• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

BEINTA OG PEDER ARRHEBOE

Beinta, sorinskrivaradóttir úr Havn, var gift við trimum prestum, hvørjum undan øðrum. Tiltikin var hon til vakurleika og dáraði mangan mann; men var hon eingil uttan, so var hon tað ikki innan, tí ilt var skapið í henni, og allir tríggir menn, ið giftust við henni, fingu óskepnu.Bæði í moyggjaraldrinum og meðan hon var einkja, gekk hon oman til strandar í Havn, hvørja ferð ið skip var komið niðrifrá, sum nýggjur prestur var væntandi upp við til Føroya, og stóð so uppskrýdd á bakkanum fyri prestinum, tá ið hann kom í land. Á henda hátt varð hon trúlovað við einum presti fyri og øðrum eftir.

Fyrsti maður, hon giftist við, var harra Jónas á Viðareiði, norðoyaprestur. Ógvuliga ódæll var hon við húskallarnar har norðuri. Við tað sama hon kom til Ónagerðis sum matmóðir, fekk hon teimum eina stóra ullarhít at karða burturúr. Teir søgdu nei, men so bað hon mann sín hjálpa sær. Hann fór til teirra og bað teir gera, sum hon beyð, fyri hansara skyld, um ikki fyri hennara. Tá ið teir komu frá útiróðri, ella hvar teir so høvdu verið, hevði hon altíð ullarhítina til teirra at karða úr ella koyrdi teir til rokkin at spinna. So rýmdu húskallarnir, ein fyri og annar eftir. Ikki fingu teir nátturð, um teir ikki veltu eftir tveimum rossum (so mikið av tøðum, sum tvey ross bóru). So bara stigu teir upp í leypin - breiddu ikki - og skumpaðu mold aftur yvir tøðini, so bøurin kom at liggja kolasvartur, og tað spretti ikki gras av í mong ár. Grót legði hon á fatið til teirra, tá ið teir komu av útiróðri og einki høvdu fiskað. Um eitt, sum rak er, verður tí enn tikið til: Hatta er sum í Ónagerði, tá ið Beinta var. Ikki vildi hon lova húskøllum sínum at bróta ryggin sundur í fiskinum, sum hon gav teimum at eta. Ein kona segði eina ferð við teir, at teir sóu so illa út, og spurdi, um teir brutu ikki ryggin sundur í fiskinum; men teir søgdu nei. Hon legði teimum tá til ráða at bróta hann sundur í trý, tí so kundi Beinta ikki villa fisk aftur á beinið. Tá trivnaðust teir. Jónas var einkjumaður, tá ið hann giftist við Beintu. Tá ið hon tók at leiðast við hann, tók hon mold úr grøvini hjá fyrru konu hansara og legði undir høvdalagið hjá honum. Tá tók hin fyrra konan at ganga aftur á prestin, og hann varð óður í høvdinum. Tá ið hann lá til at doyggja og bað um heitt, fekk hann kalt, og bað hann um kalt, fekk hann heitt.

Eftir Jónasar deyða varð Beinta trúlovað við Anders Lemvigh, hjálparpresti á Nesi í Eysturoy, og skjótt kom tað hagar, at tey skuldu giftast. Beinta var á Nesi í hoyberatíðini og tók eftir, at har gekk nógv til í húsinum, tí prestur var góður maður og gjørdi væl við húsfólkini. Hon hevði við tað sama at prestinum, at hann dugdi ikki at hava hógv, og legði til, at øðrvísi skuldi tað vera, tá ið hon kom at vera matmóðir á Nesi - hon helt seg eiga hann vísan. Men tá segði prestur, at, læt hon seg so tíðliga í brøkur, var tað best, at hann beindi hana aftur til Havnar. Og so varð; hoyberamenninir fóru við henni til Havnar, og eingin gifta kom í lag millum hennara og Anders Lemvigh.

