• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

SEYÐATJÓVASØGUR

b. Rólvur

Ein maður í Oyndarfirði í Eysturoy, nevndur Rólvur, skuldi fara at ferðast til Lamba. Tiltøkumaður var hann at ganga og hartil sterkur. Tá ið hann kom fram á Klettar (mitt á Heltnini), komu seyðatjóvar eftir honum. Hann rann undan og kom fram á Miðfossar (sunnan fyri Klettar). Har sær hann eitt hol niðri í einum gili og loypur niður í tað. “Her var tað, hann hvarv,” hoyrdi hann ein siga. Teir gingu og mólu uppiá, men eingin visti, hvat av honum komst, og vóru teir tí at halda av aftur. Rólvur leitaði ofta seinni eftir hesum holi, men rakti ikki aftur á tað.

Eina aðra ferð, ið Rólvur var úti at ferðast, hitti hann syðrugøtubóndan við rættina í Skálafirði (í Gøtuhaganum). Bóndin bað hann vælsignaðan koma at hjálpa sær, tí seyðatjóvar høvdu rættað seyð hansara. Rólvur fer einsamallur, meðan bóndin stendur eftir. Komin at rættini tekur Rólvur stav sín og stingur inn undir smogið, so steinarnir rapa niður, og seyðurin sleppur út ígjøgnum. Tá rópar ein, í rættini er: “Ólavur lætti! sprikk tú!” Báðir at renna, Rólvur undan og Ólavur aftaná. Nú sæst bóndin at daga upp ímóti luftini uppi á Valaknúkum og hoyrist rópa: “Komið nú, allir mínir menn, og takið teir!” Tá vendi seyðatjóvurin aftur.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017