• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

STÓRI GUTTI

Tá ið teir hálvt hundrað bátarnir gingu burtur í Føroyum hin minniliga ódnardagin, mundi Mykinesbygd verið heilt útruddað. Mykinesmenn vóru útrónir, og eingin kom aftur. Tveir bátar gingu burtur á Steinsundi - hvør rak niður á annan. Ein maður, nevndur Andras Bjarnarson, rak á einum bátaspreki, kom upp á Flesina longu og haðani upp á Mykineshólm. Hann rópaði heim um Hólmgjógv (sundið millum hólmin og Mykines-landið) til fólkini, ið Mykinesmegin stóðu - tað var alt konufólk; men einki gjørdist. Andras varð at svølta í hel í hólminum, og árið eftir fanst hann skarpur. Umframt konufólkið livdi tá bert ein gamal maður eftir í Mykinesi. Hann ætlaði sær til Havnar eftir einum sindri av førningi, men vildi halda í Vágar fyrst til at siga frá ólukkuni. Hann var ikki komin langt, so róði hann seg upp á Uldalíðflesina (sunnan fyri Mykines) og gekk burtur har.

Tá komu menn aðrastaðni frá (helst úr Vágum) til at byggja Mykines aftur. Í teirra tali var Stóri Gutti, sonur Jákup bónda á Ryggi í Miðvági (summi siga, at hann var sonur Baltasar løgmann, “Illa løgmann”). Hann giftist við einkjuni eftir Andras Bjarnarson - alt var einkjur, tá ið hann kom til Mykines. Ógvuliga snarsintur maður var Gutti og fór illa um konu sína. Arbeiðskonan gjørdi tað, hon kundi, til at birta ilt upp undir hana. Ein dagin, ið Gutti kom heim av fjalli í Borgardali, og døgurðin var ikki liðugur, rykti hann konu sína í beltið, tó at hon var við barn, so hart, at hon fekk deyðamein av tí. Síðan giftist Gutti uppaftur.

Stóri Gutti var størsti eigindómsmaður í Mykinesi tá. Hann átti allan Borgardal, sum er tíggju merkur (fjøruti merkur er Mykineshagin allur) og royndi at kradda undir seg jørð, hvar hann kundi koma framat. Ofta hevði hann óreiðuligan atburð í hesum. Hálva triðju mørk fekk Gutti frá útistovubóndanum á henda hátt. Sonur útistovubóndans var í Havn og skuldi festa garðin eftir pápa sín. Gutti var í ferðini við honum, drakk hann fullan har suðuri og segði so fyri fútanum, at hann var býttur. Fútin trúði, og Gutti fekk sjálvur merkurnar. - Tólv gyllin, Mortansbøur kallaður, fekk hann frá einari einkju á Túvuvølli. Hann skuldi gjalda skattin fyri hana, men innihelt skattinum, so ogn hennara gekk undir kong av tí sama.

Ein maður var, sum æt Andras. Einaferð, sum hann var at síga eftir lomvigum í Andrakøtlum (Andrakatlar eru í Stúgvum), helt Gutti línuni í erva. Men meðan Andras var inni í einum lomvigarholi, slepti Gutti línuni; Andras slapp hvørki upp ella niður úr holinum og svøltaði skarpur har inni.

Tá ið Gutti hevði forkomið hesum sama Andrasi, stríddist hann við einkjuna um at fáa ta hálvmørk í jørð, sum maður hennara hevði átt; men hon vildi ikki dvína fyri honum. Tá ætlaði Gutti at ræða hana; hann læt seg í prestakjóla og kraga og fór í kirkjuna upp á prædikastólin til at bannseta hana; men hon ræddist ikki. Gutti førdi hana tá fyri rættin av berum óndskapi, tí hon vildi ikki lata hálvmørkina, og segði, at hann hevði sjey deyðiligar sakir við henni, men hon svaraði, at hon hevði eina deyðiliga sak við honum (hon skuldi meina við tað, at hann var farin upp á prædikastólin til at bannseta hana), og tá læt Gutti sakina falla.