Annar maður Beintu var Niels Aagaard, prestur í Vágum. Hann var hóvligur maður og veikur og gjørdi henni oftast eftir vild fyri at fáa frið; men hetta gjørdi hana bara verri. Ein dagin, sum hon gjørdi seg inn á hann, og hann royndi at halda ímóti, tók hon ein ljósastaka og sló eftir honum, men rakti í roykstovubitan, so eitt stykki feyk úr fótinum á stakanum. Hesin staki var seinni altarstaki í Miðvágs kirkju. Eina aðra ferð hevði hon læst seg inni við honum í einum kamari til at buka hann; tá kom húskallurin, Kristoffur, til, breyt dyrnar, tók hana og koyrdi hana í eina tvagtunnu. Síðan ræddist Beinta altíð landbukku.

Aldri tordi harra Niels at liggja nátt í Sandavági, tá ið hann helt gudstænastu har, men varð altíð at ríða heim í Jansagerði, prestagarðin í Miðvági, sama kvøldið, tí Beinta var avindsjúk inn á løgmansdøturnar á Steig (Steigagarður í Sandavági var løgmanssetur) og rædd um, at harri Niels skuldi fáa hug at einihvørjari av teimum, tí tær vóru sjáldsama vakrar. So hendi tað einaferð, sum harra Niels var í Sandavági, at sandavágsmenn hildu tað ikki vera ráðiligt hjá honum at fara av stað aftur sama kvøld, tí vetrartíð var, niða og hart frost; men hann fór kortini, tí hann ræddist Beintu. Siður var tá í tíðini, at bæði prestur og bøndur riðu á hestbaki til og frá kirkju. Flóð var, og prestur reið uppi undir bakkanum. Tá ið hann var komin á Miðvágssand, snávaði hesturin á einari hellu, kallað Steinsmørkhella, niðri undir Eirikstoftum, og prestur breyt beinið. Tá ið nøkur tíð var umliðin, og beinið var saman aftur runnið, kom prestur fram aftur at sita og hevði beinið liggjandi uppi á einum stóli. Ein dagin, sum hann so situr, kemur ein húskallur inn skundisliga og sigur, at ein bátur leggur at landi niðri á Støð; “hatta er onkur av teimum stóru í Havn”, heldur hann fyri. Beinta loypur upp øðislig, snurrar av stað og fírir undir stólin, so beinið á prestinum dettur niður a gólvið og brotnar aðru ferð. Hann var førdur til bartskeran í Havn, men tá rann beinið ikki saman aftur, kolubrandur kom í, og tað varð harra Nielsi at deyða. Reittur verður vargur til vea - áðrenn hann doyði, bannsetti hann Beintu.

Eftir harra Nielsar deyða hevði Beinta náðinsgarðin, Kálvalíð í Miðvági, men var oftast í Havn hjá mammuni. Tá ið Peder Arrheboe, nevndur harra Peder (Per), ið settur var til at vera prestur í Vágum eftir harra Niels, kom niðri frá upp til Føroya, stóð hon uppskrýdd, og við tað sama rann honum týðan til hennara. Søgn er, at fyrst ið hann fór vestur í Vágar (hann varð settur yvir um sundið millum Norðstreymoyar og Vága), var Beinta við honum frá sundinum av Fútakletti. Hann vildi fara inn á Steig at vitja løgmannin, men hon var rædd um, at hann skuldi fáa hug at einihvørjari av teim vøkru løgmansdøtrunum - eisini var hon illa kend í Vágum tá sum einkja eftir harra Niels - og tordi tí ikki at sleppa honum. Tá ið tey komu fram við Steig, spurdi hann, um hetta var Steig. “Nei”, segði hon. So komu tey í Jansagerði. Hann spurdi, um hetta var Steig. Nei, hetta var prestagarðurin. Síðan upplýsti hon fyri honum, at hon vildi ikki hava hann til at fara á Steig: tí har búðu nakrir »lokkufuglar« (hon meinti við løgmansdøturnar).

Soleiðis gekk Beinta um harra Peder, at hann var giftur við henni annan veturin eftir tað, at hann var komin til Føroya. Frá hesari tíð er goymd ein lítil ríma, sum hann gjørdi um hana:

Min smukke,

min dukke,

min lyst og min del!

min jordiske engel og sødeste sjæl!

du haver betaget mit hjærte og alt

med dine gebærder og yndig gestalt.

Dine hænder ere hvide og bløde som uld,

din hals er som perler, dit hår er som guld.

