• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

HEPPIDRONGUR

Heppidrongur var hagamaður »Frammi í Dali« hjá bóndanum í Hvalvík í Norðstreymoy. Ógvuliga knappur maður var hann og frálíka skjótur at ganga. Ein dagin, sum hann var burtur í haga, saknaði hann eina gráa ær burtur og helt seg vita, at vestmenningar, sum áttu í Dølum, høvdu tikið hana. Hann út í Dalar og fann høvdið á ærini í húsinum, sum vestmenningar áttu har. So legði hann seg tvørtur um bitarnar í erva upp í skinnini til at krógva seg; tí hann kvíðaði fyri at møta vestmenningum, um hann fór til gongu aftur. Eina løtu eftir koma vestmenningar, ið hava verið á fjalli; teir drepa ein tann besta seyðin, kynda eld og heingja pott uppyvir. Sum teir sita skóleysir um eldin og reypa, sakna teir høvdið á gráu ær burtur og gruna við tað sama, at Heppidrongur man hava verið har og tikið tað. Nú tekur illa at rúka, og illramt verður hjá Heppidrongi, har sum hann liggur; hann roynir at belgja seg við, at hann skal ikki hosta, og heldur so við, til tað kókar í pottinum. So rykkir hann eldtræið, ið millum bitarnar var, undan, so at potturin við tí kókandi løginum hvølvist oman á føturnar á tjóvunum, rætt sum allir sita fevnandi um pottin, og loypur so á dyr. Myrkt var, og eingin fekst við at koma eftir honum. Høvdið á gráu ær hevði hann heim við til bóndan.

Eina aðra ferð, sum Heppidrongur var burtur í haga, komu vestmenningar á hann óvart og lovaðu hevnd. Hann gekk undan teimum tað dýrasta, ið hann orkaði, men tveir teir raskastu av vestmenningunum gingu eftir honum heim allan dalin til Hvalvíkar. Í ókneptari sjóstúku var hann. Tá ið hann kom at bøgørðunum, var ein so nær honum, at hann fekk í sjóstúku hansara og togaði á, men Heppidrongur smoygdi hana burtur av sær og leyp um bøgarðin, so teir fingu hann ikki. Men tá hevði hann ovgingið seg og gav uppat at ganga hagan. Hann gjørdist veikur og livdi stutt aftan á hetta; men bóndin gav honum hvørt ár tólv lomb og eina vág í ull í løn.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017