ár. Ein stórur hvalur við einum eyga skuldi koma til Hvalbiar á hvørjum ári, so leingi sum ættarfólk hansara livdi; eitt rekatræ við klótu á endanum skuldi koma fyri vestan í Hvalba, og ein fuglur skuldi koma at búgva á hansara arvajørð. Men eingin átti at spotta nakað av hesum trimum tingum ella ilnast um tað, tí so kom tað ikki aftur. Uppá hesi kor slepti Jákup huldumanninum, og tá ið hann kom heim til Neysta, vóru skógvarnir, sum hann seymaði sær av lendaskøðinum, traðkaðir heilt uppum.

Stutt eftir hetta kom eitt rekatræ til Hvalbiar og so eitt slíkt hvørt ár; men so spottaðu fólk træið: tað var so krókut, kavrotið og tílíkt — og so hvarv tað. Døglingarnir afturímóti koma enn sum fyrr hvørt ár til Hvalbiar. Súlan kom eisini, men av tí at arvajørð Jákups Snæbjarnarsonar var í Mykinesi, fór súlan hagar at búgva, og har er hon enn.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017