Men tá tey vóru gift bæði, kom alt at vera øðrvísi, enn hann hevði hugsað. Hon var ikki góð við hann, sum hann var við hana, og hevði oftast spott og hvøss orð aftur ímóti yndisorðum hansara. Eina langa tíð knosaðu tey saman og komu alt verri og verri á samt, sum tíðin leið. Ongantíð unti hon honum frið. Ein dagin, sum tey høvdu deilt, fór hann út og setti seg á ein heyggj, men við tað sama var hon aftaná og stoytti eina vatnbyttu yvir høvdið á honum. Hann hugsaði, at toran hevði so buldrað í dag, at regnið mundi fara at koma aftaná, segði hann tá við hana. Einaferð ið hann hevði at henni, at hon bukaði arbeiðskonurnar, beit hon hann av: tað var ikki fyri hann at leggja seg uppí; hann kundi væla um sínar skitnu bøkur. Tá hugdi hann at henni grammliga, tók fast í armin á henni og leiddi hana út. Síðan veik hon altíð fyri honum.

Arbeiðskonurnar royndu altíð at gera henni tað illa og honum tað góða, ið tær kundu. Tá ið blóðmørur var kókaður, vildi Beinta ongantíð lata tálg í til hansara, men koyrdi mestan alla tálgina í síni indur. So gjørdi hon merki í pylsupinnarnar, at hon kundi gera skil ímillum indrini, hvørji hansara vóru og hvørji hennara. Men arbeiðskonurnar skiftu pinnarnar, sum hon hevði merkt, um í blóðmørsindrunum, so teir komu at standa tvørtur ímóti, sum ætlað var. Hann fekk tá allan hin feita blóðmørin og hon hin soltna. Hvussu bar hetta til? so feit pylsa til hansara í kvøld? spurdi prestur; hann var ikki vanur við slíkt. Men lítið var um Beintu: tað glógvaði ikki í hjá sær, segði hon.

Prestur gekk ofta oman í kirkjuna til at hava frið fyri konu sínari. Eitt kvøldið sendi hon ein húskall har oman og fekk honum eitt lak við til at fara í: hann skuldi vera spøkilsi og ræða harra Peder í kirkjuni. Húskallurin kemur sníkjandi inn í kirkjuna og reisist so fyri presti í lakinum; men prestur tekur at lesa upp yvir honum og reka (mána) hann niður ígjøgnum kirkjugólvið. Húskallurin rópar, tá ið hann er komin hálvan vegin niður, og sigur, hvør hann er, men tá kann prestur ikki fáa hann upp aftur og verður at reka hann heilt niður ígjøgnum undir nístan og pípan frá honum.

Væl lærdur maður var harra Peder og tungusnjallur, og har afturat dugdi hann meira enn at mata seg, sum tey taka til. Ofta heittu tí fólk á hann til at nýta sín gandakunst teimum til hjálpar, og góður var hann í ávikum, tá ið tað galt slíkt. - Ein bóndi var í Miðvági, sum misti so nógv úr hjalli sínum. Hetta helt so við í langa tíð, at stolið varð frá honum; leitað varð eftir tjóvinum, men einki gjørdist: teir kundu ikki koma upp á sporið. So bóðu teir harra Peder um at hjálpa sær. Ein sunnudag, sum fólk eru í kirkju, prestur stendur á prædikastólinum - útvaldur predikantari skuldi hann vera - og hevur endað prædikuna við evangeliinum, sum siður var tá, starir hann út í kirkjuna nakað leingi og sigur í endanum: “Tyv, jeg ser dig, og jeg kender dig, og Gud kender dig.” So tekur hann altarbókina, ið liggur á prædikastólinum, slær hana tvørtur um høvdið á sær og sigur, í tí at hann sveiggjar hana: “Ret nu tager jeg min alterbog og slår den for din pande.” Men í tí at hann læt, sum hann slerdi altarbókina út í kirkjuna, small ein maður, ið inni var, niður. Tá var tjóvurin vísur.

Harra Peder var ræðuliga snarsintur maður. Hann fall í eina sjúku, sum gjørdi hann heilavillan eina tíð, og tó at hann kom aftur fyri seg, var tað ikki øðrvísi enn, at sjúkan vitjaði aftur á hann við hvørt, so hann var ørur í høvdinum, meðan hon stóð við.

