• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Oyrarbáturin

Eg havi bert hoyrt um ein bát, ið er burturgingin norðuri við Streym, men hann er helst ikki tann einasti, sum er farin um ta leiðina.

Tað var ein góðveðursmorgun í árinum 1825, at trý børn hjá smiðinum á Oyri: Óli, Hans og Rakul vóru við báti eftir torvi norðuri við Streym. Tey løgdu at landi í Latuvíkini. Tá ið nóg nógv torv var koyrt í bátin (kanska ov nógv), fóru Óli og Rakul inn í hann; so koyrdi Hans frá og leyp inn í rongina. Av ferðini kom báturin at stoyta harðliga móti einum steini - steinar tróta ikki her út fyri - og tann sterki streymurin, her er, hvølvdi bátin. Beint um hetta bil rak væl av hørðum eystfalli. Óli og Rakul sjólótust, men Hans kom á kjøl. Stilli var, og báturin rak suður við eystfallinum; at líkini eru farin sama veg, er ivaleyst.
 
Pápasystir teirra var henda morgun komin har norður til neytar. Hon stóð niðri á bakkanum nærindis víkini, har skaðin hendi, og hon sá alla tilgongdina, men kundi onga hjálp geva. Ta tíð, hon livdi, kundi hon ongantíð gloyma hesa forløgstungu stund.

Jóannes á Reyni, sum eg kendi ógvuliga væl, og Dánjal, pápi Ísak, vóru henda sama morgun tíðliga byrjaðir at sláa; teir hittust í Norðskála bø og stóðu og tosaðu um hetta vakra veðrið, hildu fyri, hvussu stuttligt tað var at liva ein slíkan morgun, tá ið fuglarnir flugu syngjandi undir hábláum lofti, meðan tey stóru, brøttu fjøllini speglaðu sær í sjónum. Hvat var hetta veðrið ikki ólíkt einum myrkum, køldum vetrarmorgni! - Meðan teir best tosa sínámillum, verða teir snøggliga varugir við sorgartilburðin við Streym. Teir lupu alt fyri eitt oman til strondina, fingu fatur í ein bát og róðu alt tað, teir vóru mentir, suður til skaðastaðið. Tað eydnaðist teimum at fáa Hans á lívi inn í teirra bát; hini bæði líkini vóru ikki at finna, hóast dúgliga varð leitað.

Seks vikur seinni kom helvtin av líkinum av Rakul rekandi upp á Buarsand, ið liggur eitt sindur sunnan fyri Kjøthólm. Olavur var elstur av systkjunum; honum fanst ongantíð nakað av.

Andreas Weihe: “Tjóðminni”, 1938

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017