• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Eini góð ráð

Jákup í Blásastovu í Norðrugøtu átti eina kúgv, sum mjólkaði so fráskila væl, og hann vildi ikki, at nakar uttanveltaður skuldi síggja mjólkina frá hesum valadjóri.

Einaferðina vildi so illa til, at eitt av húsfólkunum í gáloysi einki hevði lagt oman á mjólkar-dylluna, sum varð borin innar í roykstovuna, har ein fremmandur maður sat. Hann hevði beinanvegin eyguni hjá dylluni og sá ta stóru mjólkarmongdina. Frá hesum degi mjólkaði kúgvin sera lítið, hvat húsbóndafólkini sum rímiligt var vóru sera forharmaði um.

Jákup vendi sær so til Tummas í Depli og segði frá, hvussu honum var gingist. Tummas gav honum tey ráð at fara upp á tað hægsta fjallið oman fyri bygdina; haðani skuldi hann taka eitt sindur av mosa og geva kúnni.

So varð gjørt, og stutta tíð aftaná mjólkaði kúgvin líka so nógv sum áður.

Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017