Harra Peder og bóndin á Ryggi í Miðvági, Jógvan Rasmusson, kallaður Prest-Jógvan, vóru óvinir. Teir vóru komnir til ilnar um eina heimakúgv hjá rygsbóndanum, sum hevði slitið tjóðrið og traðkaði bøin niður hjá presti; fyri hetta gjørdi prestur seg inn á bóndan og gav honum grov orð. So var einki meira burtur úr hesum, men seinni brustu báðir saman aftur, og tá kom at vera verri. Við hesum bar so til. Beinta var oyðslusom og ofta í neyð fyri pengar. Nú átti harra Peder eini skóspenni av silvuri; tey tók hon og seldi í loynd til ein mann við Kirkjar (býlingur í Miðvági). Hesin maður seldi tey uppaftur til Jógvan bónda á Ryggi. Prestur saknaði silvurspennini og spurdi Beintu eftir teimum, men hon duldi fyri, hvat hon hevði gjørt, og segði, at tey máttu vera stolin. So ein dagin sá harra Peder Jógvan ganga við hesum skóspennum sínum og østist so upp, at hann leyp í hann við tí alt í einum, tvíggjaði hann út og kallaði hann tjóv. Bóndin hótti at presti og trúaði við søksmáli, um hann ikki bað um fyrgeving fyri tey orð, hann hevði havt frammi. Síðan var prestur tríggjar ferðir á veg niðan á Rygg til at royna at koma til sams við bóndan, men hvørja ferð spottaði Beinta hann, so hann helt av. Triðju ferð var prestur komin á Liðastein - hevði latið seg í prestakjólan - tá ið Beinta rópaði eftir honum, at hon helt tað vera vanvirðiligt fyri ein prest at fara at biðja ein bóndaflók um sátt og semju: hann skuldi heldur drukkið sær eina fløsku av brennivíni og so tikið øksi í hond og brotið dyrnar upp hjá Jógvani. Øði kom í prestin; hann vendi aftur, drakk seg fullan, fór so við øksi niðan á Rygg, breyt dyrnar hjá Jógvani og kallaði hann uppaftur tjóv. Tá tók bóndin søksmál upp, men legðist á sóttarsong og doyði, áðrenn sakin var endað. Tá ið hann lá til at doyggja, fóru tríggir menn til prestin og vildu fáa at vita, hvønn veg bóndin fór: til himmiríkis ella til helvitis, tí hann var so dáttliga deyður. Prestur segði, at hann var ikki deyður: teir vildu bara narra seg. So fóru teir heim aftur og eina løtu eftir oman aftur til prestin. Sum teir standa og tosa við hann, slær hann hendurnar saman og sigur: “Ret nu for han til helvede.” Tá høvdu menninir lagt bóndan í kistu, áðrenn teir fóru, og tá ið teir komu heim aftur, lá hann kvaldur í kistuni - hann hevði ikki verið uttan skindeyður. Harra Peder helt líktaluna eftir rygsbóndan, og hevði hann ovtalað seg fyrr, so bar av nú. Fyrstu orð, ið hann segði, í tí hann steig fram á grøvina, vóru: »Nu træder jeg på en tyvegrav.” Síðan kastaði hann jørð á og segði: “En tyv levede du, en tyv døde du, en tyv skal du igen opstå.” Men einkja Jógvans svímaði, sum hon stóð, og varð síðan leidd heim.

Peder Arrheboe var fyri sín ósámiliga atburð dømdur av einum próstarætti. Tó varð hann sitandi í prestagarðinum Jansagerði í hálvt annað ár eftir henda dóm, og meðan noyddist eftirmaður hansara, Suurland, at halda til í einum húsi á Ryggi. Síðan var harra Peder í nýggjum próstarættardómi dømdur til at flyta av garði og burtur úr bygdini. Beinta og hann fluttu tá bæði til Sandavágs og livdu har teirra síðstu tíð í einari smáttu, í Haraldsstovu kallað. Men ikki varð hann mettur minni maður eftir tað, at hann hevði mist kappa og kraga. Hann hjálpti nú enn meira enn fyrr teimum, ið søktu ráð hjá honum móti huldufólki og gandi, og ikki hildu fólk tað gretta, at hann útinti, hvat ið hann tók upp á seg at gera í slíkum søkum.

