• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Lambið

Hanus var húskallur niðri í Stovu í Hvalvík. Av tí at hann varð ættaður úr Suðuroy, varð hann vanliga nevndur ”Suðringurin”. Hann var tiltikin fyri styrki og ein óførur gongumaður.

Ein dagin sendi niðristovubóndin Hanus eini ørindir fyri seg til Havnar. Og „Suðringurin" fór suður eftir oynni, skjótur og lættur sum altíð.

Meðan hann gongur, sær hann nakað niðan fyri oyggjagøtuna eitt lamb liggja niðurbundið. Hann undraði seg yvir, at lamb skuldi liggja bundið her, uttan at fólk var nærindis. Hann var skjótur at loysa bandið av lambinum - og tað til stroks.

Meðan hann so ger, reisist knappliga ein maður tætt hjá honum og kemur eftir honum við slíðraknívinum í hondini. Suðringurin, ið ikki ivast í, hvat hesin maður hevur í kvittanum, og sum nú eisini grunar mangt um lambið, og hví tað lá niðurbundið her, slapp sær kvikliga niðan á vegin, so hann hevði brekkumunin, og vendi sær so móti manninum.

Hin var skjótt komin so nær niðan til hann, at hann kundi taka í hann. Hann steðgaði á og skuldi renna knívin í „Suðringin". Men „Suðringurin" sló við flallstavinum, ið hann styðjaði seg við, niður á armin á hinum, so knívurin støkk úr hondini á honum. Og so ruku teir til hendurs. „Suðringurin" vann hann skjótt, hann rætti tá hondina fram eftir knívinum, ið hin hevði mist, og stakk hann í lærið á mótstøðumanni sínum. Og so skundaði hann sær til Havnar at útinna ørindini hjá húsbónda sínum.

Nakrar dagar aftaná varð ein maður førdur á sjúkrahúsið í Tórshavn. Tað segðist, at hann var illa stangaður av einum tarvi - í lærið.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017