• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

ÓLI JARNHEYSUR

Ólavur Larvasson búði í Øravík í Suðuroy. Ein dagin, sum ørvíkingar vóru útrónir, hittu teir eina royður, sum lá og floytti sær. Teir skóru spik oman av henni, sum hon lá, men góvu tí gætur, at teir komu ikki at tvøstinum. Tá ið teir fóru frá aftur, tók Ólavur Larvasson øksi sína og høgdi í bakið á henni so dygt, at royðurin tók sjógv á seg norðureftir, og teir sóu hana ikki aftur. Síðan rak hon inn í Kolbeinargjógv vestantil á Raktanga í Eysturoy. Øksin stóð í bakinum og navn Ólavs á skaftinum. - Tá í tíðini var tað siður, at gentur komu á ting til at kjósa sær menn. Eysturoyartingið stóð tá á Selatrað, og ein genta við Sjógv, ið hagar var komin, valdi sær mannin tann, ið átti hesa øksi. Soleiðis bar tað á, at Ólavur Larvasson kom til Sjóvar. Har kom hann at standa í nógvum mæti og tók við sýslumansembætinum í Eysturoy.

Ein sonur Ólavs æt Óli og varð síðan nevndur Jarnheysur. Hann kom ungur sum húskallur til Lamba í tænastu hjá Mikkjali bónda, ið var sonur løgmannin Jógvan Heinason. Úrmælingur var hesin sami Óli, avburðarmaður til styrki og til treystleika og tiltikin sum sjómaður. Hann kom skjótt at vera ómissiligur hjá lambabóndanum og stóð í slíkum mæti, at hann var mestan sum húsbóndi á garðinum (30 merkur var Lambagarður).

Eitt heystið vildi lambabóndin sleppa eitt veðurlamb upp, men Óli segði, at tað kundi koma at skorta fóður hjá neytunum seinni - hoyggið var ov lítið. Men bóndin helt, at tað gjørdi ikki mun fyri øll lambaneyt; lambið skuldi sleppast upp. Óli gav seg undir, men einar tveir dagar eftir fór hann út um garðarnar í gróthúsið, har sum lambið stóð, og drap tað. Bóndanum segði hann, sum vera mundi, ikki frá. Síðan fór hann inn á Strendur; har kókaði og át hann lambið. Óli ansaði neytunum um veturin, og hvønn dag, hann dró hoyggj til teirra, tók hann ein sopp og bar út í gróthúsið til hetta vælsignaða lambið, sum hann hevði dripið. Várið kom og varð ringt, so bóndin fekk hoyneyð. Eftir krossmessu legðist ógvuligur kavi; tríggir innistøðudagar komu, og hoyggið var útgingið hjá bóndanum. “Neytini mugu drepast,” heldur hann. Tá sigur Óli, at hevði nú veðurlambið ikki verið uppslept, so hevði hoyggið verið so mikið, at neytini høvdu hjálpst við tað. Bóndin heldur enn sum fyrr, at tað hevði ikki gjørt stóran mun. Óli biður hann tá koma út í gróthúsið og hyggja eftir veðurlambinum. Tá ið hurðin er upplatin, sigur hann við bóndan, at nú skal hann siga honum satt: veðurlambið drap hann í heyst, men hoyggið, sum ætlað var til tað, hevði hann goymt í gróthúsinum; biður hann nú siga sær, um tað gjørdi ikki mun. So nógv var hetta hoyggj, at tað bjargaði øllum lambaneytum tað árið. Ikki mundi tó Óli hava tikið í knappara lagi til lambið. Men bóndin varð so fegin, at hann gav Óla eitt gamalseyðakrov í løn.