Um Kristoffur í Húsi - hin sami, ið var húskallur eina tíð hjá harra Niels og koyrdi Beintu í tvagtunnuna - er frásøgn goymd, hvussu harra Peder hjálpti honum til at fáa frið fyri einari huldukonu. - Kristoffur var fyrst húskallur hjá Magnus bónda í Bø (í Vágum). Ein huldukona tók at ganga til hansara har, og so illa royndur varð hann av henni umsíðir, at hann varð at rýma úr Bø. Hann fór til Miðvágs, giftist og búsettist í Húsi, og síðan var hann nevndur Kristoffur í Húsi. Hann var fluttmaður hjá Peder Arrheboe presti til Bíggjar. Einaferð, ið teir vóru farnir til Bíggjar, bað prestur hann liggja nátt við sær har, tí ringt veður var og seint á degi; men Kristoffur segði, at hann vildi ikki. Prestur tók at spyrja hann, hví hann kundi ikki vera, og Kristoffur upplýsti tá fyri honum, at hann fekk ikki frið í Bø fyri einari huldukonu. Prestur segði, at, var tað einki annað enn tað, skuldi hann vita at hjálpa honum, og bað hann liggja. Síðan beyð hann, at alt skuldi fara tíðliga til songar. Kristoffur svav í roykstovuni, og ljós brann; prestur fór til hansara og var hjá honum eina løtu, legði so handskar sínar upp á bitan mitt í roykstovuni og gekk síðan uttar. Eina góða løtu eftir hoyrir Kristoffur huldukonuna koma; hon letur hurðina upp, men sleppur ikki longur inn enn á hálvt gólvið undir bitan, har sum handskarnir liggja, melur ymsar vegir og fer so avstað aftur. Tíðliga á morgni kom prestur at hitta Kristoffur og spurdi, hvussu gingist hevði í nátt. “Væl,” segði Kristoffur; “hon kom, men ikki longur enn undir bitan; har gekk hon og strevaðist og rýmdi so.” “Tað hugsaði eg,” segði prestur; “um tú hevði sagt øðrvísi, hevði tú logið.” Síðan hevði Kristoffur frið fyri huldukonuni, hvørja ferð hann var í Bø; men nú tók hon at ganga heim til hansara í Miðvági, hvaðna verri enn í Bø, so nú batti reint ikki. Kristoffur bað hana fara frá sær, men huldukonan segði, at tað mátti verið annað ráðið hjá honum at havt seg til konu: hon var mætari kona enn Steinsetra hansara (steinar høvdu tey fyrr til pallar at sita á við grúgvuna; tí kallaði huldan konu Kristoffurs Steinsetruna). “Nei,” segði Kristoffur; “Steinsetran er eitt Guds barn, men tú ert eitt fanans barn.” So Kristoffur aftur til prestin at kæra sína neyð. Prestur spyr hann, hví hann fer ikki til Bíggjar til Magnus bónda at vera. “Nei, mætur,” sigur Kristoffur (“mætur” var eitt tiltak hansara); “hjá Magnusi í Bø kann eg ikki vera, tí hann hevur tvey høvd.” Hann var ein ríggjuskøltur, meinti Kristoffur. Prestur spurdi tá, hví hann var ikki komin fyrr. Tað var komið nakað lítið ímillum Beintu og hann, segði Kristoffur: hann hevði koyrt hana í eina tvagtunnu eina ferð, ið hon bukaði hin fyrra mann sín, harra Niels. Prestur legði honum tey ráð at skifta búgv, og Kristoffur flutti so til Velbastaðar í Suðurstreymoy. Har var hann eina tíð, men so var líka galið aftur: huldukonan var eftir honum har eisini. Kristoffur sá sær eingi onnur ráð enn at fara við bát aftur í Vágar og søkja hjálp hjá presti triðju ferð; tó gjørdi hann tað treyður, tí hann hevði gjørt seg illa kendan við Beintu. Hann legði at landi í Sandavági, tí tá var harri Peder settur frá embætinum og farin til Sandavágs at búgva. Báðir sótu inni í roykstovuni einsamallir um kvøldið. Prestur bað tá Kristoffur fara í songina. Út móti lýsing kom huldukonan, men prestur gav henni mótitøku, sveigaði við keppinum og rak hana út, fyrst gjøgnum roykstovudyrnar, so gjøgnum túnið oman eftir sandinum, aftur øvuta allan vegin út í Hvítagrót inni í Giljum (á veginum til Miðvágs) - hann vildi ikki møta útróðrarmonnunum - og tók so at reka hana niður undir við lestri so smátt og smátt. Tá ið høvdið stóð javnt við sandin, setti hann hælin á og skrivaði við stavinum oman yvir henni. Útróðrarmenninir fóru og sóu huldubát liggja undir Hólki við teimum átta monnunum, sum høvdu róð við huldukonuni. Síðan forbeyð prestur hvørjum manni at fara norður á sandin, fyrr enn flóðin hevði verið uppiyvir aftur, og aldri vóru boð betur hildin enn hesi. So fór prestur aftur í songina til Kristoffurs og rak ónda ond út úr honum; djarvastu fólk í Sandavági, sum kagaðu, sóu nakað fara upp ígjøgnum ljóaran. Tá fekk Kristoffur frið.

