• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Leynaferðin

Fyri kortum var eg inni hjá einum manni á 50 ára aldri. Hann segði mær frá hesum.

Móðir hansara, sum tá ið tilburðurin hendi, var 28-29 ára gomul, fór saman við honum, ið var 8-9 ár og tveimum gentum, onnur 19 ár, hin eitt sindur eldri, eina ferð til Leyna. Bæði móðir og sonur mintust væl til hesa ferð, av tí at hon var so sera merkilig, og øll søgdu eins frá.

Tá ið tey vóru komin so langt sum til Skálaskarð, sóu tey eitt sindur longur frammi eina konu koma gangandi. Hon helt leiðina beint ímóti teimum. Tey nærkaðust í hvørjum. Men hon hugdi alla tíðina beint niður fyri seg. Tá ið tey umskaraðust, vóru tey so tætt hjá hvørjum øðrum, at tey, sum í fylginum vóru, kundu rætt hondina til hennara, um tey vildu. Men hetta møtið gekk so ónatúrliga fyri seg, at eingin kortini tordi nakað, tað var ikki so mikið sum biðið: Góðan dagin.

Sum tað hevur verið siður fyrr, hevði fremmanda konan tikið yvirskjúrtið upp fyri at gera gongdina lagaligari; hon var í morreyðari sjótatroyggju við tinknøppum, hevði turriklæði á høvdinum og eitt lítið samanbundið turriklæði í hondini. Andlitið var næstan eins myrkt og troyggjan, hon var í.

Tá ið tey gott og væl vóru komin fram við hana, vóru tey í einari lítlari brekku, so konan var alt fyri eitt úr eygsjón, men við tað, at tey hildu fólkið, tey høvdu møtt, ikki vera rættiligt fólk, fóru tey alt fyri eitt niðan aftur á brekkuna, so langt at tey høvdu gott útsýni. Hóast tey tá kundu síggja væl frá sær, sóu tey nú onga konu.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017