• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Gerðalíðskalvurin

Tað, ið her verður sagt frá, er sagt av Armgard Nielsen (fødd Egholm) í Hvalvík, sum hevur tað eftir móður síni Marjun, ið var ættað úr Sandavági. Marjun segði tað eftir Elsebu á Lofti í Sandavági. Hon var dóttur Páls á Lofti, ið var ættaður úr Norðuroyum, úr Gerðum í Klaksvík. Páll var abbi at Heina, ið doyði um 1897.

Móðir Páls at Birita. Hon bar orð fyri at vera kørg. Ein grækarismessudag kom stórur skalvur oman av Gerðalíðfjalli og niður yvir garð hennara. Hvønn grækarismessudag í 19 ár eftir tað gav hon olmussur, annaðhvørt í kjøti og øðrum matvørum ella klæðum til tey fátæku fólk, sum henda dagin komu til dyrnar, og tað vóru, sum tíðin leið, ikki fá.

Ein dagin, stutt áðrenn tjúgunda grækarismessudag síðani óhappið, kom ein drongur inn til Biritu. Hann var vanur at ganga har og var altíð glaður og ljósur í huga. Men henda dagin var hann syrgin. Spurt varð, hví hann ikki var, so sum hann var vanur, og hann greiddi so frá, at hann um náttina hevði havt ein undarligan dreym. Hann hevði droymt, at hann sum so ofta var á veg til hús Biritu. Hann kom at ganga gjøgnum fullbúnan akur. Hann hevði tikið knív sín fram fyri at skera, men tá ljóðaði  ein rødd niður úr erva, sum varaði hann ímóti at skera, akur skuldi ikki skerast her, men haruppi.

Í tí sama hugdi hann upp í loft, og hann sá tá, at tað vóru á himli nítjan náttarsólir. Hann var vorðin ógvuliga bangin um henda dreym og helt, hann mundi týða okkurt ilt.

Í húsum Biritu hevði ein genta verið, sum hevði átt leysingarbarn. Henda gentan doyði árið fyri, og søgnin sigur, at hon varð jarðað uttan líkklæðir. - Náttina fyri 20. grækarismessudag eftir skalvalopið, ið áður er nevnt, kom gentan til Biritu í dreymi og segði: “So nakin sum tú í fjør læt meg fara undir mold, skal eisini tú fara hiðani í ár.”

Dagin eftir - grækarismessudag - komu fátæk fólk sum vanligt at vænta sær olmussu frá Biritu. Men tá segði hon, at nú hevði hon so ofta givið olmussur, og tey fingu hesa ferð bert eina hýsugreipu.

Um kvøldið, tá ið tey skuldu leggjast inni í húsum Biritu, tá kom á øðrum sinni skalvur niður úr Gerðalíð fjalli. Hann kom beint niður yvir báðar bóndagarðarnar, ið vóru samanbygdir, og teir vórðu báðir grivnir undir tí mold, sandi og gróti, sum skalvurin førdi við sær. Nítjan fólk, harímillum Birita, lótu lív. Líkini av teimum, ið umkomust, vórðu funnin dagin eftir; - Birita var tó ikki funnin fyrr enn einaferð fram ímóti sumri.

Mitt um náttina 14. mars, tað eru tveir dagar aftan á henda syrgiliga tilburð, kom annar bóndin, Jógvan Jákupsson, fram til Uppsala. Hann og hundur hansara høvdu grivið seg fríar. Hann bað fólkið í Uppsølum um at fara at hjálpa teimum, ið eftir vóru. Hann var sjálvur illa komin av møði, kulda og trega. Og hetta varð roynt.

Í forhoyrsprotokol Klaksvíkar vártings, apríl 1765, finst í stuttum fylgjandi um hesa stóru vanlukku:

Báðir kongsbøndurnir í Gerðum, Jákup Ziska og Jógvan Jacobsen, søgdu, at skalvurin kom um kvøldið grækarismessudag (12. mars). Bæði sethúsini, hjallar og fjós vóru gravað undir saman við teim 26 húsfólkunum.

Jákup Ziska segði frá, at hann, ið var 70 ár, saman við sonarsoni sínum stóð upp undir akslar í skalvunum. Hóast hann sjálvur stóð fastur í kavanum, fekk hann sonarsonin gjørdan leysan, so hann kundi fara til Uppsala eftir hjálp. Fimm mans úr Uppsølum og tveir úr Vági komu so til Gerða. Skjótt høvdu teir fingið hann og elsta son hansara og eina arbeiðskonu leysa. Hesi trý vóru so leidd inn í eini lítil hús har nærindis, sum gerðabøndurnir í felag høvdu bygt til at vera í, tá ið fryktandi var fyri skalvalopi. - Teir høvdu eisini henda dag tosað um at fara higar, áðrenn náttin kom, men tað var tó ikki komið til meira. - Í hesum húsum var hvørki ljós ella hiti, og dagin eftir var elsti sonurin deyður.

Enn vóru tó 22 fólk eftir at bjarga, og bjargingarmenninir hava sagt, at teir róptu niður í kavan, um nakar mundi vera livandi. Teir hoyrdu tá málið á konu til tann unga Ziska. Hon segði, at hon og fýra børn hennara livdu, men vóru byrgd inni undir húsunum, ið niður vóru dottin. So varð grivið aftur. Teir komu at enda so langt, at teir funnu, har hon var, og fingu gjørt annan armin upp til økslina leysan. Men nú var eldur komin í træverkið, og tá var eisini alt gjørt, sum gerast kundi fyri at bjarga. - Veðrið var vánaligt, og teir fryktaðu fyri fleiri skalvum.

Morgunin eftir varð tann unga konan við teim fýra børnum funnin. Øll líkini vóru nærum brend upp.

Enn vóru seytjan fólk, sum ikki vóru komin undan skalvunum. Bjargingarmenninir søgdu fyri rættinum, at teir høvdu grivið allan dagin tann 13. mars, men uttan úrslit.

Um morgunin 14. mars var tað, at kongsbóndin Jógvan Jacobsen kom til húsa. Hann hevði sum longu frammanundan sagt sjálvur grivið seg leysan við hondunum.

Vanlukkan var tann størsta, ið hend er í Føroyum av náttúruatvoldum: 19 fólk umkomust og 19 kríatúr.

Annar bóndin hevði eftir 4 kýr av 12, og hin misti allar 10 kýr og ein tarv. Skattur og leiga varð eftirgivin teimum í trý ár, hann var tilsamans 23 rkd. árliga, og teir fingu 226 rkd. fyri at kunna reisa garðarnar upp av nýggjum. Garðarnir vórðu tó nú bygdir um hundrað favnar frá teim gomlu gørðunum.

Aftan á hesar vanlukkur, onnur 12. mars 1745 og hin 1765, hevur einki skalvalop verið í Gerðalíð. Tað sigst, tað skal heldur ikki vera hent áður.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017