• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

PÁLL FANGI

Jóanis bóndi á Sunnanágarði í Mikladali (í Kalsoy) átti tveir synir. Hin yngri, Magnus, var hugagóður maður til arbeiðis og giftist til Trøllanes; hin eldri, Páll, var bæði sterkur og stimaligur, men tímdi lítið og einki at gera og lá oftast burturi og sveimaði. Ógvuliga kaldligt var ímillum Páls og pápa hansara, og hin gamli ráddi tí av, at yngri sonurin skuldi eiga garðin eftir seg. Páll fekk frænir av hesum. So hendi tað eitt árið, at pápin fall í eina sjúku og doyði. Tað kom upp við tað sama, at Páll hevði dripið hann; ein arbeiðskona, sum Páll hevði lagt ást saman við fyrr, men sum hann nú ikki skoytti um longur, hevði lagt hatur á hann fyri hetta, vildi hevna seg og førdi út í orð, at Páll hevði latið eitur út í drekka til pápa sín og dripið hann. Harafturat hevði hann havst við gandakunstir. Eitt brúdleyp hevði tá fyri stuttum verið, hvar Páll hevði fingið væl upp í høvdið; har varð tosað um kríggj, og mongum tókti tað nógv fyri at fara at drepa fólk, men Páll segði, at tað hevði sær einki tókt fyri. Eisini skuldi hann hava sagt, at tann var verðugur at fáa eitt kvíguvirði, sum segði frá deyða pápa hansara, og hesi orð hansara vóru høvd á lofti leingi aftaná. Mong hildu tó, at Páll var sakleysur: hann hevði verið til handils í Havn og keypt rottukrút til at drepa ravnar við, og so hevði tað borist á, at krútið var tikið fyri kryddarí og latið út í súpan til pápan av misgáu. Tað frættist skjótt til Havnar, hvat henda arbeiðskona hevði sagt, og Páll varð tikin, førdur til Havnar og settur í myrkastovu. Men hann breyt seg út á nátt, gekk norður eftir Streymoynni til Sunds og tók sær bát haðan yvir um í Eysturoynna. Har dró hann bátin upp og tók so leiðina til Leirvíkar, hvar hann tók sær annan bát yvir um til Blankskála í Kalsoynni. Blankskálamenn funnu bátin drignan upp á Neystafløtunum, har sum klettur er uppfyri. Hetta var onnur náttin eftir tað, at Páll var rýmdur. Í bátarnar, sum hann hevði tikið og síðan drigið upp, hevði hann rist merki P.F.M., og tað løgdu fólk út fyri at vera: Poul, fangen mand. Síðan hevur hann verið rópaður Páll fangi.

