• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

GUTTORMUR Í GERÐUM

Sýslumanssetrið í Norðuroyggjum var áður í Gerðum í Borðoy. Ógvuliga stórbært slag og ódælt vóru gerðabøndurnir tá í tíðini og vóru tí nevndir gerðaharrarnir.

Guttormur í Gerðum var norskur av ætt. Tá var bert eitt festi í Gerðum, og tað átti Guttormur einsamallur, tá ið hann hevði fingið lívið av eldra bróður sínum. Gerðamenn vóru norðuri á havi til útróðrar ein dagin. Sum teir komu aftur og vóru ábeint Haraldssund, kom ein meldurglaða og hvølvdi bátin. Guttormur komst á kjøl, og eldri bróðirin fekk tríggjar ferðir hendurnar fastar, men Guttormur hælaði niður á hann, so hann var at sleppa og druknaði. Á henda hátt fekk Guttormur garðin.

Jósup bóndi úti á Oyri hevði verið í Svínoy og varð settur yviraftur á Dalar í Árnafirði av svínoyingum. Sama dag var Guttormur burtur í haga eysturi í Gerðadølum, møtti Jósupi, og báðir at ganga aftur. Hagastríð var ímillum teirra, og Guttormur hevði agg til oyrarbóndan. Jósup vildi hava Guttorm at ganga fyri, tí hann átti hagan, men Guttormur segði nei og bað hin ganga undan. Jósup tordi ikki væl at treiskast, tí Guttormur hevði stav hjá sær við øksi á ovara enda. So gekk Jósup fyri, men hevði alla tíðina eyguni aftur um seg, tí illgruni var á honum. Vetrartíð var, liggjandi kavi og gallharða frost. Tá ið teir vóru komnir upp undir eina rók uppi yvir Kvíingardali - ørðugt var at ganga - reiggjaði Guttormur øksarstavinum, men Jósup var knappur og loftaði. Teir togaðust leingi. So slepti Jósup knappliga stavinum; Guttormur fór á glið og steðgaði ikki fyrr enn á slættum niðri í dalinum; men Jósup slapp upp á skalvan. Við tað sama Guttormur var komin aftur á føtur, helt hann uppeftir aðra ferð. Tiltøkumaður var hann at ganga; søgn er, at hann hevði latið skera miltið burtur úr sær fyri at vera skjótari. Hetta visti Jósup og tók til at ganga øvugt eftir rókini frá Kvíingarskarði til Oyrar, men legði fleiri slóðir fyrst í ymsar ættir. Nú ið Guttormur kemur uppáaftur rókina, vil hann fimlast; hann fer villur av slóðini og verður at halda aftur í Gerðar. So slapp Jósup heim undan honum ta ferðina.

Guttormur hevði stríð um jørð við Nóa bónda á Skálatoftum. Kona Nóa mældi honum til at taka seyð frá gerðamonnum: “hann kundi siga, at tað var farið útfyri.” Av hesum stóð fíggindskapur ímillum Guttorms og Nóa. So tók gerðabóndin tað ráð at fara norður ein dagin til Skálatofta at drepa Nóa. Tá ið hann kom, var skálatoftabóndin burturi í haga »norðuri á Kletti«. Har rakti Guttormur við hann og herjaði á. Nóa bónda stóð vinningur til, men í sama viðfangi kom múlabóndin gangandi; Guttormur heitti á hann og lovaði honum sín besta geldseyð, um hann vildi hjálpa sær. So tóku báðir seg saman og koyrdu Nóa út av eggini. Tvey sker, ið liggja har útfyri, eita Nóasker. Guttormur fór til Skálatofta og segði konu Nóa frá, at húsbóndi hennara var deyður. Hon settist at gráta, men Guttormur royndi at ugga hana: hon skuldi koma til tann stóra Gerðagarð, segði hann. Komin heimaftur í Gerðar segði hann við Sissal, konu sína: “Á Sissel min, nu er Noa på Skåletofte død!« Síðan giftist hann við einkjuni á Skálatoftum.

Guttormur átti ogn á Skarði í Kunoy. Tað bar so til. Skarðsmenn skuldu søkja lunda, men áttu ongan reiðskap og sendu tí boð til Guttorms. Hann sendi teimum bjargalínur gjørdar burtur úr brendari høvdaull. Sum vera mundi, slitnaðu tær, og skarðsmenn fullu í bjørgunum. Á henda hátt ognaðist Guttormur fjórðingin av Skarðsbygd, sekstan merkur.

Guttormur átti garð í Hvannasundi í Viðoy. Hvørt heyst komu sundamenn til hansara við skurðinum inn á Borðoyarvík. Guttormur stóð fyri teimum við øksi í hondini og forðaði teimum at koma upp á land; men seyðin vóru teir at skipa upp úr bátinum. Einaferð fóru teir beinanvegin til Havnar og góvu hann upp fyri fútanum. So spældi Guttormur av við garðin í Hvannasundi.

Gerðagarður varð sundurfestur ímillum Hanusar og Kristoffurs, synir Guttorms. Guttormur skuldi doyggja í ósanum í Havn, eina ferð hann hevði drukkið seg fullan har suðuri. Hanus hevði lovað sína bestu kúgv til tann, ið bar honum tey boð, at pápin var deyður. Beiggi Hanusar, Jørundur á Myrkjanoyri, frætti um pápans deyða og bar boðini til konuna, meðan Hanus var á fjalli. Jørundur bað hana siga, at ein annar maður hevði borið boðini, tí hann kvíðaði fyri, at hann fekk ikki kúnna, um Hanus fekk at vita, at tað var Jørundur beiggin, ið hevði verið og sagt frá. Konan so gjørdi, og Jørundur fekk kúnna.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017