• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

ÓLAVUR Á RYGGI

Ólavur á Ryggi í Miðvági var ríkur maður og átti nógvar pengar, sum hann goymdi í eini óvandaðari kistu við ongum lási. Men av tí, at hann átti so nógv børn og kvíðaði fyri, at tey kundu koma vasandi niður í kistuna og forkoma pengunum, tók hann teir upp úr haðani, koyrdi teir upp í ein posa og laðaði hann inn í ein gróthúsvegg í fyllingina millum báðar fláirnar. Ongum segði hann frá, heldur ikki konuni. Ein dagin um summarið, tá ið fuglur var komin í bjørgið, fór Ólavur burtur í haga, helst til at fáa sær nakran feskmat (lunda). Sum hann fanglaðist eftir hesum, kom hann at einum kletti í bakkanum, sum ein fuglatorva var niðriundir. Lágligur klettur var at fara niðurfyri, so hann helt tað ikki bila at sleppa upp fyri hann aftur. Hann loypur leysur niður í torvuna, fær nógvan lunda og vil taka seg upp aftur; men nú roynist kletturin ov høgur. Ið hvussu hann toyggir seg og roynir at krøkja hendur og føtur í, sleppur hann ongan veg. Nú situr hann har í torvuni við sorg og sút og hugsar sær deyðan vísan. Kona og børn renna honum í hug: tey verða øll at doyggja í hungri, tí pengarnir eru krógvaðir so, at eingin veit at finna á teir. Í sínari sálarangist og lívsins neyð loypur hann upp, streingir á sum óðast við kroppi, hond og fót, ger eitt viðbragð og sleppur upp fyri klettin. Komin upp aftur á slætt feyk hann heim alt í einum. Tað fyrsta, hann gjørdi, áðrenn hann kom heim til hús, var at skræða gróthúsveggin niður, sum pengarnir vóru goymdir í, og taka posan fram. So leyp hann til hús og segði konuni frá øllum herverkinum, og hvussu sær hevði gingist.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017