• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Íbygdir steinar við Norðskála

Sunnan fyri norðskálarætt er ein steinur í bakkanum, sum kallast Rættarsteinur. Hesin steinur skal vera íbygdur, og eingin má nema hann (spreingja hann).

Fyri okkurt um fjúrtan árum síðani varð Rættarsteinur sprongdur av einum manni við Skála. Áðrenn fýra ár vóru umliðin, vóru hann og tveir synir burtur: synirnir fórust við sluppini “Kristinu” uppi undir Íslandi, og hann sjálvur doyði av landfarsótt.

Uppi í Norðskáladali er ein steinur, ið nevnist Gráasteinur, (gráir nevnast steinar, sum eru íbygdir við gráum t. e. huldufólki). Hesin steinur mátti heldur ikki nemast.

Seyðamaðurin við Skála læt spreingja nakað av honum til seyðhús, sum er bygt inn ímóti honum. Skjótt eftir, at hann hevði gjørt hetta, doyði hann av kreftsjúku.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017