Eitt heystið hevði Gutti verið á fjalli í ringum veðri og tikið skurð. Tá ið seyðurin var rikin heim, var hann so nógvur, at tað var ikki hugsandi um at fáa tíð at drepa hann sama kvøldið, og ikki fekk Gutti heldur havt hann allan inni í roykstovuni. So slepti hann øllum neytunum út úr fjósinum og tók skurðin inn í fjósið í staðin. Hann helt, at neytini mundu kroka undir húsunum og ongan veg fara; men óveðrið rak tey burtur oman at bakkanum. “Undir bøkkum”, sum tey rópa plássið, fóru øll neyt hansara útav og á sjógvin.
So ringur sum Gutti var, kundi hann tó vera beinasamur ímóti fólki, sum honum líktist á. Mykinesmenn vóru í Havn eitt árið í handilsferð og førdu korn heim aftur við sær í bátinum. Á veginum komu teir at vera illa staddir av óveðri. Ein fátækur maður á Túvuvølli var við í ferðini og átti hálvan fjórðing av korni í bátinum. Hann lovaði tá, um teir komu til lands við lívi, skuldi hann geva henda hálva fjórðing í olmussu til tað fyrsta menniskjað, ið hann møtti, tá ið hann hevði stigið fótin á land. Teir komu væl fram, og hesin sami fátæki maðurin royndi nú at sleppa sær heim til hús tað skjótasta, hann kundi, við korninum; hann hugsaði, at kona hansara fór at vera tað fyrsta, hann møtti. Tá ið hann var komin til plássið tað, sum rópast úti á Liði á Bergi - kornposan hevði hann á bakinum - møtti hann Stóra Gutta. Tá skar hann í grát, neyðarmaður, og tveitti posan til Gutta. Tá segði Gutti: “Eigi eg henda posan, so hevur tú ikki verið væl staddur” (hann grunaði, at hin hevði lovað kornið í olmussu). Hann bað so túvuvallarmannin koma í hjallin við sær og gav honum tvey tey bestu seyðakrovini, hann átti.

Eitt árið, sum mykinesmenn høvdu verið á fjalli á Borgardali um heystið, bóðu menninir á Bøgarði ein lítlan drong, son hin sama Andras, sum Gutti forkom í Andrakøtlum, fara til Gutta og biðja hann geva sær ein seyð, sum teir skilaðu honum til, og siga seg eiga at fáa tann seyðin, tí hann hevði etið grasið hjá mammu hansara. Alt var kenning í teirri tíðini. Drongurin fór og bað Gutta um handa svarta seyðin, ið hevði so vøkur horn. Onkur hevði lagt honum hesi ráð, segði Gutti við drongin, men læt hann tó fáa seyðin. Tá vildi eingin av hinum fletta seyðin fyri hin lítla, og so fletti Gutti hann sjálvur til hansara.

Eitt árið, ið Gutti hevði fingið hveitimjøl heim, var ein sekkur av hveitimjøli stolin frá honum úr fjøruni. Ein kona fór oman at stjala um kvøldið, men slapp ikki inn í gróthúsið og segði síðani fyri Gutta, at hon hevði sæð ein mann við hvítum hári reika um niðri í fjøruni. Ein maður var í bygdini, sum æt Jósup og hevði hvítt hár; hann varð lagdur fyri henda stuldur og var so forharmaður um tað, at hann legðist á songina. Ábram í Fjósi var hagamaður. Tá ið Jósup var komin upp aftur og farin á rættina ein dagin, sum mykinesmenn høvdu verið á fjalli, helt Ábram hann fyri háð: “Hvat skulu tjóvar blant oss, ærligar menn?” Jósup heim og aftur í songina. Nú er at siga frá, at døtur Ábrams í Fjósi gingu inn hjá Jógvani í Garði til at baka sær drílar. Jógvan hevði illtankar til teirra, sendi tær í ánna eftir vatni og klípti so burtur av drílunum, meðan tær vóru burtur, og goymdi. Tá sá hann, at tað var hveiti. Síðan fór hann til Gutta, og tjóvarnir vóru uppdagaðir.

