• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

TRØLLHELLIÐ Í LÍTLU DÍMUN

Hvalbingar vóru vanir áður at søkja oynna Lítlu Dímun til at sláa kobbar, men løgdu tað av umsíðir, tí hvørja ferð teir vóru har, hvarv ein maður frá teimum. Ein góðveðursdag um heystið í slóttri, sum menn stóðu og tosaðu úti á bønum, helt prestur við teir, hví teir royndu ongantíð at fara aftur at fanga kobbar. Teir svaraðu, at teir høvdu givið tað yvir, tí hvørja ferð teir vóru á látrinum, hvarv ein maður frá teimum. Prestur segði tá, at, um teir vildu fara, skuldi hann koma við teimum. So góvu teir seg undir ferðina og komu undir Lítlu Dímun. Sjálvur triði fer prestur niðan av látrinum til hellið og kemur at einum durum, sum lykil stendur í. Hann læsir upp - har situr eitt gamalt við eldin og er so rísut og illpjøskut. Konufólkaskapilsi hevur tað, og øska rýkur av tí, sum tað tíggjar sær. Einki uttan hetta gamla er at síggja. Prestur grípur niður í fikkuna - vanlukkutíð! nú er eingin bók. Teir aftur at bátinum. Prestur biður bátmenninar skunda sær heim í Leirar eftir bókini. Teir undir árar, hattleysir og klútaleysir. Tá ið teir koma aftur, stendur prestur fyri teimum og biður hinar báðar koma við sær aftur niðan í hellið. Teir ganga inn sama veg sum fyrr. Prestur letur einar aðrar dyr upp og sær tveir menn, ógvuliga illfrínutar og trølsligar á at líta. Eitt fólk situr á gólvinum í bondum; tað hevur snjóhvítt hár og skegg, apar seg og gløir uppá teir, ið inn koma. Prestur spyr teir heidnu, um eingin av sóknarfólki hansara er her. Teir siga nei. Hann hóttar at teimum við bókini og biður teir siga satt. Tá ganga teir við, at teir hava dripið menninar, ið horvnir eru; bert hatta á gólvinum er eftir, siga teir. Prestur heldur við fylgisneytar sínar, at tað batar einki at taka mannin aftur, tí hann er vorðin reint trølskur, og fer so uttar aftur. Tað gamla tveitir seg fyri dyrnar og roynir at forða teimum útgonguna; men prestur sipar til hennara við fótinum. Hann biður fylgisneytarnar ganga út undan; sjálvur skal hann koma aftastur. Tá ið prestur fer út, smellir hann hurðina aftur eftir sær. Allir oman at bátinum, sum liggur inni fyri látrinum, og verða tiknir inn. Tá ið teir eru komnir nakað lítið frá landi, biður prestur teir støðga eitt sindur. Sum teir liggja, hoyrist buldur, nístan og pípan inni frá hellinum. Bergið sígur fast saman um tey heidnu, og prestur rúnarbindur tað, so trøllini verða at doyggja inni. Nú kunnu teir fara og vitja látrið í guds friði, tá ið teir vilja: einki skal verða teimum at skaða, sigur prestur. Og einki heldur, ið var. - Eini tvey ár eftir hetta leyp »urðin nýggja« niður fyri látrið, og tað skuldu trøllini gera í hevnd.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017