• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Norðurhavsbáturin

Kongsbóndi Niels Peter Egholm í Hvalvík, tann nú langabbi kongsbónda Thomas Egholm, vaks upp á Eiði og var ein, ið var við í tí ferð, sum her skal vera umrødd, eftir sum hann sjálvur segði frá henni:

Tað var seint um várið, vit vóru á Norðurhavinum. Mjørkaflókar komu av og á eftir sjónum, so ikki kundi ein síggja væl frá sær. Meðan vit fiskaðu, rakar ein við, at eitt skip kemur siglandi ímóti okkum.

Allir á bátinum vóru á einum máli, at best var at draga upp og rógva til lands. Tað bleiv tá, so sum sigst í grindavísuni: “Snørerne ind og Aarerne ud”, og rógvið varð inn ímóti landi.

Skjótt eftir gjørdist logn, so skipið ikki kundi sigla okkum aftur. Men so varð stórbáturin settur út; nógvir mans fóru í hann, og tveir stóðu og skundaðu undir - av og á slógu teir - fyri at fáa teir, ið sótu við árunum, til at rógva dúgligari.

Vit komu inn til lands vestan fyri Lambastaksfles. Lambastaksfles var ein stórur steinur nær landi vestan fyri Lambastakk. Einaferð í seinni tíð er flesin farin út á djúpari vatn av brimi og horvin. Tá varð nakað dragnað millum bátarnar. - Hóast streymurin var harður ímóti, róðu vit innan fyri flesina. Tað var ikki vanligur siður at rógva innan fyri hana, men tað stytti eitt sindur um vegin.

Tá ið manningin á skipsbátinum sá, hvar vit róðu, komu teir aftan á okkum; men av tí, at teir ikki kundu halda ímóti streyminum, fóru teir dansandi vestur við land. Tað gjørdist ov langt ímillum bátarnar, og tann fremmandi báturin mátti halda útaftur til skipið.

Jákup, bróðir Páls á Látrinum, var ein, ið var við á eiðisbátinum. Hann hevði ovtikið seg av rógvingini, so hann fekk mein í ryggin, og gjørdist rættiligur krypil. Tá ið hann eftirsíðani skuldi koma sær um stovugólvið, mátti hann styðja seg niður á ein lítlan fótaskammil, sum seinni var brúktur at seta niður á vevstól til vevkonuna at sita á. Harav fekk hann navnið: „Vevskammilin". Tað hevur eydnast mær at fáa hann til Forngripagoymsluna.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017