Hin nevndi Jógvan í Garði var frálíkur yrkjari. Hann hevur gjørt Oksatáttin, sum enn verður kvøðin á gólvi í Mykinesi. Einaferð, sum teir báðir, Jógvan og Gutti, vóru í Sørvági, fóru sørvingar upp á gólv og kvóðu ein grovan tátt um mykinesmenn. Gutti segði tá við Jógvan, at nú var tíð hjá honum at royna seg: hann mátti yrkt og kvøðið eina broysu afturímóti alt í einum. Jógvan var ikki tiptur, men yrkti ein tátt um sørvingar alt í senn, ørindi afturímóti ørindi - alt fall í rím hjá honum. So fóru Gutti og hann upp í ringin báðir og kvóðu táttin. Ikki var hann mjúkari enn hin, ið sørvingar høvdu kvøðið, og so óðir vóru báðir partar, hvør inn á annan, at sakin kom fyri rættin, men endaði tó so, at teir samdust aftur. - Um Jógvan í Garði er sagt, at eitt árið, áðrenn føstan kom, drap hann ein oksa og tyrvdi í torvflónni í gróthúsi sínum. Tá ið føstan tók við, komu menn at hyggja eftir, um kjøt var krógvað nakrastaðni, men sóu einki. So hevði Jógvan oksakjøt at eta í allari føstuni.

Stóri Gutti var fyrsti maður, ið grivin varð í tí nýggja kirkjugarðinum í Mykinesi. Hann átti son, sum æt Jákup, og hesin Jákup átti tveir synir: Jógvan, kallaður Jákups-Jógvan, og Gutti, síðan nevndur Gutti í Bø. Jógvan og Gutti vóru báðir tiltiknir smiðir í gulli og silvuri, helst Jógvan, sum lærdi kunstin av einum skipbrotnum gullsmiði í Mykinesi. Silvurskeiðir, sum hann hevur stoytt, eru til skjals enn.
Báðir brøður fríggjaðu til somu gentu í Bø í Vágum, og harum er henda frásøgn. Ein dagin, sum Gutti og aðrir mykinesmenn høvdu verið á útiróðri og komu aftur, kom Jákups-Jógvan uppskrýddur í fríggjarabúnað oman á bakkan, stóð fyri teimum, tá ið teir løgdu at landi í gjónni, sum mykinesmenn hava til lendistøð (tætt niðri undir bygdini), og bað teir seta seg inn í Vágar. Gutti vildi sleppa niðan til hús fyrst til at lata seg í onnur klæði, men Jógvan vildi ikki bíða, og so fór Gutti avstað í roðklæðum sínum sum hinir róðrarmenninir. Tá ið teir vóru komnir til Bíggjar, var Gutti so kvikur at leypa fyrstur úr bátinum og beint niðan til hús at fríggja. Tá ið Jógvan kom eina lítla løtu aftaná, fríggjaraklæddur, hevði hin bróðirin longu fingið ja. Men Jógvan vildi ikki venda heim uttan at hava fingið gentu og fór so alt fyri eitt í somu ferðini til Velbastaðar til at fríggja, og har fekk hann ja. Kona hansara var Velbastað-Katrin. Jákups-Jógvan var bóndi á Handanágarði í Mykinesi, sum Stóri Gutti hevði átt; Gutti búsettist í Bø.

Jákups-Jógvan var í teirra tali, sum skuldi lata skattaseyð á hvørjum ári til hospitalið á Argjum. Men Jógvani leiddist við hetta, tí tað var slíkt roks at føra livandi seyð úr Mykinesi til Havnar. Siður var tá, at tann, ið fekk skattaseyð settan inn hjá øðrum manni og slapp avstað aftur, so eingin visti nakað av tí, hann skuldi vera leysur frá hesum skatti, men tann, sum seyðurin var settur inn á, skuldi hava hann í innstøðu og lata skattaseyð hvørt ár í staðin fyri hin. So eitt árið fór Jógvan við seyðinum og setti hann á nátt inn í fjósið hjá signabøbóndanum í Kollafirði, so eingin vardi. Soleiðis bar tað til, at seyðaleigan til hospitalið (20 seyðir) fall á signabøbóndan, men Jógvan kom til at lata aðra og høgligari leigu (skinn og tálg) í staðin.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017