• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

SUMMALDUR

Ein maður, nevndur Summaldur, var í Mykinesi á sinni - í teirri katólsku tíðini, meðan fólkið var hálvheiðið enn í Føroyum. Á ungum aldri fór hann av landinum, helst av tí at hann ætlaði sær niður í kríggj. Nýgiftur var hann, og einki barn hevði tí konan átt enn, tá ið hann fór. Tað var ikki tá sum nú - fór ein av landinum, so væntaðist hann helst ikki aftur. Í átjan ár var Summaldur burtur og vendi so heim aftur til Føroya. Hann fór vestur í Vágar alt í einum og beinanvegin til Sørvágs at fáa sær flutning vestur í Mykines. Men tað vildi ikki so til, at tað viðraði hjá honum alt fyri eitt at fara um Mykinesfjørð. Hevði hann longst heim aftur ímillumat í teim átjan árum, ið hann var niðri, ongantíð hevði hann kent slíkan longsil á sær sum nú. Ikki fekk Summaldur blund í eyguni ta fyrstu náttina, hann lá í Sørvági. Hann gekk niðan í eitt gróthús eitt sindur uppi í haganum, har sum hann kundi síggja væl vestureftir, og sat so alla náttina har og hugdi út til Mykines. Gróthúsið er nú fyri langt síðani burtur og hagin, har sum tað stóð, lagdur inn til bø, men enn nevnist plássið Summaldahús. Ikki viðraði hjá honum annan dagin heldur. Hann gekk fram við strondini syðru megin Sørvágsfjørð og kom til ein klett, sum útróðrarbátar eru vanir at rógva framvið. Tá slapp hann ikki longri, tí haðani úteftir er bratt berg, og so sat hann aðra náttina á hesum kletti, sum enn er nevndur Summaldaklettur eftir honum. Umsíðir viðraði; sørvingar førdu hann um fjørðin til Mykines og settu hann upp undir oynna norðantil, tí ikki slapst til bygdina (fyri sunnan) fyri brimi. Seint var á degi og niða var á kvøldi; náttarmyrkur kom á hann, tá ið hann kom á Sundadal, so hann helt seg ikki finna heim til húsa. Hann setti seg so at sova undir einum steini, sum enn nevnist Summaldasteinur eftir honum. Har barst honum fyri í dreymi, at ein maður kom til hansara og legði honum tað ráð einki ilt at gera inni í sínum egna húsi, fyrr enn hann hevði lisið faðirvár tríggjar ferðir.

Nú er at siga um konu Summalds, at hon var einsamøll í húsi, men ein maður fyri handan á, ið skyldur var við hana, var vanur at arbeiða hjá henni og sova í húsi hennara um næturnar, av tí at hon tordi illa at vera einsamøll. Sama kvøldið, ið Summaldur kom aftur til Mykines, var hesin húskallur á veg oman til hennara, men tá ið hann kom “oman á breyt”, tóktist tað honum, sum allur kirkjugarðurin stóð í einum loga og hvør grøv opin. “Jesus vælsigni meg; hetta hevur ikki verið fyri mínum eygum fyrr - eg skal fara heim aftur at leggja meg.” So helt hann av og vendi aftur.

Í dimmalættingini vaknaði Summaldur, fór við tað sama til gongu og heim til bygdina og kom til hús tíðliga á morgni. Nú ið hann kemur inn, sær hann tvey, konu sína og ein mann, liggja í songini og sova. Hann ornar um ennið, dregur knívin úr slíðranum og skal drepa mannin; men í tí at hann lyftir hondina, rennur dreymurin honum í huga. Hann fer út á gáttina og biður faðirvár; men ikki vil reiðin stillast. Hann fer aftur til songina og skal drepa, summar seg og fer aðra ferð út á gátt til at biðja faðirvár, men reiðin er tann sama. So gjørdi hann tríggjar ferðir, og ikki vildi sinnið renna av honum. Í tí at hann trilvar eftir manninum og skal taka hann í hárið, kemur hann at nerta við konuna. Hon vaknar og rópar: “Jesus náði meg! so nær hevur eingin hond verið tær, síðan Summaldur, tín sálugi faðir, fór av landinum.” Nú er tað sonurin, ið svevur í hópi við mammuni. Hon hevði átt hann stutt eftir tað, at Summaldur var burturfarin, og nú var hann tilkomin. Tá var pápin rørdur og takkaði Gudi, at hann hevði ikki lagt hond á son sín.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017