Um henda sama Kristoffur í Húsi er tann frásøgn, at hann hevði so ónatúrliga sterkt mál, at eingin maður í Føroyum tá hevði slíkt mál. Einaferð - hetta var, áðrenn hann fór til Velbastaðar at búgva - gekk hann til Oyragjáar (á eystursíðuni á Vágoynni yvir av Streymoyarlandinum) og rópaði grindaboð tvørtur um sundið so hart, at tey hoyrdu hann skiluliga fram fyri kvørnina á Heygum í Vestmanna; har stóðu tvær arbeiðskonur og mólu. Onnur arbeiðskonan slepti kvørnini og segði: “Hatta er Kristoffur í Húsi, ið rópar.” Aðrir menn breiddu til tekn, men Kristoffur bara rópaði. Hann gekk á fjall í Miðvágshagan, sum lá tætt upp til hagan hjá Magnusi í Bø, og rópaði so hart, at seyðurin hjá Magnusi rýmdi av haganum. Eftir tað fekk hann tvey lomb av Magnusi fyri, at hann skuldi vera minni harðmæltur. Kristoffur var nakað undarliga sintur maður. Ikki tordi nakar at nevna “longu” (fiskin) fyri honum; so vildi hann drepa (hann var sjálvur eyknevndur “longa” av tí, at hann var so langur). Hann gekk til Havnar at keypa fyri fólk, og ikki svitaðist tað, at hann útrættaði tey ørindi, ið hann var biðin at bera fram; men vildi nakar minna hann uppá aftur okkurt, sum fyrr hevði verið orðað við hann, so bar Kristoffur ikki boðini fram, tí ikki dámdi honum, at nakað varð sagt við hann meira enn eina ferð. Eitt lítið gerði - sátulendi - í Miðvági nevnist enn “Kristoffurs trøð” eftir honum; “Kristoffurs krógv” er ímillum Miðvágs og tað stóra vatnið.

Ofta varð heitt á harra Peder Arrheboe til at hjálpa ímóti trøllskapi og gandi, ella hvar ið slíkur ófriður var á ferð, at einki gjørdist uttan at hava gand til verju. Hvussu harra Peder gandaði eitt ófriðarskip í Sandavági er sagt frá í søguni “Løgmansdóttirin í Vágum”. - Eftir tað at harra Peder var settur frá embætinum, kom ein stór grind í Skálafjørð í Eysturoy, men tó at Skálabotnur tá var eitt tiltikið grindapláss, hvar ið grind varð hildin vís at doyggja, vildi tað ikki bera til at fáa hesa grindina rikna inn í botn og dripna. Fólk hildu fananskap vera uppi í grindini; eitt var, sum hevði botn fyri eygunum, og tá ið tað kavaði, klappaði hesin botnur so hart í sjógvin; av tí kallaðu tey tað Klappus. Skálamenn fóru vestur í Vágar til at biðja Peder Arrheboe leggja sær ráð, hvussu teir skuldu fáa grindina dripna, og lovaðu honum størsta hvalin afturfyri. Har afturat skrivaði landfútin sjálvur bræv til hansara og bað hann koma grindamonnunum til hjálpar, um hann visti nakað ráð til at reka henda devulskap burtur, sum forðaði grindini. Harra Peder kom, skrivaði nøkur orð upp á ein pappírslepa og bað eina bátsskipan fara við honum og floyta hann á sjógvin uttan fyri grindina. Grindin doyði, men eysturoyingar tveittu presti bert ein leiftur og ikki størsta hvalin, sum teir høvdu lovað. Tá lovaði harra Peder, at grind skuldi ikki doyggja aftur í Skálafirði, og so varð. Næstu ferð ið grind kom í Skálafjørð, doyði einans hvalur. “Nu dræbe de grind udi Skålebund udi Østerø, men de få ikke mere end den mindste”, segði harra Peder.

