• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

TRØLLINI Á SKÁLAVØLLUM

Trøllini í Mykinesi vóru von hvørja jólanátt at dansa á Skálavøllum í Borgardali eystast á oynni. Tey hoyrdust at kvøða:

“Trum trum tralalei;
kalt er á fjøllum hjá trøllum;
lýggjari er í húsinum á Skálavøllum.”

Og niðurlagið hjá teimum var altíð:

“Mettan liggur á durunum;
trum trum, dansið væl!«

Henda mettan, ið trøllini kvóðu um, var teirra egna og lá altíð uppi á durunum í húsi teirra á Skálavøllum. Einaferð lovaðu mykinesmenn eina kúgv í løn til tann, sum hevði dirvi at fara til trøllini og taka mettuna frá teimum. Ein maður helt seg til, fekk sær eitt útvalt ross og reið yvir á Borgardal. Hann rykti mettuna av durunum á trøllahúsinum og díkti so á hestin heim aftur. Men trøllini lupu aftan á hann; upp um fjøllini fóru tey, og saman gekk í hvørjum ímillum teirra og mannin. Tá ið hann var komin oman á Gerðigarðar, á sýnina, rópaði hann: “Her er gud og kirkjan!” Tá vóru trøllini so nær, at eitt fekk í halan á ryssuni og sleit hann; men maðurin var sloppin.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901.

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017