• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

SÍMUN Í KIRKJUBØ

Símun Símunarson, skírdur Huldu-Símun ella Trølla-Símun, var abbasonur Jenis Símunarsonar, bónda í Laðangarði í Sumba, sum gitin er í øðrum søgnum. Símun fekk Kirkjubø í Streymoy í festi; kona hansara var systir Jógvans bónda Ólavssonar í Skúvoy. Ikki sigst hann at hava verið blíður við konuna, uttan heldur at hava farið illa við henni. Símun var ógvuliga stórur maður á vøkstri; honum kravdi til stúku tríggjar stikkur tvíhvølvt av vadmali. Sterkur var hann eisini og fótfimur; fram um hann tordi eingin av húskøllunum at fara á fjalli, uttan hann vildi missa lív. Um so var, at seyðurin slapp úr fjallgonguni, var Símun altíð fremstur av øllum.

Uppi í Kirkjubøreyni búði ein huldumaður. Hann slepti einum stórum fylgi av gráum og svørtum seyði at ganga í haganum hjá Símuni og rak kirkjubøseyðin burtur av tí góða grasinum upp á tey mest grýtutu reynini, so at stór fylgi soltnaðu upp í deyðarak, meðan hulduseyðurin var feitur. Símun var varigur við hulduseyðin og lovaði, at, fekk hann fatur á huldumanninum, skuldi hann níva honum tað aftur. Ein dagin, ið Símun var útrógvin, kom óført veður á hann, so tað var ikki meira enn, at teir slitu til lands. Tá ið Símun legði at landi í Sugguni, sá hann bát liggja innanfyri. Hann kendi við tað sama huldumannin, og báðir at brigslast. Huldumaðurin heldur seg hava javngóðan rætt til lendistøðna og hann. “So heldur tú teg hava rætt í øðrum eisini”, svarar Símun; “tú mant vera tann, ið spillir haga mín við hasum gráa og svarta seyðafylginum, ið gongur í reyninum.” Huldumaðurin segði tá, at hansara ættarmenn høvdu nýtt hagan fyri hann, og hann sjálvur vildi nýta hann á sama hátt. Orð ókst av orði, og endin varð, at Símun leyp á hin heidna at berjast. So bar á, at Símun vann og ætlaði at drepa hin; men huldumaðurin bað hann geva sær lív og grið, og Símun játtaði tí, tó so, at hin heidni mátti lova at flytja burtur úr Streymoy við øllum sínum og ikki seta fótin har oftari. Huldumaðurin gekk undir hetta og fór so í kambin yvir Froðba í Suðuroy til at búgva. Síðan spurdist einki aftur til hansara í trý ár.

Við norðasta endan av Sandoynni er ein hólmur, Trøllhøvdi, sum hoyrir til Kirkjubøar; á hesum hólminum hava teir nú sum áður seyð og stundum oksar og geldneyt. Trý ár eftir tað, at huldumaðurin var farin í Froðbiarkamb at búgva, kom ein fremmindur oksi, gráur á liti, at ganga í Trøllhøvda. Símun kendist ikki við henda oksan og lýsti hann upp á trimum ólavsøkutingum upp í slag, men einki batti: eingin vildi kanna sær oksan, og triðju ferðina segði Símun, at nú vildi hann sjálvur taka og drepa oksan, av tí at eingin tóktist eiga hann. Jógvan Ísaksson úr Skúvoy, fráskilamaður og vitugur, sum var skipaður at siga fyri minni á hvørjum tingi, ráddi Símuni at lata oksan ganga; tann, ið hevði sett hann í høvdan, mundi væl taka hann aftur (hann grunaði, at huldumaður átti oksan). Men Símun gav ikki hesum gætur; um heystið vildi hann taka oksan, segði hann. Ein morgun snimma um veturnætur, væl fyri dag, fór Símun upp og vakti húskallarnar til at fara við sær út í Høvda (Trøllhøvda); summir mæltu til og summir frá at fara. Úti á Bø búði Baraldur, eyknevndur Trølla-Baraldur, uppsitarin hjá Símuni. Altíð spurdi Símun hann til ráða, tá ið hann skuldi fara nakrastaðni, tí Baraldur var framsíggin maður. Símun bað hann vera við sær í ferðini hin sama morgunin, men Baraldur segðist ikki troysta sær at fara og bað Símun geva ferðina yvir, men Símun segði, at hann hirdi ikki, hvat hann segði, bannaður trøllaskorturin; nú mundi okkurt ilt vera komið fyri hann í nátt, sum vant var. So fóru teir, sjey menn saman, av húsum og beint í høvdan eftir hesum góða oksa. Símun var fastandi — konan hevði ikki sett morgunmat til hansara, tí ilt var ímillum teirra, sum hann hevði sligið hana; ikki hevði hann lisið faðirvár heldur. Teir komu í Trøllhøvda, men hulduoksin, sum fyrr hevði altíð verið so deyðspakur, visti nakað á sær henda morgunin og var so styggur, at teir fingu ikki hendur á hann og vóru í ansi at geva hann yvir. Komið var at kvøldi; tá stóð oksin stillur fyri teimum. Teir bundu hann og linaðu hann niður í bátin. Teir setast at rógva heim, og Símun er í góðum skørum. Sum honum er hyggjandi til viks, sær hann bát koma gjøgnum Høvdasund og stevna beint á bát hansara. Flýggja undan kundi Símun ikki, tí at hin báturin var nærri landinum, og hann legði tí uttan dvøl at bátinum. Formaðurin reistist upp og leyp inn í Kirkjubøarbátin. Nú kendi Símun huldumannin aftur, sum hann hevði vunnið sigur av áður. Huldumaðurin treiv við tað sama um oksan at fáa hann inn í sín bát, men Símun støkk upp av bekkinum, og báðir at takast. Símun feldi huldumannin niður í skutin og rópaði á ein drong at taka sær tað hvassa, ið undir bandinum stóð. Dronginum skildist ikki, og hann spurdi: “Hvat?” Tá ilskaðist Símun, hvesti í drongin og rópaði: “Knívin!” men nú ið hetta orðið var sagt, fór huldumaðurin at brótast og vinna seg upp aftur. Hann tók eitt reytt silkiband og bant tvørtur um skøvningin á Símuni, tók so bæði Símun og oksan inn í bát sín og bant teir. Síðan fóru huldumenninir fyri eystan suður um Skálavík. Kirkjubøarbáturin varð sundursorlaður. Ein maður, nevndur Torbergur, kom rekandi á einum spreki í sugguna við Kirkjubø, og hann hevur sagt frá hesum tilburðinum.