Tað frættist skjótt, at Páll var í Kalsoynni, og øvrigheitin sendi boð norður, at hvør, sum gav Pálli innivist ella hjálpti honum á annan hátt, skuldi verða dømdur í stórar bøtur. Menn vóru settir út við tað sama til at fanga hann, og tað lukkaðist teimum. Hann varð tikin, førdur suður til Havnar og settur í skansan. Tá var tað, at hann fyri at bjarga lívi sínum beyð sær til at vilja lesa seg í línu upp fyri fjallið Borgarin (á norðurendanum á Kalsoynni), trý hundrað favnar í hædd. Men tað varð honum noktað, tí hann var hildin førur fyri at gera tað, sum var øllum øðrum ómøguligt. So breyt hann seg út aðra ferð, varð fingin uppaftur og settur fastur í jarn, men sleit leinkjuna og breyt seg út triðju ferð. Hann tók leiðina norður eftir Streymoynni til Hósvíkar, tók sær bát haðan yvirum í Eysturoynna og dró bátin upp á Sandaleiti (sandoddi millum Oyra og Selatraðar). Haðan tók hann, sum fyrstu ferð, leiðina til Leirvíkar, tók sær uppaftur bát har og fór yvir um í Kalsoynna. So flýddi hann norður í Nesskorarnar (skorarnar vestan fyri Trøllanes). Har vísist enn »Páls loft«, eitt stórt hol inn undir ein klett, hvar hann skuldi halda til ta tíð, hann livdi í Nesskorunum. Um næturnar gekk hann so heim í Mikladalsbygd, breyt inn í hjallarnar og stjól seyðakrov. Náttina eftir tað, at hann var komin í henda skortin (Páls loft), breyt hann hjallin hjá bróður sínum, bóndanum á Sunnanágarði, og setti navn sítt á eina rim, sum hann hevði brotið burturúr, at bróðirin skuldi vita av honum. Søgn er, at bróðirin læt lykilin standa í hjallinum um næt-urnar, so hann skuldi sleppa inn. Einaferð kom skansabáturin norður at leita eftir honum; teir róðu runt um Kalsoynna og komu so nær loftinum, har sum Páll sat, at hann, sum hann bar upp á mál seinni, kundi hava sorað bátin við gróti; men tað vildi hann ikki gera, segði hann, tí bátmenninir vóru rættiligir menn og høvdu einki ilt gjørt honum. Nýggjársaftan, meðan hann sat í holi sínum og kókaði sær kjøt - pott hevði hann stolið sær eisini - kom eitt trøll inn og stoytti honum pottin í eldin. Hann bardist við tað leingi og fekk rent tað út fyri bergið. Plássið, har sum trøllið fór útav, rópast enn “á Smellinum” av tí smelli, sum trøllið tá fekk. Einaferð stóð eitt brúdleyp í Mikladali. Um náttina - hetta var um vetrartíð - hevði Páll sníkt seg heim í bygdina til brúdleypshúsið og lagt seg í slys uppi á mønuni. Sum hann lá og lurtaði við ljóaran, hoyrdi hann nakrar menn tosa har inni um, at tað var tó ein roynd at fara at leita eftir Pálli í Nesskorunum; tí har mundi hann vera. Eftir hetta rýmdi hann úr skorunum og flýddi í “heimara fjall”, annað fjallið sunnan fyri Mikladal. Í heimara fjalli bar væl til hjá honum at krógva seg - har eru stórar urðar og nógv glopur niður ímillum urðargrótið, og har var hann allan veturin í friði. “Norðoyapáls vetur” er tiltikin um allar Føroyar fyri at hava verið mildur; summi siga, at tað følvaði ikki allan veturin ígjøgnum; summi siga, at tað kavaði ikki meira enn eina ferð í bakka. Tá ið tað váraði og aftur var farið at leita eftir honum, tók hann sær eitt kvøldið bát av Blankskála yvir um Kalsoyarfjørð til Fiskimølar (sunnan fyri Haraldssund eystantil á Kunoynni; har hava altíð neyst staðið). Haðan gekk hann til Haraldssunds, tí ætlanin var at hitta Rasmus Magnusson, bóndan har, ið tá var sum høvdingur í Norðuroyggjum og góður í treytum hjá Pálli at heita á, tí gamal vinskapur var teirra millum. Tað var nakað tíðliga á náttini, at Páll kom, so tey vóru ikki niðurfarin enn í Haraldssundi, men hirdu beint tá drílarnar. Rasmus segði nú við Páll, at hýsa honum tað tordi hann ikki: hann átti so nógv húsfólk, og tey vóru so slafsut; men hann skuldi geva honum ein góðan bát og hvat ið honum nýttist av mati og drekka: fisk og dríl, nøkur skerpikrov og ein vatnkagga. Hetta gjørdi hann í stundini. Páll helt so til havs og ætlaði sær til Noregs ella Hetlands; men hann var ikki komin hálvan vegin, tá brast á óveður. Einki batti hjá honum at rógva; hann rak inn aftur undir Føroyalandið, undir Borðoynna og kom inn á Árnfjarðarvík. Sama dagin var bóndin í Gerðum, Hanus, burturi í haga til at hyggja eftir seyði; hann sá ein bát liggja inni undir Barmi (syðst í Gerðahaganum) og ein mann liggja fram á árarnar og sova. Hann helt seg kenna Páll fanga, skundaði sær heim til hús og mannaði sum skjótast bát, eitt seksmannafar, til at fara eftir honum og taka hann. Men av áraskramlinum, ið gerðamenninir gjørdu, vaknaði Páll og tók at rógva undan av øllum alvi sínum. Úrmælingur var hann at rógva, og leingi stóð javnt ímillum báðar bátarnar, tí summir gerðamenninir róðu treyðir. Tá tók Hanus mastrina, sum lá niðri, gekk fram í bátin, hóttaði við henni og segði, at, róðu teir nú ikki so hart, sum teir orkaðu, so sló hann teir við mastrini; tað var ov stór skomm, at ein maður skuldi kunna rógva undan seks. Tá fór at líða skjótari hjá teimum, og teir komu so nær, at Hanus fekk sligið Páll við mastrini á armin uppi við økslina so dygt, at armurin gekk úr liði. So tók Hanus ein sóknarkrók og høgdi ímillum herðarnar á Pálli, so har varð eitt stórt og djúpt sár. Tá skar Páll í róp og bað Gud løna honum hetta høggið aftur. Hann var nú tikin, førdur suður til Havnar og settur í skansan fjórðu ferð. Sár hansara varð grøtt, men ongantíð kom hann at vera sami maður aftur til heilsu, sum hann hevði verið fyrr. Hvussu honum fórst síðani: um hann breyt seg útaftur ella varð niðursendur at útstanda sín dóm, harum er einki frætt. Men úr Føroyum fór hann og kom ongantíð aftur higar at búgva.

Ein dagin, tá ið mong ár vóru umliðin, kom eitt útlendskt loynikeypskip inn norðuri í Vági. Tað hevði hvørvisteinar sum annað at selja. Hanus í Gerðum, sum tá var sýslumaður har norðuri, fór um borð til at keypa sær ein hvørvistein. Men sum hann stendur niðri í lastini, tveitir við hvørvisteinunum og rekur teir aftur - hann fann ongan, sum dámaði honum, og altíð skuldi hann nú ráða, har sum hann var - so kemur ein stórur maður til, trívur í økslina á honum og biður hann skunda sær at velja sín hvørvistein, tí her hevur hann einki ráð: “hetta skal ikki vera sum at sláa armin av Páll fanga.” Tá kom ferð á Hanus. Men tað hevur altíð síðan verið hildið, at hesin stóri maður var Páll fangi sjálvur. Og eftir hetta er eingin frásøgn um hann. Men Hanus í Gerðum fekk ein ógrøðiligan svull í lærið. Hann fór niður til Keypmannahavnar eina ferð “upp á landsins besta”, sum tað nevnist, til at royna at fáa betri prís upp á handilspørini - men helst var tað fyri lær sítt, hildu fólk. Tá ið hann kom aftur, kom alt at vera hvaðna verri enn fyrr, tí tá fór eitt skinn av hvørjum pari, og eitt ørindi var yrkt um hann:

Hanus við sínum rotna læri,

hann fekk skinn av hvørjum pari.

Hann doyði av hesum lærsvullinum, og soleiðis gekk tann bønin út, søgdu fólk, sum Páll hevði biðið til Gud: at tað mátti vera Hanusi afturlønt, tað høggið, ið hann gav honum við sóknarkrókinum.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017