• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Um huldumenn og vættrar

Huldumenn og vættrar búðu av og til í sama húsi sum fólk. Omma til tann, ið fortaldi mær hetta, sá eina vættri sita á einum fýrstaðhorninum har niðri í køkinum og vaska barninum hjá sær. Tá ið hon kom inn í køkin, rýmdi vættran, men gloymdi húgvuna hjá barninum eftir. Húgvan var ikki størri enn at hon kundi gingið upp á lítlafingur og sá út, sum hon kundi verið av grønum fløyaldi. Náttina eftir droymdi hon, at vættran kom og segði við hana: “Gjølla hugdi tú at húgvuni, men rørdi ikki við hana - tað var tín eydna!”

Vættraljós hava eisini verið sædd har í húsinum. Ein kona, sum er slektað haðani úr húsinum, fortaldi - hon er nú nakað væl til árini - at tá ið hon var nakað ung, sat hon og vaggaði tí yngstu systrini, tá kom ein gráklæddur maður inn og læt hurðina upp til stovuna. Hann bleiv standandi har við dyrnar og hugdi inn til sín, men segði einki. Hon bleiv ógvuliga bangin, men tordi ikki at rýma frá systrini. Endin var tann, at hon orkaði ikki at sita har longur og vagga, men royndi at taka systrina upp í kneppið, og leyp so upp í eina sokallaða himmalsong og setti seg har á fótalagið innan fyri umhangið, men hon var so bangin, at hon mátti fara at kaga eftir manninum og vita, hvat ið hann nú fór at gera. Tá sá hon, at hann stóð eisini og kagaði eftir teimum. Tá orkaði hon ikki longur at tiga, men mátti skera í róp eftir mammuni, sum var í kjallaranum og mjólkaði. Mamman, sum hoyrdi hetta jammurliga neyðarróp, kom við tað sama, men tá var eingin maður at síggja.

Ein ungur maður í tí sama húsinum sat einaferð einsamallur inni í einum kamari har og las - hann er nú um 30 ára gamal. Tá kom ein gráklæddur maður inn í kamarið til hansara. Tað kann ætlast, ið hvussu hann tá varð til passar.

Tað hevur ofta hvorvið mangt í hesum sama húsinum, men tað hevur altíð alt komið aftur upp á sítt pláss. Tað kann soleiðis nevnast sum eitt dømi, at barnahosur hava hvorvið, sum tær hava hingið uppi á eldrekkjuni til turkingar. Tað kundi tá hjálpa at siga:

“Hulda, hav tú títt!
Eg vil hava mítt.
Títt er betri enn mítt.”

Tað eru ikki nógv ár síðan, Liða-Johanna á Strondum doyði. Hon tænti í Oyndarfirði, og hon fortaldi frá húsbónda sínum, at hann segði, at tá ið hann var barn, spældi hann saman við fleiri øðrum børnum niðri í fjøruni. Tá kom ein undarligur maður (huldumaður) til teirra og bað børnini flyta seg til viks, tí teir skuldu fara og draga ein bát, og helt so fyri: “Mangt er barnsins gaman, helst har sum nógv koma saman.” Hann hvarv so, og eingin av teimum sá tá meira til hansara.

Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017