• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

UPPSALA-PÆTUR

Pætur, nevndur Uppsala-Pætur av tí, at hann var slektaður av Uppsølum norðan úr Vági, var bóndi á Húsamørk í Leirvík í Eysturoy. Hann var eitt ógvuliga margháttligt menniskja, streyk altíð runt um landið og var aldri nakra høgtíð heima hjá sær sjálvum. Tá ið hann ferðaðist burtur til at halda høgtíð, var tað helst hagar, sum mest og best var at fáa at eta, tí nógv lá honum á at njóta gott til likamið. Illa stóð til á garðinum hjá honum sjálvum; mánadagin í føstuinngangi ella kyndilsmessudag var seinasti ásur tómur og síðsta kjøtbeinið útkastað úr hjallinum. “Ódrúgvur vart tú,” segði hann við ásin, tá ið hann kastaði síðsta beinið út.

Ikki var hann væl kendur allastaðni, hvar ið hann kom ferðandi sum gestur. Bømenn (innan úr Bø norðan úr Vági) vóru einaferð í Leirvík og høvdu flutt nýggjársgest hagar. Uppsala-Pætur bað teir lova sær inn í bátin, og tað var játtað. So bað hann teir seta seg yvir á Blankskála (bygd á vestursíðuni á Kalsoynni, beint yvir av Leirvík; nú er hon niðurløgd) - ætlan hansara var at halda jól har. Teir sýttu honum ikki ta bøn heldur og fluttu hann yvir um fjørðin. Tá ið hann steig fótin á land, bað hann teir steðga eitt lítið sindur: tað kundi vera, at hann kom aftur og fór við teimum inn í Bø (norður í Vág). Jógvan æt bóndin á Blankskála; hann bar ikki orð fyri at vera blídligur maður. Tá ið Pætur kom til hansara og bað um hús til nýggjárshaldið, var honum svarað tvørt nei; tað var ikki at ivast í tí. “Var eg nú á Dímun, hevði eg verið illa staddur,” segði Pætur, tá ið hann kom út aftur og helt hondina á klinkuni. So fór hann oman aftur til bátmenninar, sum lógu og bíðaðu, og so inn í Bø, hvar hann fekk innivist um nýggjárshaldið.

