• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Mykines

Mykines hevur eftir manna søgn verið flotoy. Ein maður í  Sørvági, sum javnliga róði út, ræddist illa stórhvalirnar úti á havi, og av tí hann ikki átti bævur at styggja teir burtur við, hevði hann til tess tarvsmykju, sum hann kastaði í sjógvin, tá ið hvalir vóru nær staddir bátinum. Nú hann situr úti á havi og rekur fyri vestan Vágar, sær hann stóra oyggj koma undan úr tokuni; allir draga upp og rógva sum skjótast at oynni. Sørvágsmaðurin, ið fyrstur hevði borið eyga við hana, kastaði mykjuna upp á eitt nes, sum teir komu at, og steig so á land sjálvur; tá festist oyggin av mykjuni, ið blakað var upp á nesið, og av tí sigist  oyggin at hava fingið navn Mykjunes. Aðrir nevna hana Mikines av tí mikla nesinum eystast á oynni, sum eitur Núgvunes.

Í øðrum frásøgnum er sagt, at eina ferðina var ein risi, sum vildi búgva í Føroyum, men tær oyggjar, sum honum líkaði best, vóru ov smáar, og tí ætlaði hann at leggja fleiri saman. Fyrst kom hann til Kolturs og legði hana, hvar hon liggur nú. So fór hann til Skúvoyar at draga hana áfasta við Koltur. Men skúvoyingar spurdu hann, um tað var álvara, at hann vildi búgva í teirri oyggj, sum Kálvur lítli hevði átt. Nú risin hetta hoyrir, at ein kálvur hevði átt Skúvoy, vildi hann ikki hava hana og takkaði teimum, at teir høvdu sagt sær frá hesum, gav teim stórar gávur aftur fyri og fór so haðani. Fyri norðan landið fann hann  nú eina stóra oyggj, sum honum tókti vera góð hjá sær at búgva á; hann førdi hana tí suður eftir havinum, men tá ið hann kom fyri vestan ábeint Vágar, var hann ikki mentur at fáa hana longur. Hann lá um eina viku og kýttist at fáa oynna suður til Kolturs, men ikki bar til hjá honum longur at flytja hana, hann kundi ikki vika hana úr staði. Illur í huga mælti hann tá: “Fjør mítt, fjør mítt, hevði eg fingið oynna upp fyri, fekk eg væl hesa undir kav;” tí ongum øðrum unnaði hann oynna Mykines at búgva á enn sær sjálvum.

Enn á døgum sigast menn stundum at hava sæð eina oyggj fyri norðan Vágar; há fjøll eru sjónlig á henni, djúpir dalir og hvítir fossar; helst eru tað sørvágsmenn, sum hava sæð hana grant ofta, tá ið teir hava verið burtur í haga at røkta seyð har, hvar norðurhavið er havt í eygsjón. Ei er tí at undrast á, um mykinesmenn eru í døpurhuga, tá ið tíðindi berast út til teirra, at onkur aftur hevur sæð hesa oynna; - hvør veit, um risin livir ikki enn og kann søkkja Mykines í  kav fyri at fáa oynna fyri norðan flutta suður og festa, hvar hann vil hava hana at vera?

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017