• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

TURKAR Í SUÐUROY

Illa hava Føroyar verið royndar av útlendskum herskipum fyrr í tíðini, men verst hevur Suðuroyggin verið stødd av teimum. Tað gav at bíta, tá ið turkarnir vóru har. Eru enn frásagnir í Suðuroy um atburð teirra.

Tað er gomul søgn, at ein maður við Neyst í Hvalba, sum helt seg hava verið nógv órættaðan av bróður sínum í arvaskifti, svór hevnd yvir hann og lovaði, at reyður hani skuldi gala yvir Neystagarð. So bar til eitt árið, at trý turkaskip komu inn á Hvalbiarfjørð. Neystamaðurin sigst at hava víst skipunum leið og gjørt sær ógvuliga dælt við turkarnar. Eld setti hann á Neystagarð, meðan turkarnir rændu og drópu í bygdini. Fólk flýddu undan, sum tey kundu best, niðan í fjøllini til at skýla sær.

Prestur var riðin oman til strandar og hevði tikið son sín, sjey ára gamlan, við sær. Ein høvuðsmaðurin hjá turkunum, í land vóru komnir, gjørdi bøn á knæ og horvdi við andlitinum ímóti sólini. Drongurin tók at læa yvir henda løgna atburð, men tá ilskaðust turkarnir og ætlaðu at taka hann. Faðirin kipti drongin til sín í stundini, leyp við honum upp á hest sín og reið við dreinginum framman fyri sær inn ígjøgnum Prestdal upp eftir fjallinum. Summir av fíggindunum hildu aftaná. Tá kom eitt mjørkaæl, og turkarnir mistu báðar úr eygsjón. Prestur tveitti kápuna og sprakk av hestinum, krógvaði sonin niður í eitt glopp ímillum tveir steinar og seg sjálvan í námindu. Turkarnir funnu kápuna; ein teirra læt seg í hana og var longu farin fram við, har sum drongurin lá krógvaður; tá rópaði hesin lítli aftan á hann, tí hann trúði, at tað var pápin, og bað hann taka seg við. So varð hann fangaður, men skar nú í at rópa so hart, at faðirin kreyp fram úr høli sínum. Turkarnir vildu nú taka prestin eisini, men prestur, sum ikki sá sær kans til at koma undan teimum, leyp út av eggini tætt við Trongisvágsbotn. Men hann kom standandi niður í eina vallrók, nevnd Gimbrarókin, mitt ímillum alt fólkið, ið hagar var flýtt úr Trongisvági og Hvalba. Óføra høgt var lopið — fimtan favnar; men ikki fekk presturin deyðamein. Síðan fór hann við tveimum fylgisneytum oman á Sakistanga og ætlaði at ganda turkaskipini. Men tá ið hann sá, at valla helvtin av turkunum var feig, vildi hann ikki ganda meira enn tey tvey skipini. Hann stakk tríggjar fliður, holaði tær út, las illbøn og slepti so skeljunum út á sjógv at flóta. Tvær holvdust, ein fleyt eftir. Um náttina kom hann av landnyrðingi við rótan og tusti í brim. Tvey skipini gingu í land undir prestsins bø í urðini sunnan fyri Hundagjógv og smildraðust. Ein stórur turkur setti føtur í spenni ímóti berginum og ryggin ímóti stevninum á øðrum skipinum. Tvær reisir skeyt hann skipið frá landi, men triðju ferð kroystist hann. Tað, ið slapp við lívi, flýddi á hitt skipið, sum fór sína kós norðureftir. Á Gjørðasondum eru nakrar túgvur, ið rópast Turkagravirnar; her sigast líkini at vera grivin av turkunum, sum róku upp. Líkið av prestasoninum rak upp eisini; tá høvdu teir skorið oyruni av honum og rist munnin aftur at oyrunum. Nakrir reyðir og grønir og hvítflekkutir steinar, ið rópast turkasteinarnir, liggja enn har á sandinum; teir sigast at vera av kjølfestugrótinum í turkaskipunum. — Presturin, sum leyp í Gimbrarókina, varð ørur av hesum lopi og læði altíð og stund síðani. Tá ið eitt ár var umlopið, varð hann loystur úr embætinum.