Huldubáturin sigldi nú suðureftir. Tá ið hann kom ábeint Skúvoy, var verfaðir Símunar, Jógvan Ísaksson, burturi í haga, bar eyga við bátin og kendi. “Ikki skuldi Símun farið so í dag, um hann hevði verið blíður við konuna”, segði hann; tó skuldi hann dvølja huldumanninum eitt sindur, helt hann fyri, fór út á egg og blakaði haðan eina fliðu oman í sjógvin framman fyri bátin. Síðan fór hann heim til húsa og segði: “Í kvøld er Kirkjubøur høvuðleysur”. Í trý sjóvarføll varð huldubáturin liggjandi har á Bergsíðu og slapp ikki úr stað. So sendi Jógvan son sín út á egg við einum slíðrum og bað hann kasta teir útav, so teir komu í sjógvin aftan fyri bátin. Drongurin so gjørdi. Tá losnaði báturin, og huldumenninir fingu róð, sum teir vildu. Høvuðsmaður teirra hevði nú Símun við sær upp í Froðbiarkamb, hvar bústaður hans var. Hann var annars ikki illur við Símun, nú hann hevði fingið vald yvir honum. Harímóti fóru hinir huldumenninir altíð illa við honum, tá ið høvuðsmaðurin ikki var nærstaddur; hvar ið Símun hevði herbergi at liggja í, har hongdu teir vásklæði, rennvátar spjarrar, uppgjørd og vaskað snøri, sum vatnið rann úr, og annað honum til meins. Hvørt kvøld slapp Símun einsamallur út, og tá hevði hann oftast fyri sið at leggjast á knæ og hyggja at mánanum. Hin forneski høvuðsmaðurin sá hann eitt kvøldið liggja so og gráta; hann gekk tá til hansara til at ugga hann og segði við hann, at hereftir skuldu hinir ikki gera honum ilt. Hin forneski hevði at teimum, men einki bataði Símuni. Ein dagin vóru froðbingar á fjalli til at taka heystskurð. Tá ið seyðurin var bundin og borin til húsa, dvaldist ein av monnunum eftir á rættini. Hann sær mann stevna beint á seg og heldur hann vilja finna seg. Nú ið maðurin nærkast, kennir froðbingurin, at hetta er hin fyrri bóndin í Kirkjubø. Símun heilsar honum og spyr hann tíðindi, hvussu til stendur í Kirkjubø, um einkjan er gift uppaftur, og annað tílíkt. Froðbingurin sigur satt frá øllum: einkjan er gift við einum húskalli, og húskallurin hevur fest Kirkjubøgarð. Hann spyr Símun, hvussu hann nú tykist liva, og um hann hevur ikki hug at sleppa heim aftur til Kirkjubøar. Símun svarar, at hann hvørki vil ei kann sleppa aftur frá teimum, ið hann er hjá. Illa sigur hann seg liva, uttan tá ið teir eru burtur frá húsum; tá livir hann frægari, tí kona høvuðsmansins er blíð við hann. Teir fáast nógv við at rógva út, og hvørja ferð teir koma aftur, verður hann at sita undir renningarvatninum úr snørum teirra. Símun bað froðbingin leggja sær ráð, at hann kundi hjálpast betur ímóti teimum. Froðbingurin helt seg lítið kunna hjálpa honum til at bøta um viðurskifti hansara; tó fekk hann Símuni ein lítlan mudd, sum hann bað hann hava altíð uppi á sær og nýta, tá ið neyðugt gjørdist; vildu teir ráðast á hann, skuldi hann vísa hann fram. Sum teir standa og tosa, komu tveir huldumenn eftir Símuni; men hann vísir teimum muddin, og teir fáa einki gjørt honum. Froðbingurin fann Símun í haganum tvær reisur eftir hetta, og nú segðist Símun liva betur, tí hann hevði fingið vald yvir huldumonnunum og lært teir siðir og hógv; nú tordu teir ikki longur at gera honum ilt. So ein dagin gongur sami maður úr Froðba á fjalli uppi undir kambinum. Hann møtir har einum manni, men heldur seg vita, av hvørjum slagi hann er, og vil tí ikki finna hann til máls. Hann skákar av veginum, men huldumaðurin tekur vegin av honum og sigur við hann, at skomm skuldi hann hava fyri muddin, ið hann hevði fingið Símuni, sum nú var yvirmaður sín; hann og hansara fólk skuldu muna honum tað aftur og løna tað hart. Froðbingurin biður hann royna: “Havi eg givið Símuni muddin, man eg sjálvur hava knívin eftir, og ætli eg at hjálpast við honum.” Seinnameiri frættist einki frá Símuni og huldufólkinum í Froðbiarkambi.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

Slóðir
Viðkomandi sagnir
Sagnir úr Froðba
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017