• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

PURKHÚSIÐ

Seyðafelli hevði verið í Kunoy. Kunoyingar settu tí upp gimbrar norðuri í Dali (norðan fyri Kunoyarbygd). Har høvdu teir gjørt sær eitt lítið hús, sum teir høvdu gimbrarnar fastar í um næturnar, at tær skuldu ikki rýma burtur. Tveir menn sótu altíð hjá teimum um næturnar. Eitt kvøldið, sum teir so sótu, kókaðu teir sær greyt til nátturða. Sum annar teirra stendur og ger út á pottin, hevur hann fyri munni á sær: um nakað so ræðiligt kundi komið nú, at teir ræddust? Hin biður hann ikki tosa slíkt. Sum teir eru setstir at eta, setur eitt avskræmiliga ljótt eitt høvdið inn um dyrnar - snýðið á tí er líkt einari rossaskon - og sigur: “Vilja tit síggja snutti mítt?” Annar tekur greytarsneisina og tveitir í skortin á trøllinum. Trøllið út av durunum við rini og hvini. Tá kom ræðsla á teir, og báðir tvísporandi heim í bygdina. Dagin eftir fóru teir norður aftur í Dal til at hyggja eftir gimbrunum. Tá livdi eingin purkan eftir; men garnarnar vóru vavdar rundan um húsið. “Purkhúsið” kallast støðið eftir tí enn.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017