Jákup bóndi við Neyst var flýddur og hevði krógvað seg niður í eitt hol. Tríggir turkar runnu eftir honum, sóu hestin og kagaðu undir búkin á honum inn í holið. Jákup lá og mundaði við byrsu sínari, til hann kundi skjóta tveir í senn. Tað lukkaðist, og hin triði flýddi. Men Jákup fekk hann aftur og sló hann deyðan við byrsuni.

Ein maður var farin inn í eitt gróthús til at skýla sær. Ein tunna, sum annar botnurin var úr, stóð á gólvinum; hana kreyp hann inn undir. Turkar komu inn, kyndu upp eld og tóku at steikja skerpikjøt. Maðurin, ið undir tunnuni lá, hevði ógvuliga ilt av kjararoykinum, men lá tó stillur. Ikki vendu teir tunnuni við, og maðurin slapp við lívinum.

Ein maður á Heyggi í Hvalbø ætlaði at fara í Grímsfjall við konuni til at krógva seg. Tey vóru stutt sloppin, so komu tríggir turkar aftaná. Konan var illa ment at ganga; teir gingu hana upp, lupu á hana, og ikki tordi maðurin at koma henni til hjálpar. Hon fekk tveir undir seg, tá kom hin triði til og vann hana. So koyrdu teir hana út av eiðisbakkanum. Hon datt niður á eina hellu, men doyði ikki. So grumlaði hon til ein hyl at fáa sær vatn at drekka; hetta sóu ránsmenninir, fóru niður ein annan veg og skóru bróstini av henni.

Ikki var tó eiðasørt, at onkur uppi í hesum óvandaslaginum glógvaði í. Ein maður var illa staddur av nøkrum turkum, sum runnu eftir honum. Ein, sum var væl framman fyri hinar, sló hann á herðarnar við fløtum svørðsbrandinum og bað hann detta niður og krógva seg. Maðurin varð liggjandi og kreyp síðan burtur í grasinum. Hinir turkarnir hildu tá av aftur.

Úr Hvalba tóku turkarnir leiðina til Trongisvágs. Trongisvágsfólk var rýmt vestur í Botn, men ein maður, ið nevndur var Mikkjal í Húsi, vildi ikki fara frá sínum gamla pápa. Á nátt, sum hann lá í koyggjuni stúkuleysur (tí siður var at sova nakin), komu turkarnir og vildu bróta inn. Dyrnar vóru stongdar, og Mikkjal vardi húsið so leingi hann orkaði. Summir av fíggindunum royndu at stinga veggin niður og rendu korðarnar inn ígjøgnum flagið, tí veggjahús var; aðrir tóku at skræða takið av. Mikkjal stóð nakin og kastaði gløður upp í eyguni á teimum, men einki batti. So tók hann stúkuna, legði hana tvørtur um herðarnar og helt í ermarnar frammanfyri, tók so pottalokið, stakk tað inn undir eimin og lyfti upp, rendi skorðurnar frá durunum og leyp út ígjøgnum. Eimin, á pottalokinum lá, físti hann upp í eyguni á teimum, ið uttanfyri stóðu, til at blinda teir. Ein fekk í stúkuna, men Mikkjal slepti, og teir fingu ikki hald á honum. Hann fór rennandi blóðnakin vestur oman bøin og turkarnir aftaná, tætt í hølunum á honum. Í teirri stóru Dalánni er ein stórur hylur, nevndur Mikkjalshylur (vestan fyri træbrúnna, ið nú er); har leyp Mikkjal eitt tiltikið lop tvørturum, og síðan hevur hylurin verið nevndur eftir honum. Sum hann skeitti aftur um seg, sá hann tríggjar fíggindarnar bumsaðar niðurí. Turkarnir vendu við aftur, men Mikkjal helt til Fámjins. Fjúrtan alin er Trongisvágsáin breið nú á døgum í tí staði, sum Mikkjal leyp tvørturum; men tá var áin heldur smalari og djúpari, enn hon er nú.

