• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Guttormur løgmaður

Løgmaður á Steig í Sandavági í Vágum hevði í óførari bráð sligið eina arbeiðskonu við einum tunnubotni og dripið hana. Fyri hesa ódáð skuldi hann vera lívleysur og fekk tvær kongastevningar niðri frá Danmark, men møtti fyri hvørgari. Triðju ferð fór løgmanssonurin - Guttormur æt hann - niður í pápans stað og gekk inn á slottið fyri kongin við einum steypi, fullum av silvurpeningum, í hondini. Hann rætti tað fram, men kongur var reiður og vildi ikki taka við tí; hann bert dreiv aftur og fram á gólvinum. Løgmanssonurin varð standandi leingi og helt steypinum frammi alla tíðina; umsíðir vildi armurin signa á honum - tá stakk ein honum í oyrað, at hann skuldi styðja albogan á mjødnina. Frá eystri til vesturs skuldi hann so standa. “Tað skulu sterkir armar halda fyri kongi,” hevði hann fyri munni á sær. Tá segði ein hovmaður: “Den færøske mand vil dåne!” og so visti Guttormur ikki av, fyrr enn kongurin tók steypið bakleiðis úr hondini á honum. Kongurin var nu blíðkaður nakað og segði Guttormi frá einari sak, sum var fyri í ráðinum, um tvey aðalssystkin, ið vóru komin fyri barn saman. Hann var so ringur um hetta og spurdi Guttorm, um hann visti nakað ráð til lív fyri teimum. Løgmanssonurin segði, at tað var lóg í landi, sum bøndur høvdu gjørt og kongur samtykt, men helt seg annars vita, at tað var lív fyri hesi bæði systkin at fáa eftir lógini. Tað skuldi hann prógva, segði kongur og gav honum tríggja daga freist til at leita í løgbókini. Guttormur settist at leita og leitaði í tríggjar dagar, men fann ikki niður á, hvar tað stóð. Tá hevði hann bøn til Gud um at upplýsa tað fyri sær, sovnaði, sum hann sat, og droymdi, at hann hevði blaðað eitt blað ov langt: hann skuldi kasta blaðið umaftur. Hann vaknar og følir nú, at blaðið, sum hann heldur í, er ov tjúkt, av tí at tað er ikki uppskorið. Hann klippir upp, finnur niður á staðið hinumegin á breddanum og fer at vísa kongi. Kongur er nú so findarblíður afturfyri og biður hann ynskja av sær, hvat ið hann vil. Hann ynskir tá fyrst lív fyri pápan og so útrakstur fyri neytini á løgmansgarðinum, tí løgmaður fekk ikki neytini rikin út í haga sín uttan gjøgnum hagan hjá sandamonnum. Sandamenn (menninir á Sondum í Sandavági) áttu tá alla ta heimaru síðuna av bygdini og løgmaður ta handaru. Løgmansneytini gingu í Oknadali handan fyri fjøllini á Steig, har sum tað var ógvuliga óhøgligt at ganga til teirra, og ofta, tá ið klandur var ímillum løgmans og sandamenn, noktaðu teir honum allan útrakstur, so neytini máttu vera heima. Kongur gav Guttormi tað, sum hann bað um, og tá komu átta merkur í haga aftur at Steig av teirri heimaru síðuni. Eisini skuldi Guttormur vera løgmaður eftir pápan, skipaði kongur fyri.

Skipið, sum Guttormur fór í upp aftur til Føroya, kom inn vestarlaga, og tað fyrsta ið hann sá Vágar, segði hann: “Nú koma fjøllini undan hjá pápa.” Stilli var eina stund, og Guttormur bað um lov at kasta niður snøri, tí nógvur fiskur sýndist at vera har, sum teir lógu. Hann dró væl av fiski, og komin til lands í Sandavági segði hann frá ýtunum. Hetta miðið, sum er tríggjar fjórðingar í útsynning frá bygdini í Mykinesi, verður søkt enn av mykinesmonnum og nevnist Guttamið eftir Guttormi løgmanni.

Jakob Jakobsen: ”Færøske folkesagn og æventyr”, 1898-1901

Sagnirnar eru her endurgivnar við Hammershaimbs stavseting eftir útgávuni:
Jakob Jakobsen: "Sagnir og ævintýr" , fororð eftir Mariu Mikkelsen, 1. útg. 1925, 2. útg. 1984-85.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017