• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Rinkusteinar

Innan fyri býlingin í Víkum í Oyndarfirði standa stutt frá landi tveir stórir steinar, sum altíð liggja og ridla aftur og fram; um tað er logn og silvitni og dýrd í sjónum, kennist tað, tá ið ein tráða er løgd av landi út á tann steinin, ið næstur er landinum, at hann onga tíð er stillur; sum vera man, ridlar hann harðari, tá ókyrra er í sjónum. Hesin kletturin er um fimm favnar høgur, fýra favnar langar og tríggjar breiður. Ikki er gott at skilja, hvussu tað kann bera til, at teir soleiðis kunna liggja og ridla aldur og alla ævi uttan at máast av grundini, teir standa á. Men søgnin sigur, at tað var ein gandakelling, sum gjørdi, at so er, og tað bar so til. Tvey víkingaskip komu til Eysturoyar, fólkini á teimum løgdu at landi, hvar bygdir vóru fyri, og rændu fæ og drupu fólkini. Teir høvdu verið í bygdunum fyri sunnan har eystan til á oynni, komu nú úr Fuglafirði og róðu allan vegin fram við landi; nú teir koma innan úr firði út móti bygdini í Oyndarfirði, kom kellingin út, gandaði skipini, so at tey umskapaðust til hesar stóru steinarnar, og hon dømdi tey til at standa har og rinka í allar ævir.

V.U. Hammershaimb: ”Færøsk Anthologi I”, 1891

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017