• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hetlendingar við Norðskála

Eg havi hesa søgu frá fleiri monnum, og summir av teimum vóru vaksnir tá, og eisini frá Jákupi Rasmussen, sum nýtti øksina til at høgga hetlendingin.

Í 1862, 16. juni, bleiv avsagdur dómur yvir fanganum John Smith, skipsmann av sluppini “Mystery” úr Lerwick úr Hetlandi fyri tjóvarí og vold. Tað var eitt hóskvøld tann 5. juni við 10-tíðina, eftir at sluppin “Mystery” hevði kastað akker, at John Smith og ein annar skipsmaður fóru í land við Dánjali Matras frá Norðskála.

Um sama mundið, „Mystery" kastaði akker, fóru báðir norðskálabátarnir til útróðrar. Fimm mans plagdu at vera við hvørjum bátinum, men henda dagin svall Jákup hjá Rasmusi undir setuni og mátti tí vera heima. Jákup plagdi at vera við tí bátinum, ið Per var formaður á, og Ísakur (faðir at Jógvani hjá Ísaki) var formaður á hinum. Annars var eingin maður eftir í bygdini uttan gamli Grækaris og Dánjal Matras.

Dánjal búði í norðara Gerði og fór, so sum umboð hansara var, út til fremmanda skipið at krevja akkerspening. Aftur í land við honum komu tveir av hetlendingunum, og tað má sigast, at hetta vóru tveir sannir nornagestir. Annar teirra, tann eldri, var 24 ár gamal, stórur og prúður, hin var væl yngri, lítið menniligur til útsjóndar, men annars vaksin.

Teir komu saman við Dánjali til hús; men har gjørdust teir so naskir, at Dánjal hevði nógv stríð við at fáa teir burtur haðani. So fóru teir suður í næsta húsið, ið var hjá Ísaki. Konan var niðurfarin. Teir fóru inn. Men í gomlum húsum kom ein fyrr altíð fyrst inn í fjósið, áðrenn ein kom til roykstovuna. Myrkt var inni, og teir komu soleiðis onga leið, men máttu kúvenda útaftur. Teir hildu síðani inn í kjallaran og ætlaðu at bróta seg upp ígjøgnum gólvið. Men tað var nýliga gjørt av nýggjum og væl soymt, so teir máttu gevast við hesum. Teir fóru so niðan í Garðar, og glað var Ísakskona, tá ið teir vóru farnir.

Tá ið Elin á Gørðum hevði sæð fremmandar skipsmenn koma í land við Dánjali, var hon við soninum Rasmusi, ið føddur var í august árið fyri, rýmd úr húsinum oman til svág sín Jákup við Skála, ið lá lamin. Hon fór alt fyri eitt upp á loftið her at leggja seg.
Tá ið teir sóu, at eingin var heima á Gørðum, fóru eisini teir oman til Skálar og inn til Pers. Kona Per, Elin Maria, sum lá og svav í stovuni, vaknaði sum við kaldan dreym, tá ið hon hoyrdi fremmant mál vera snakkað í roykstovuni; hon tók lítlu Siggu (Sigga bleiv fyrra kona Jóhan Nysted) upp á armin og fekk vakt Sunnivu arbeiðskonuna. Í berum náttklæðum fóru tær so báðar inn í eitt kamar har við síðuna av stovuni, út av vindeyganum og inn til Jákups.

Nú hetlendingarnir sóu, at tær sluppu sær út av vindeyganum, skundaðu teir sær út ígjøgnum dyrnar. Tá ið tær skuldu lata innhurðina aftur í húsum Jákups, vóru teir har, togaðu í hurðina, so hon ikki fór aftur, og tann eldri av teimum fekk fatur í aðra.

Meðan hetta gongur fyri seg, vaknar Jákup, ið lá í eini koyggjusong inni í roykstovuni tætt innan fyri dyrnar. Hóast hann hevði ein ringan svull, leyp hann fram í berari stúku. Og tá ið hann sá, at annar hetlendingurin nærum hevði skrætt einasta plaggið, Sunniva hevði á kroppinum - Sunniva varð genta hansara - tók hann øksina, sum stóð niður við beinkin, hótti við henni, í tí hann segði, at um ikki hetlendingurin slepti gentuni, høgdi hann til hansara. (Jákup segði hetta á eingilskum, sum hann dugdi eins væl og móðir hansara, Katrina; eingilsk skip vóru javnan inni her.) Øksa Jákups nærkaðist meira og meira tí hond, ið helt um plagg Sunnuvu, og í tí plaggið skrædnaði, bar eggin á øksini við handarbakið á hetlendinginum, so hann fekk eitt stórt sár.

Hetlendingarnir lupu tá útaftur gjøgnum dyrnar. Jákup læt hurðina aftur og setti bakið ímóti henni fyri innan. Teir, ið uttanfyri vóru, fóru nú undir at herja hurðina við gróti. Leingi vardi tað ikki, áðrenn hurðin fór í spønir. - Tá gjørdist tann framligari hetlendingurin meira blídligur og spurdi, um Jákup kundi geva sær upp í pípuna. Jú, Jákup fór inn, setti øksina frá sær og tók tubbak út aftur við sær. Hetlendingurin kom nú inn um gáttina, dró knívin úr slíðranum og setti hann ímóti bróstinum á Jákupi. Nú var reiðiliga illa vorðið, tí hetlendingurin kom at standa millum Jákup og øksina.

Men Katrina, sum bæði var vitug og stinn i eingilskum, var ikki ráðaleys. Uppá eingilskt rópti hon nú, so tað gelti um lonina: “Komið nú, allir mínir menn!”