Ein dagin sóu lambamenn grind út fyri Lambavík og fóru avstað at reka hana. Fleiri bátar komu til, og samtalan var, at teir skuldu royna at halda grindini norður í Vág. Men ikki batti hjá teimum; grindin vendi og helt til havs. Bátarnir góvu uppat at fylgja uttan Lambabáturin einsamallur; tí lambabóndin vildi nú, ið hvussu var, hava ein hval. Óli var formaður á bátinum. Tá ið teir vóru komnir á Mjóvanesstrong, bað bóndin Óla stinga við skutli og ætla stórt til. Óli stakk ein hval aftan fyri hornið, men hvalurin gjørdi rend á seg og rúsaði so øgiligt, at togið, sum fast var í skutlinum, slakaði gjøgnum hendurnar á Óla. Í sama bili kom ein annar hvalur og vavdi seg inn í togið, sló við sveivini, so kast kom um stertin, og báðir hvalir vóru nú áfastir. Óli menti seg, kastaði togið aftur um ryggin á sær, hevði seg opnan aftur í skutin og setti báðar føtur í spenni ímóti stokkinum. Skutilin stóð fastur í tí fyrra hvalinum; ógvulig ferð kom á bátin, og stavnurin mundi gingið undir í hesum viðbragdinum. Øgiligt var á at líta. Bóndin rópaði og bað Óla sleppa, men Óli svaraði nei: bóndin hevði biðið hann stinga stórt — nú hevði hann fingið stórt. Bóndin leyp úr bakrongini, har sum hann sat og stýrdi, fram á bógbekk og ætlaði at kubba togið tvørturav; men Óli segði, at tann, ið kom fram um bógbekk til sín, hann skuldi vera uttanborðs, og so varð bóndin at venda aftur. Tá ið teir vóru komnir so langt eystur út í havið, at Svínoyggin kom undan Borðoynni, møddust báðir hvalirnir — annar hekk tvørturum, so hvør tók máttin frá øðrum — og Óli fekk dripið báðar. So róðu teir at næsta landi og tóku hvalirnar upp. Grindin vendi, tók sjógv á bak og gjørdi landgongd norðuri í Vági í teirri somu øðini. Lambamenn fóru í drápið, men hinar báðar hvalirnar høvdu teir umframt.

Altíð eggjaði lambabóndin húskøllum sínum til sjós. Ein dagin gongur Óli inn við ein bátmann, at hann skal leggja seg sjúkan, og biður bóndan koma og hjálpa teimum at draga bátin á sjógv. Óli tekur roðklæði síni og leggur upp á neystaveggin. Tá ið báturin er flotaður, biður hann bóndan fara eftir sjóklæðunum á neystavegginum og bera sær tey. Menninir eru farnir í bátin uttan Óli, sum stendur og heldur. Bóndin kemur, toyggir seg inn í bátin við klæðunum at leggja tey í skutin, men í sama bili skjýtur Óli undir hann, rennir hann inn í skutin við og skjýtur so bátin frá alt fyri eitt. Bóndin sigur, at hann kann ikki fara við, tí hann hevur eingi sjóklæði, men Óli sigur, at hann kann fáa síni, tí hann nýtir tey ikki. So róðu teir til havs eystur í “oyðuna” (eystasta mið, sum róð verður). Kyrra var í sjónum. Tá brast á so knappliga ódnarveður av landnyrðingi, hann køvdi av í kavaroki, og teir noyddust at halda til lands. Teir fóru undir segl, og Óli sat og stýrdi. Rætt sum tað var, breyt ein stórur sjógvur og tók húgvuna av honum, so hon fór fyri borð. “Ey eya meg! nú misti eg fløtspón mín!” rópaði Óli (fløtspónur hansara var ein stór øðuskel, ið søgd var at kunna taka upp ímóti pegili; hana goymdi hann í húgvuni). Bóndin bað hann ikki geva seg um tað: nógvir spønir vóru eftir á Lambagarði, bæði hornspønir og silvurskeiðir: men Óli skoytti einki um, síðan hann hevði mist øðuskelina. Hattleysur, vattleysur og klútaleysur sat hann og stýrdi í allari ódnini, og skalvurin lá á bring-uni á honum - í trý sjóvarføll skuldi hann so sita. Ein óvitadrong, á bátinum var, bað hann koma og seta seg ímillum beinini á sær; annars stirðnaði hesin lítli í hel. Sum teir sótu, læt í dreinginum: “Eg síggi land!” “Hvar tá, armi stakkal?” spurdi Óli (“armi stakkal” var einasta yndisorð hansara - tað var tað besta, hann visti at siga við nakran mann). “Framman stavn!” svaraði drongurin. “Gott verði títt eyga, armi stakkal!” segði Óli. Tá kom Nólsoyggin undan. Eystantil á eiðinum settu teir upp. Bóndin bað teir rógva, bjarga sær sjálvum og ikki leggja lag í bátin, tó at hann fór sundur; men Óli segði, at bátin vildi hann ikki missa: hann var ovgóður at bróta. Nógv var fólkið fyri teimum, so teir fingu bátin væl upp. Tá ið teir komu til húsa, høvdu so nógvir bátar verið fyrri, at einki var eftir at fara í uttan konufólkaklæði. Allir bátmenn hansara fóru tá í konufólkaklæði, men tað vildi Óli ikki og sat so alla tíðina í tí váta karminum. Bóndakonan hevði tikið fløt oman av einum stórum potti, sum kjøt var kókað í. Óli tók stampin við fløtinum og drakk hann úr. Síðan varð hann altíð nevndur Óli Jarnheysur av tí, at hann sat hattleysur í øllum ódnarveðrinum. Frá tí degi eggjaði bóndin ikki húskallar sínar meira; segði Óli, at veðrið var ikki gott, so talaði bóndin ikki.

