• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

"Merafitta"

Ein søga er um eitt einmastrað skip, nevnt “Merafitta”, sum kom við farmi til tann kongliga handilin. Søgan stavar frá millum 17. og 18. árhundrað, men ikki hevur verið mær møguligt at fáa upplýst hvat ár, skipið kom higar um heystið. Veðrið hevði verið sera ringt á ferðini, og masturin var farin so illa, at ikki var hugsan um at fara av stað aftur við henni.

Tað bleiv lossað burtur úr skipinum í Havn. Ikki kundi tað vera reiðiliga stórt, tí tað varð síðani siglt norður til Streym og róð norður um hann fyri at kunna liggja í vetrarlegu fyri Norðskála. Tað var soleiðis fortoyað, at ein togendi bleiv førdur í land av skipinum og festur til tann sonevnda Rættarstein, sum stendur í bakkanum sunnan fyri Skálarætt; ein annar togendi varð førdur yvir í Streymoynna og bundin um Hattarstein, sum er um 40 favnar norðan fyri ta víkina, sum er norðan fyri nesið.

Fyrr í tíðini var norðan fyri Streym hildið at vera eitt hitt besta vetrarlegupláss fyri skip í Føroyum.

Várið eftir, at “Merafitta” var komin, varð ein mastur gjørd til skipið. Fyri at fáa skipið so langt inn til land sum møguligt, meðan masturin bleiv sett í, bleiv barlastagrótið kastað upp á sandin undir Rættarsteini. Hetta var annars óneyðugt, tí har um leið var ivaleysa djúpt til, at skipið kundi komið tætt inn til land.

Skipið varð so róð norður undir Túvuna, ið er norðan fyri Svínáarrætt, og lagt inn til lands soleiðis, at tað helti so mikið inneftir, at masturin lættliga kundi setast í tað.

Enn tann dag í dag liggja steinar og riða upp úr sandinum, sum eru frá “Merafitta”. Tað hevur eydnast mær at fáa nakrar av teimum til Forngripagoymsluna.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017