• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

KONGADÓTTIRIN Í NÓLSOY

Ein kongadóttir er søgd at hava búð í Nólsoy áður í fyrndini. Hon var komin fyri leysingabarn og var tí gjørd útlagin av konginum, pápa sínum. So flýddi hon til Føroya. Í Korndali í Nólsoy skuldi hon búgva saman við manni sínum í einum veggjahúsi. Av tí er toftin enn til skjals. Innan fyri dyrnar var ein kelda, sum hon tók vatn úr. Henda keldan rennur enn og nevnist Prinsessukeldan. Eina ferð kom pápin at vitja hana og lendi úti við Neystar í Hálgutoftum. Hon gekk á fund hansara við barninum á arminum, rætti tað fram og segði við hann, at fyrr skuldi hann drepa seg og hetta lítla, áðrenn hann gjørdi manni sínum nakað. Tá blotnaði kongurin um hjartað, og samd skuldu tey vera, tá ið hann fór avstað aftur.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017