Einaferð fóru lambabóndin og Óli Jarnheysur til Árnafjarðar eftir eini gamlari gentu, sum hevði givið seg upp til bóndan. Nógvan blíðskap fingu teir í Árnafirði og fóru avstað aftur um kvøldið við hesi somu uppgávugentu. Meðan teir sigla suðureftir - myrkleitt er - hevur Óli uppgávugentuna sitandi millum knøini á sær og letur, sum hann fjálgar um hana, tí ruskut er veðrið. Tá ið teir eru komnir suður á Mjóvanes, tekur hann hana upp í fangið á sær og kvøður fyri henni: “Eg setti meg undir Kollu mína, dirradumeg!” So sleppir hann henni knappliga fyri borð, har sum óslættast er. “Dusa tær har!” mutlar hann. Síðan ognaðist lambabóndin jørð hennara í Árnafirði.

Ein húskallur, ið frálíka dúgligur var til at velta, helt seg til at kappvelta við Óla eitt várið. Teir fingu hvør sín teig og settu á báðir í senn. Javnt gekk hjá báðum. Tá ið liðugt var, lastaði bóndin arbeiðið hjá Óla: “Var tað skjótt, so var tað eisini illa velt.” Tá var grevið burtur av hakanum hjá Óla og hakin uppslitin; so hugaliga hevði hann velt. Tá ið farið var at leita, stóð grevið eftir í triðju torvu.

Ovrásin var Óli Jarnheysur. Eina ferð seymaði hann sær eina sjóstúku at hava til at dansa í um jólini. Einar tveir, tríggjar tímar seymaði hann; so var sjóstúkan liðug. Ikki mundi hon vera væl seymað, og nakað fýrisliga mundi hann dansa, tí mitt í dansinum sprotnaði hon upp, ermarnar losnaðu frá og duttu niður á gólvið. So dansaði Óli alla náttina í berum stúkuermum.

Tað drápið, sum Óli kom at liggja undir, tá ið hann kastaði uppgávukonuna fyri borð, aftur at øðrum gudloysi hansara gjørdi, at hann fekk ikki kristna jørð, men varð grivin einastaðni í bønum í Lamba.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017