• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

"DÓMSTÓLAR"

Í Kvíandali í Miðvági er ein klovin steinur, sum rópast “Dómstólar”. Navnið hvílir av tí, at har var ting hildið fyrr í tíðini. Hvussu hesin steinur klovnaði, harum er henda frásøgn. Tveir menn stríddust um mark, og varð henda sak latin til tings. Tá ið annar maðurin føldi, at dómarin vildi døma honum órættin til, stakk hann ein tumlavøtt við peningum til hansara; tá tók dómarin at koykla og koykla so líðandi, og endin varð, at hann dømdi hinum manninum órættin til, tvørtur ímóti tí, sum hann fyrst hevði ætlað. Men í sama sinni klovnaði steinurin.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901.

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017