• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

ÓLAVUR INNI Í STOVU

Ein maður var í Hvannasundi í Viðoy, sum tey rópaðu Ólav inni í Stovu. Hann var bæði ríkur maður og klókur og dugdi meira enn at mata seg. Ymist er frá honum sagt, hvussu hann dugdi at mána trøll og siga frá loyndum. Her skal sigast frá, hvussu svínoyingar gjørdu hann til óvin, og hvussu hann munaði teimum aftur.

Eitt pláss er vestantil á Svínoynni, sum tey rópa Havnina; tað er einasta petti í allari oynni, sum fjøruslætt er, rúmliga snørislongd tvørtur við sjónum. Har rekur ofta viður inn, helst á høgætt; men av tí at eingi hús standa har, verða svínoyingar at føra henda við tveir fjórðingar burtur við bát til eiðið; haðan er ein fjórðingur at ganga til bygdina. Einaferð kom eitt stórt rekatræ í Havnini, og sýntist tað gegniligt til hvat brúk, tað skuldi vera, um tað so var stórtræ í hús. Nú var tað so, at Ólavur inni í Stovu ætlaði at byggja sær eina nýggja roykstovu, og bað hann tí svínoyingar um at selja sær træið til langsyllar í hana; men teir noktaðu, tí teir ætlaðu sær at nýta tað sjálvir, søgdu teir. So var tað harvið: Ólavur fekk einki av trænum. Tað gekk bæði summar og vetur, og alt var træið liggjandi; einki røktist fyri, at svínoyingar førdu tað heim. Soleiðis gingu nøkur ár. Ein vakran summardag fór Ólavur yvir á Berg til at ríva bark beint yvir av Havnini, har sum træið lá. Beint sum hann situr og rívur, er honum hyggjandi tvørtur um fjørðin (Svínoyarfjørð), og sær hann tá nógvar menn draga bát av Svínoyareiði og fara til árar. Teir leggja at landi í Havnini og ganga niðan at hesum vælsignaða trænum. Tá heldur Ólavur: “Teir sýttu mær træið hina ferðina; nú skal eg hava mær eina stuttliga løtu av teimum í dag.” Svínoyingar rulla træið á sjógv, gera tað fast í bátin og rógva so heim at eiðinum. Men hvat galt! nú er ódn í brimi og ikki hugsandi um at lenda. Teir verða at venda aftur til Havnina; men komnir nakað væl yvir, síggja teir, at kyrra er aftur við eiðið. Teir rógva til eiðið aðra ferð, men nú stendur brimið heilt uppi í bakkanum, so teir verða at venda eina ferð enn. Triðju ferð gongst teimum á sama hátt, og endin er tann, at teir verða at leggja træið aftur, har sum tað lá, tí dagur aftnar. Teir avstað aftur við ongum træ, mest fyri at njósnast, um nú mundi vera kyrt við eiðið. Tá stóð stilt við klettin. Teir drógu bátin og fóru til hús við ringt tannabit; tí dagurin var burturspiltur, og nógv hevði knossið verið. Tá læði skálkurin í Ólavi, meðan hann gekk heim til hús. Men træið varð liggjandi, til tað kom til mosa og síðan til mold.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017