• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Fiskaloysi

Í hesum seinnu árum verður ofta tosað um, at tað er fiskaloysi. Helst hendir hetta tó norðanfyri á oynnum. Og tað sær kanska eisini út til, at tað er rætt.

Óli á Grunnlendi í Oyndarfirði - langabbi tann bóndan, ið nú er á Grunnlendi, Høgne Høgnesen - segði frá, at tá ið hann var á átjan ára aldri, hevði verið eitt rættuligt fiskaloysi. Ein dagin, menn fóru til útróðrar, og hann var við, fingu teir eina hýsu. Tað var fyrstu ferð, hann sá hetta fiskaslagið.

Skjótt eftir var ørgrynna av hýsu at fáa á hesum sama fiskiplássi.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017