• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Bartals Jákup

Bartals Jákup var úr Vestmanna og tænti á Kvíggjarhamri. Einaferð húsfólk bóndans fóru at taka veðrar heim úr feitilendinum Haldannatungu, bar tað so á, at ein veður kom seg fastan dygst úti á bakkanum. Jákup fór oman, bant veðurin niður, tók hann upp á bakið og gekk niðaná aftur, niðan um feitilendið, uttan at hvíla seg eina einastu ferð á vegnum.

Veðurin var sera stórur og tungur, sum vanligt plagar at vera við veðrum á hesum feitilendi, og vegurin niðaná bæði langur og brattur, ca. 150 favnar. So bratt var, at av og á stoyttu beinini á veðrinum inn ímóti fjallavegginum, so Jákup mátti ansa sær sera væl, um hann ikki skuldi detta bakleiðis og fara í havið.

Jú, góðar kreftir hevði Bartals Jákup. Men hann var eisini sera sparsamligur og dugdi at fáa nakað gott burtur úr tí, hann vann av peningi. Soleiðis fekk hann keypt sær so mikið av jørð, sum var neyðugt fyri at kunna hava eina kúgv. Jákup keypti tí eina hálvmørk í Svínáum, gifti seg og búsetti seg hjá jørðini.

Viðin til hús síni keypti Jákup í Vestmanna. Sjálvur bar hann viðin um næturnar yvir fjall til Hvalvíkar og førdi tað síðani heim til Svínáir.

Nú eru meira enn hálvt hundrað ár, síðan hann doyði.

Andreas Weihe: “Søga og søgn”, 1933

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017