• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

KOLTURSDRONGURIN, SUM SVAM Í HEST

Ein drongur var í Koltri áður á sinni, sum fríggjaði til eina gentu í Hesti, men pápi hennara vildi einki vita av, at tey komu saman. Drongurin varð tí at søkja gentuna á loyndum, og hetta gjørdi hann á tann hátt, at hann svam um Kolturssund (sundið ímillum Kolturs og Hests) og valdi sær sjóvarfallið, fallandi vestfall, at svimja suður við; vestfallið hálvrunnið dettur beint á Bogatanga í Hesti (Bogin eitur norðurendin av oynni). Har kom hon á fund hansara, og so svam hann norður aftur við eystfallinum; tí eystfallið rekur beint um sundið inn um Koltursnakk. Stórt hundrað favnar eru ímillum Kolturstanga (syðst í Koltri) og Hestboga. Í Magnusartanga norðast í Hesti var hann vanur at svimja til lands, og hesin tangi sigst at vera nevndur eftir honum. Magnus skuldi drongurin eita. Har stóð gentan fyri honum við turrum klæðum. Ein lítil barmur er beint innan fyri Magnusartanga, nevndur Alskarabotnur eftir teimum báðum. Hetta helt so við eina tíð, men til endan saknaði pápin dóttur sína burtur og fekk illgruna. So eitt kvøldið, tá ið drongurin kom svimjandi, stóð hesin gamli pápi hennara fyri honum við øksi í hond og hótti við at drepa hann, um hann kom í land. Tá varð drongurin at venda norður aftur í sama sinni, og síðan spurdist einki aftur til hansara. Líkindi eru til, at íðan hevur tikið hann og ført hann útum.

Søgn er, at tá ið hesin koltursdrongur var druknaður, kom íðan tann, ið nevnist Grísarnir, upp innan fyri Kolturssund. Hetta skuldi vera í hevnisótt.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017