• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rust á rust, bust á bust

Einaferð í eldri døgum kom eitt ógviliga stórt rekatræ upp á land í Giljanesi. Søgnin er, at tað skuldi vera 30 alin langt.

Um henda reka tustu saman bæði sandavágsmenn og miðvingar; men hvørgin av pørtunum tordi at taka tað, tí eingin var reiðiliga greiður yvir, hvar markið var ímillum bygdirnar, og træið lá um markaleiðina. Menn fóru at trætast. Men tað bar onga leið. Teir samdust so um at leita til eina gamla konu uppi í Húsum í Miðvági og spyrja um markaskjalið. Teir fóru so. Tann gamla konan gav teimum hetta svar:

Frá gálga upp í rustina -
rust á rust,
bust á bust,
Jaspurs riva niður í sjógv -:
har er markið!

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017