• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

MEIRA UM MARJUN LAVARSDOTTIR

Marjun Lavarsdóttir, nevnd “vísa Marjun”, í Øravík í Suðuroy var systir til teir tiltiknu larvasarsynirnar. Pápin, Larvas (Lavars) í Øravík, hevði konu av Strondum í Eysturoy. Ein bróðursonur Marjunar var hin navngitni Óli Jarnheysur, sum greint er frá í søguni um hann.

Marjun hevði so ógvuliga stórt enni og varð eyknevnd “Stóra Panna”. Hon var á Finnmarkini í Noreg eina tíð til at søkja lekidóm fyri bein sítt, sum hon hevði brotið; men tá ið hon kom aftur, var beinið bogið á henni. Síðan var hon kallað Haltabein ella Hjólbein. Einki barn átti Marjun, tó at hon var tríggjar ferðir gift; men í tann stað tók hon bróðurdóttur sína til fosturs og legði allan sín alsk á hetta barn. Vøkur var fosturdóttir Marjunar, og ikki trutu fríggjararnir, ið vildu fáa hana til konu. Í teirra tali var Páll við Kvíggjá í Sumba. Gentan var góð við Páll aftur; men Marjun legði við, at, kundi hann sláa allan Øravíkar bø uttan at brýna líggjan einans ferð, so skuldi hann eiga gentuna: annars ikki.Páll helt seg til at royna, og ein kona í Øravík, sum var ættað av Krossi í Sumba og væl kend við Páll, gav honum ein líggja, men legði við, at hann mátti ikki hyggja at eggini, um hann so sló í stein; tí annars dugdi líggin ikki meira. Páll tók at sláa; hugaliga gekk, tí frálíka væl beit líggin. Mestur allur bøurin var sligin - bert trý sátulendi vóru eftir: tá sló Páll líggjan so dygt í ein stein. Hann hvakk við og hugdi aftur í eggina: einki sakaði líggjanum. Men tá ið hann tók við aftur at sláa, tá beit líggin ikki meira. Páll varð at brýna hann og fekk so ikki gentuna. Hon varð seinni gift við Rádna Dániali (Daniel Clemensen “Ostindiefarer”, sonur harra Klæmint, sandoyarprestin), sum kom til sýslumansembætið í Suðuroy

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017