Úr Trongisvági hildu turkarnir til Øravíkar. Men Marjun Lavarsdóttir, nevnd vísa Marjun, bað hava bryggjubál í hvørjum húsi, so bygdin kom at vera huld í royki. Smátríggi læt hon seta niðurí uttan fyri húsini og heingja klæði uppá, so tað kundi líkjast fólki. Tá ið turkarnir komu til díkið tað, ið síðan er nevnt Turkadíkið (tætt oman fyri hin gamla bøgarðin), sóu teir eina kelling, ið stóð og peikaði at teimum við einari prukku, og ein tík, sum hon sendi, leyp goyggjandi ímóti teimum. Teir hildu hetta vera gand og vendu aftur. Men kellingin var Marjun Lavarsdóttir sjálv og eingin onnur.

Í Hvalvík vóru turkarnir eisini. Fólk rýmdu úr Hvalba og krógvaðu seg í Prinhelli vesturi í Skriðum norðan fyri Hvalvík. Giljabóndin var komin niðan á Løðini oman yvir húsunum í Giljum við húsfólki sínum. Tá rann døtrunum í hug, at tær høvdu gloymt at taka luktilsi við sær, og vendu tær tí oman aftur. Bóndin stóð og bíðaði, til hann sá turkarnar koma í túnið og taka døtur hansara. So fór hann til gongu aftur og sín veg í Prinhelli.

Ellindur í Skálum fór heiman við tveimum sonum. Teir gingu upp á Hvassheygir niðan við Einigjól og ætlaðu sær haðan oman í loynistíggin tann, ið nevndur er Turkastíggjurin, í Bláabergi (norðantil í Hvalvíkaregg). Men av tí, at hin gamli varð møddur, steðgaðu synirnir og royndu at forða turkunum uppgonguna heimanfyri eina løtu, at pápin kundi fáa tíð til at koma sær undan. Teir vardu við gróti, sum teir bóltaðu oman á turkarnar, og hildu so við, til teir ætlaðu, at nú mundi pápin vera komin í stíggin. So góvu teir uppat, lupu undan fíggindunum og náddu í stíggin til hin gamla. Turkarnir fóru heilt norður í Villingaberg, norðast á oynni. Har sótu fólk úr Hvalba (hamrafólk, garðshyrnisfólk) niðri í einari rók. Eitt býtt var ímillum, sum gekk við einum hakaspjaði; tað var so altrátt eftir at sleppa upp til hesar ókunnugu menninar og fáa sukur frá teimum. Tey vildu ikki sleppa dreinginum, men einki batti við hann: hann fór kortini. Eina løtu eftir hoyrdist slíkt bang uppi í erva, og eingin visti av, fyrr enn høvur og kroppur, hvørt einsæri, komu bóltandi oman og hakaspjaðið við. Fimtan høgg taldu tey á hakanum, sum ólukkudýrið hevði bøtt fyri seg.

Í Hvalvík er eitt pláss, sum rópast yviri í Botni. Hagar var nógv fólk flýtt í eitt hol, “hol í Botni” kallað. Tá ið turkarnir sigldu burtur aftur og hildu norður fram við landi (tá ætlaðu teir sær til Íslands), sóu teir hetta fólkið og skutu á tey. Kúlurnar slógu ímóti berginum niðri undir. Tey, í holinum sótu, kundu síggja fólk hanga bundið upp í togini eftir hárinum og hoyrdu nístan og pípan til teirra.

Einki er frætt um, at nakar av teimum, ið so vóru burturtikin, nakrantíð kom aftur til Føroya.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017