• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tað hvíta toyið

Í Kunoy gjørdi ein drongur tað til einkis við eina gentu, hann leingi hevði verið trúlovaður við, og giftist skjótt aftaná við eini aðrari gentu.

Tá ið brúdleypsdagur hansara var, og tey nýgiftu komu úr kirkjuni, lá eitt petti av hvítum toy á gøtuni fyri teimum. Tey undraðust, men gingu tó beinan vegin tvørtur um tað. Men tá ið tey reiðiliga vóru komin heim aftur, gjørdist brúðurin óð í høvdinum og var tað til sín doyggjandi dag.

Fólk hildu, at um brúðarparið hin dag hevði tikið toyið upp, sum á gøtuni lá, og kastað tað til síðis, so vildi einki ilt verið hent.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017