Men tað var nú um jólahaldið í Gásadali í Vágum, at her skuldi sigast frá. Uppsala-Pætur hevði hoyrt, at í Gásadali skuldi vera so óblítt fólk, tað óblíðasta fólk í Føroyum. Hann hugsaði tí við sær sjálvum, at hann skuldi tó einaferð royna, hvussu tað var at halda jól har, og vita, um fólk søgdu satt um óblíðskapin í Gásadali. Hann fer tollaksmessudag úr Leirvík, og hvar hann kemur fram, bygd undan bygd, spyrja øll hann, hvar hann ætlar sær at vera hesi jól. Hann sigur, at hann ætlar sær til Gásadals; men tá siga fólk, at har man hann fara at vera útihýstur; tí í Gásadali verður einki menniskja hýst, og tey mæla honum øll frá at fara ein so langan og óhøgligan veg, helst um vetrartíð. Men hann sigur, at tað kann vera tað sama: hann skal royna kortini. Hann gistir einastaðni í Streymoynni um náttina og kemur í Vágar jólaaftan, tá ið líður væl út á dagin. Tað er ógvuliga ruskut veður og ófýsisligt hjá honum á veginum til Gásadals; rennikavi er, so hann verður vátur og illa tiltøssaður og kemur so dravsíður til hús. Ikki var meira enn eitt hús í Gásadali tá. Hann sær fólk standa í durunum, men alt sum hann nærkast húsunum, hvørva tey innar, og eingin sæst aftur av teimum. Hann kemur og vil lata upp, men tá er hurðin stongd. Til alla lukku sær hann tætt við dyrnar eitt útihoyggj standa, sum skjøtil er ásettur; tað er drigið nakað væl niður á hann, so har bar væl til hjá honum at liggja afturundir og skýla sær fyri óveðrinum. Hann leggur seg upp á skjøtilin og ætlar sær at bíða: “Onkuntíð man hurðin fara at vera uppafturlatin í kvøld,” hugsar hann. Ikki krevur at vera smæðin hjá honum nú. Hann ger av fyri seg sjálvan, at, um hurðin verður uppafturlatin, skal hann leypa á dyrnar alt fyri eitt. Hann liggur langt og leingi; í endanum (hetta er um kvøldið) gongur úthurðin: tað er ein arbeiðskona, ið fer út eftir vatni. Pætur loypur so kvikur niður av hoynum beint á dyrnar og streingir at sleppa innum. Hann sleppur inn í roykstovuna. Matmóðirin er farin at gera nátturð; hon kókar greyt, og húsfólkið situr og spælir kort. Pætur biður góðan dag; einki svar. Hann biður um hús og turr klæði at lata seg í, tí hann er so vátur og gjøgnumdálkaður. Eingin øntir aftur. Hann stendur eina løtu á roykstovugólvinum; eingin talar orðið til hansara, og eingin býður honum sess. So setur hann seg sjálvkravdur niður á pallin. Eitt óhugnaligt jólaaftanskvøld er hetta at vera komin so langt av leið. Nú er greyturin liðugur, og matmóðirin biður húsfólkini geva uppat við kortspælinum og koma at fáa sær nátturð. Tá ið tey eru liðug at súpa, verður ruddað og alt burturbeint, og so fer alt hitt fólkið niður; bara matmóðirin skavast eitt sindur eftir í roykstovuni. Pætur situr við sama lag, gorhungraður. “Her verður at gera okkurt,” hugsar hann við sær sjálvum, og tað er alt í senn, so letur í honum: “Ja, tað gera tey nú her í húsinum, sum tey vilja, um tey geva mær nátturð ella ikki; men tað kann vera tað sama: geva tey mær ongan, so skal ikki alt venda uppeftir næsta jólaaftan, sum nú vendir uppeftir í Gásadali.” Matmóðirin, sum gongur og sýslast uppi, hoyrir hetta; ótti kemur á hana, tí hon heldur hetta vera ein gandakall, ið er komin í húsið. Hon vendir sær við og biður hann fyri alt ikki gera tað; hann skal vera vælkomin, um hann einki ilt vil gera, sigur hon. “Verði eg væl fagnaður, skal eg einki ilt gera,” sigur hann; “tað er so sambæriligt.” So fær hon honum turr klæði at lata seg í, setur greyt fyri hann inn í glasstovuna og biður hann súpa. Meðan hann sýpur, fer hon at tosa við hann og gevur upp fyri honum alt sovorðið smátt, sum forsónast í húsinum; tað er so mangt, ið hvørvur, og alt er tað innanhýsis, so tað man vera eitt innanhýsisfólk, ið gongur og pískar; men eingin er at meta um (leggja fyri stuldur). Hon spyr hann, um hann veit eingi ráð til at fáa at vita, hvør ið tjóvurin er. “Tað er lítið fyri at vita,” heldur Pætur, tekur ein brand úr grúgvuni við klovanum, gongur upp um stovuna við honum og sigur, at, er tað nakar her undir lonini, ið er tjóvurin, so skal hann fáa sviðan frá sær í kvøld. So kvettar hann brandin sundur í fýra pettir, blakar hvørt pettið í sítt hornið á roykstovuni og sigur, at so smátt skal tjóvurin verða sundurpettaður sum hesin brandur. Nú tekur at láta í eini gamlari arbeiðskonu; hon reisist grátandi upp úr koyggjuni, sum hon liggur, og biður hann fyri Guds sak einki ilt gera sær; tí hon var tann, ið alt hevði gjørt. Tá ið matmóðirin hoyrir hetta, leggur hon ikki lag í meira at vita; hon er nú so findarblíð við Pætur og vísir honum á eina góða song. Hann er nú gestur har um øll jólini, væl fagnaður og tígnaður bæði av matmóðurini og hinum fólkinum, tí øll halda hann vera ein mann, sum dugir meira enn at mata seg. — Tá ið jólini vóru úti, fór Uppsala-Pætur heim aftur til sín sjálvs. Í bygdunum, sum hann fór um á veginum, spurdu tey, sum høvdu mælt honum frá at fara, hann sjálvan eftir, hvussu honum hevði gingist. Tá segði hann, hvat ið mundi tykjast mongum ótrúligt, at mong góð jól hevði hann havt; men so góð jól sum í Gásadali hevði hann ikki havt á lívstíðini.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017