Í Haraldsstovu í Sandavági livdi Peder Arrheboe ella “gamli prestur”, sum hann nevnist eisini, síni síðstu ár eftir tað, at hann var dømdur frá kjólanum. Har í Sandavági fekst hann við at rógva út og fann eitt mið, sum rópast “Prestmið” eftir honum; tað er ímillum Klovnings og Presttanga, ein fjórðing frá landi. Løgmaður hevði sæð hann ganga burtur í haga til torvlutirnar og heinta sær torvkonglar upp, tóktist synd í honum og tók hann til lærara hjá børnum sínum. Fleiri lærisveinar gingu til harra Peders í Sandavági, og ítastur av teimum Bartals-Jákup; men Beinta fjónaði teir og stoytti vatnbyttur yvir teir, tá ið teir komu til hansara. Ikki kom harra Peder at líða neyð í Sandavági. Trý kúfóður og tjúgu seyðir fekk hann, so leingi hann livdi, av eftirmanninum í Jansagerði. Eisini fekk hann gávuseyðir frá ymsum monnum og tíggjund av tveimum bátum í Sandavági; løgmansbáturin var annar.

Ofta komu fólk ferðandi langan veg til at síggja “avsetta prest”. Ein dagin, sum harra Peder gekk niðri á sandinum, kom ein ókunnigur maður, ið nýkomin var til bygdina, til hansara og bað hann vísa sær á avsetta prest. Hesin maður hevði ikki sæð harra Peder fyrr og kendi hann tí ikki. Harra Peder lovaði tað; tó hevði hann eitt lítið ørindi at fara fyrst, segði hann, men skuldi koma aftur við tað sama. Hin fremmandi gekk aftur og fram niðri á sandinum og bíðaði eina langa tíð; men eingin prestur kom aftur. Tá í endanum grunaði hann, at hetta mundi hava verið Peder Arrheboe sjálvur, ið hann hevði talað við.

Um Beintu er enn at siga, at, meðan hon búði í Sandavági, gekk hon ofta bygda millum við einum posa til at biðja sær uppí. Einaferð kom hon til Lamba í Eysturoy og bað lambamatmóðurina geva sær upp í eina tægu av korni. Lambamatmóðirin helt, at tað var ikki fyri hana at biðja korn, men læt hana tó fáa. - Síðstu orð Beintu, tá ið hon lá á sóttarsong, vóru: “Svartakorn og hvítakorn.”

Harra Peder livdi Beintu av í nøkur ár. Einsamallur var hann tá í húsi á gamalsaldri eina tíð, og tá ið hann varð spurdur, hvussu hann hjálptist einsamallur, svaraði hann: “Troldene bære mig vandet; selv må jeg “knue”, og selv må jeg bære min aske.” Eitt klænt hol var í veggjabróstinum, sum hann slepti trøllunum út ígjøgnum, tá ið hann vildi hava tey avstað; “hu!” læt í teimum, tá ið tey fóru ígjøgnum holið - so trongt var tað. Inn komu tey altíð til hansara ígjøgnum dyrnar. Sjálvur gekk hann við dylluni og bað neytakonurnar mjólka kúgv sínari. “Hvo vil have mig den farlige dille?” spurdi hann.

Tá ið harri Peder lá á sóttarsong, vóru tey fleiri, ið vildu sleppa at vaka uppi yvir honum, men hann vildi ikki lova teimum. “De mænd i hvide klæder våge over mig,” segði hann - morgunin eftir lá hann deyður.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017