Tað var, sum um eldur kom í hetlendingin, og hann reyk útaftur til felaga sín. - Teir hildu so vegin niðan til húsini hjá Grækarisi, ið vóru stutt omanfyri. Jákup fór tá aftur eftir øksini, og hann slepti henni ikki, so leingi hetlendingarnir  vóru har.

Gamli Grækaris, sum hevði hoyrt til standin niðri hjá Jákupi, lá út av vindeyganum við løddari byrsu. Á annan hátt helt hann seg ikki kunna duga nakað ímóti ófriðarkroppunum. Og hann var eisini ógvuliga fimur við byrsu. Tað vistu hann og øll í bygdini.

Hann lyfti byrsuna upp til eygað, tá ið hetlendingurin - tað var altíð tann eini, ið breyt slóð - kom í mál. Men tá ið hetlendingurin sá byrsupípuna, vendi hann omanaftur og fór inn hjá Peri eftir eini byrsu, hann hevði borið eyga við her, tá ið hann var inni fyrru ferð. Hann tók byrsuna, men lítið nyttaði tað, tí hann fann einki lóður.

Meðan leitað varð eftir lóðri, kom Jákup norður til húsini hjá Peri, hann var skóleysur og í berari stúku; øksina hevði hann við sær.

Tá ið hann kom norður fyri dyrnar, stóð tann eldri hetlendingurin í durunum og vendi andlitinum inneftir. Jákup leyp beinanvegin inn á hann og høgdi øksina niður á økslina á honum. Av yvirhuga hevði hann ikki givið sær far um, hvat ið vendi niðureftir á øksini, skallin ella eggin. Annars hevði verið illa vorðið. Men so hart hevði hann kortini lagt á, at tá ið skallin á øksini nam herðar hetlendingsins, datt byrsan úr hondini á honum. Teir skundaðu sær so burtur haðani og norður í norðara Gerði til Dánjals. Á vegnum komu teir fram við eitt blik, sum teir álaðu sundur.

So fór Dánjal yvir á sluppina við teimum; eina øks hevði hann við sær, um nakað gjørdist at. Tá ið hann var komin hálvan vegin fram, løgdu teir hond á hann, men gjørdu honum kortini einki annað enn, at teir tóku øksina og tveittu hana út úr bátinum.

Tá ið hetlendingarnir vóru farnir umborð aftur, fór Jákup at lata seg í síni klæðir, og síðani fór hann oman til tað fyrsta neystið, ið fyri var, dró einsamallur bátin oman og fór so eftir Katrinu, móður síni, Elin Mariu við Siggu, Sunnuvu og Elin á Gørðum við lítla Rasmusi o. fl. og førdi tey út til Oyrar.

Klokkan var meira enn fýra um morgunin, tá ið hann kom til Oyrar. Hann bað við tað sama oyrarmenn koma við sær til Tórshavnar at lata yvirvaldið vita um skilið. Og teir fóru so við honum alt fyri eitt.

Komnir suður fyri Hvítanes møttu teir politibátinum, ið var á veg til Eiðis við embætismonnunum. Teir løgdu so bátar saman, og Jákup bar fram ørindi síni. Politibáturin hevði onga verju við, so teir máttu tí venda umaftur eftir vápnum. Og Jákup helt norðuraftur.

Tá ið teir vóru aftur á Oyri, vóru útróðrarbátarnir við Norðskála afturkomnir. Norðskálakonufólkini vórðu so flutt norðaftur. Tá ið báturin legði at við Norðskála, hevði politibáturin longu verið at landi og leitað eftir Jákupi, tí teir vildu hava hann við sær umborð á hetlendingaskipið.

Skiparin á hetlendingaskipinum mátti samla alla manning sína saman uppi á dekkinum. Tá ið hetta var gjørt, varð hann spurdur, um nú allir vóru har. “Jú, allir vóru,” segði hann, men Jákup helt nú fyri: “Tann maður, eg særdi, er ikki her. Væl man eg kenna hann, tí hann er væl markaður.”

Jákup helt síðani við sorinskrivaran: “Eydnan var mær betri enn forstandið, tí um eg ikki hevði verið so uppøstur av illsinni, hevði hann fingið eggina heldur enn skallan á øksu míni á herðarnar.”

Tað sigst, at tað skuldi verða svarað honum aftur soleiðis: “Det havde ikke været regnet Dig til Skade, om Du kløvede ham med Din Økse.”

Jákup varð síðani biðin um at fara saman við tveimum politimonnum fram í skipið at leita eftir tí særda manninum. Fyrst Jákup kagaði niður undir frammi við kappan, sá hann mannin liggja í koyggjuni við øðrum arminum út frá sær. Hann var í øðini, tá ið hann sá Jákup.

Skiparin og tann særdi maðurin vóru so tiknir til Tórshavnar. Skiparin kom tó skjótt norðuraftur, men hin varð sendur heim til Onglands. Aftaná hetta kann sigast, at eingilsk skip hvurvu úr Sundum ella úr Føroyum.

Eg kann gott huga Jákup í eldri árum. Hann var stórur og prúður maður at síggja til og varð javnaldur tann hetlendingin, hann særdi við øksu síni.

Ikki stemmar tað rættiliga, sum sigst í dóminum, við tað, ið mær er frásagt; men tað kann vera av ymiskum orsøkum, t. d. at vitnini hava viljað sagt sum minst fyri at skóna hetlendinginum og øðrum, og rættarmálið hevur óivað eisini havt sína ávirkan.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017