• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Ein góð brúðargáva

Rasmus, bróðir gamla Niels í Heiðunum, tænti hjá Páli bónda norðuri í Stovu á Oyri; og tilkomandi kona hansara, Katrin (Katrina), tænti hjá Hanusi, ólavsstovubóndanum í Hvalvík, ið var bróðir Páls bónda á Oyri.

Hesir báðir brøðurnir áttu hvør eina mørk og ein gyllin við Norðskála. Tá ið Rasmus giftist, festi hann búgv við Norðskála. Í brúðargávu fingu tey ein gyllin í jørð við Norðskála frá hvørjum bóndanum, tey hvørt sær høvdu tænt hjá. Páll læt har umframt eina kvígu og innbúgvið, og Hanus læt eina góða song og kostaði allar útreiðslur við brúdleypið. Síðani fingu bæði, hvørt frá sínum húsbónda eitt framífrá gott skoðsmál fyri góða og trúgva tænastu.

Slíkt er brúðargáva við lít.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017